Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-01, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. september 2014síða 24

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. september 2014 · Nr. 89 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur H E S A V I K U N A 4 Teitur Matras Gestsson Hevur eina dystaravgerandi bjarging beint áðrenn hálvleik. Kann ikki lastast fyri málið hjá Víkingi og var sum heild tryggur í tí, hann fyritók sær. 4 Jógvan Rói Davidsen Spældi væl á høgra bakki og var fleiri ferðir við í álopsstøðum hjá HB. Fleiri av innleggunum manglaðu tó neyvleika. 4 Johan Troest Davidsen Miðverjan hjá HB hevði sum heild gott tak á álopsspælinum hjá Víkingi. Var tó akkurát ov stuttur í duellinin við Hallur Hansson, tá Víkingur legði seg á odda 1-0. 4 Rógvi Holm Leikti væl í verjuni við stórum myndug­leika. Er sterkur í lufts­spæl­ inum og er eisini ein skjótur miðverji. Tað eina málið til Víking dregur tó niður til HB verjuna. 3 Alex José dos Santos Tá tað koyrdi best hjá HB í seinna hálvleiki, gekk mesti parturin av spælinum gjøgnum vinstru síðu har Santos var við. Innleggini manglaðu tó neyvleika og so dregur tað eisini niður, at brasiliumaðurin misti høvdið og fekk reyða kortið, stutt undan at dómarin bríkslaði dystin av. 5 Heini Vatnsdal Vísti Lars Olsen at tað var ein feilur, at hann ikki var millum teir útvaldu tá landsliðið var úttikið í seinastu viku. Vann nógvar nærdystir og hevur neyðugu kraftina til at koma við í álopsstøður sum miðvallari. Var besti HB leikarin í finaluni. 3 Fróði Benjaminsen Er vanliga væl meira eyðsýndur enn hann var leygarkvøldið. Stríddist væl allan dystin, men hevði ikki ein eins góðan dag og hann plagar. 4 Andrew av Fløtum Leikti í nýggjari rollu sum fremstur á miðvøllinum. Var noyddur at taka nógv fleiri defensivar túrar enn hann plagar, og tí kom hann ikki fram til líka nógvar møguleikar, sum hann plagar. Er tó avgerandi fyri uppspælið hjá HB og leikti sum heild ein góðan dyst. 4 Levi Hanssen Spældi sum miðvallari til høgru. Arbeiddi væl gjøgnum allan dystin og var nógv við í spælinum hjá HB. Hjálpti eisini væl høgra bakkinum Jógvan Róa Davidsen í verjustøðum. 4 Jóan Símun Edmundsson Spældi ikki sum um hann var skaddur í rygginum. Var avbjóðandi og royndi seg fleiri ferðir við atsóknum. Eigur avgjørt at koma uppá tal hjá Lars Olsen, um okkurt avboð verður til dystin móti Finnlandi. 4 Poul Ingason Var óimponeraður av karmum og umstøðum. Setti seg ígjøgnum í øllum duellum og arbeiddi framúr væl sum fremsti maður. Kom fram til ein stóran kjans í fyrra hálvleiki, men annars manglaði HB áleyparin neyðuga neyv­ leikan í avgerandi støðum. 3 Pál Mohr Joensen Er nokk tann leikarin á HB liðnum, ið iðrar seg mest eftir finaluna. Skuldi havt lagt HB á odda stutt áðrenn leik­lok, tá hann fangar bólt frá Vìkinga mál­verj­anum. Avgerðin við bóltinum var tó skeiv og tí spurdist einki burturúr risa møguleikanum. 3 Heðin Askham HB venjarin tók tí djørvu av­gerð­ ina, at hann spældi við trimum álops­ leikarum frá byrjan. Hetta eydnaðist væl, tí nýggi maðurin, Poul Ingason kom væl frá dystinum. Tað at HB hevði so nógv bóltin í seinna hálvleiki, burdi eisini givið pláss til Kristin Mouritsen, ið er ein skapandi leikari, men Kristin varð ongantíð innskiftur. spælarameting André Olsen Víkingur vann leygarkvøldið Løgmanssteypið fyri triðju ferð á rað. Talan er tí um eina stolta steypasøgu hjá Víkingi, ið uppá sjey ár sum felagslið hevur vunnið Løg­ mans­steypið heili fýra ferðir. Hetta er eitt bragd fyri fel­ agið og vísir at avgerðin við at leggja GÍ og LÍF saman í 2008, hevur eydnast væl. Til dystin leygarkvøldið var talan um størsta før­ oyska fótbóltsdystin á ár­ inum. Karmarnir á Tórsvølli vóru framúr góðir, umframt at veðrið vísti seg frá síni bestu síðu til dystin. Áskoð­ ararnir hjá báðum lið­unum vóru eisini við til at seta sín dám á dystin, og tí var stemningurin til steypa­final­ una nærum betri enn plagar at vera, tá tað er landsdystur hjá Føroyum. Hóast Gøta og Leirvík eru væl minni pláss enn Havnin, vóru Víkingarnir tó eisini við yvir­lutan uttanfyri vøllin leygar­kvøldið. Ein rúgva av eysturbúgvum vóru á Tórs­ vølli og teir settu dám á final­ una beinavegin. Ferðmikil fyrri hálvleikur Tað sást tíðliga, at talan var um tvey lið, ið veruliga vildu vinna dystin. Frá fyrsta bríksli løgdu bæði lið­ini hvørt annað undir eitt øgiligt trýst. Fyrstu løtuna eydn­að­ ist trýsti hjá Víkingi betri, tí at HB leikararnir fingu lítla tíð á bóltinum. Bæði álops­ leikararnir og kant­spæl­ ararnir hjá Víkingi fóru heilt niðan eftir HB verjuni. Men sum byrjanin leið eydnaðist tað betri hjá HB at spæla bóltin framvið trýstinum. Tað sást týðiliga í fyrra hálvleiki, at leik­arar­nir ynsktu at seta seg í virðing yvir­fyri mót­støðu­monn­ unum. Fyrsta dømi uppá hetta var longu tá ein min­ uttur varð spældur, tá HB verju­leikarin Johan Troest Davidsen gjørdi eina heldur harða takkling á Víkinga leik­ aran Heðin Hansen á miðjum vølli. Í fyrra hálvleiki var talan eisini um fleiri slíkar tví­dystir, teir flestu vóru á mið­vøll­inum. Dómarin Lars Muller kundi í fleiri førum havt floyta meir og givið onkur einstøk kort, men av tí at hann floytaði so lítið, varð ferðin í dystinum nógv hægri enn vit vanliga síggja. Hetta klæddi dystinum væl, og kom dómarin eisini væl frá dystinum. Hóast ferðin var høg í fyrra hálvleiki var langt mill­ um stóru kjansirnar til liðini. HB hevði ávísar møguleikar, har Poul Ingason millum ann­að var nær við at skalla eitt innlegg í netið, men Víkinga málverjin bjargaði skallar­anum lætt. Størsta møguleikan í fyrra hálvleiki hevði Víkingur stutt áðrenn hálvleik. Tað eydn­aðist Víkingi at fanga HB í einari umstilling og síð­ ani gekk tað skjótt. Hallur Hansson, Finnur Justinussen og Sølvi Vatnhamar vóru tríggir Víkinga leikarar ímóti tveim­um verjuleikarum hjá HB. Hallur Hansson valdi at skjóta sjálvur, har HB mál­verjin Teitur Matras Gestsson bjargaði meistar­ liga. Tá hugsað verður um støð­una aftaná, kundi Hallur Hansson væl tikið eitt trekk afturat, fyri síðani at spælt Sølva Vatnhamar leysan, men tað er lættari sagt enn gjørt. Meira tíð á bóltinum í seinna hálvleiki Í seinna hálvleiki var ferðin ikki eins høg og í fyrra hálv­ til Víking! 1 til 6 (0-0) 0-1 0-1 Hallur Hansson Dómari: Lars Muller, 88. Áskoðaratal: 2870 Tríggir fyri fimtu ferð Á Víkinga liðnum leygarkvøldið, vóru tað tríggir leikarar, ið vunnu steypakappingina fyri fimtu ferð. Teir tríggir leikararnir, ið talan er um, eru Hans Jørgen Djurhuus, Atli Gregersen og Hanus Jacobsen. Teir tríggir leikararnar vóru á GÍ liðnum, ið vann Løgmanssteypið í 2005, umframt at teir við Víkingi hava vunnið steypakappingina í 2009, 2012, 2013 og 2014. Hattrick Triðja árið upp í slag, eydnaðist tað Víkingi leygarkvøldið at vinna finaluna um Løg­ mans­steypið. Talan var um góða finaluna, ið var spennandi og ferðmikil frá fyrsta til síðsta bríksl