Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-01, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. september 2014síða 25

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 1. september 2014 · Nr. 89 ítróttur fótbóltur Karmarnir á Tórsvølli til finaluna vóru framúr góðir. Tiltakið var væl fyriskipað av Fótbóltssambandinum og áskoðararnir vóru við til at seta sín dám á dystin. At talan eisini var um ferðmiklan og spennandi dyst, var avgjørt á pluss síðuni. Einasta minussið við finaluni, var at tað mangaðu mál. Bæði liðini løgdu nógv fyri í álopspartinum og tí kundu mál follið báðar vegir, men so varð ikki. Atburðurin aftaná reyða kortið til Alex José dos Santos dregur eisini niður. Sluppu undan Hvítarusslandi Um tað hevði eydnaðist ÍF at spælt seg víðari, hevði hvítarussiska stórfelagið, Dinamo Minsk, bíðað teimum. Heldur enn at fuglfirðingar fóru á hesa drúgvu ferð, verða tað nú yvirmenn teirra úr MyPa, sum sleppa at uppliva Hvítarussland. leiki. Leikararnir fingu betri tíð á bóltinum og hetta sá í fleiri førum út til at gagnað HB betri enn Víkingi. HB legði til tíðir í seinna hálvleiki Víkinga liðið undir eitt stórt trýst, har flestu álopini hjá HB fóru ígjøgnum vinstru síðu. HB manglaði tó ov ofta tann seinasta neyvleikan, til at tað kundi gerast veruliga vanda­mikið. Størsta kjansin í dyst­ inum fekk HB tá eini 10 min­ uttir vóru eftir av finaluni. Geza Turi sparkaði bólt út til Hanus Jacobsen á vinstra bakki, ið var so óheppin at hann gleið. Hetta gjørdi HB leikaran Pál Mohr Joensen púra leysan móti Víkinga mál­inum. Ístaðinfyri at skjóta sjálvur, valdi Pál at spæla yvirum til Levi Hanssen, men tíverri fyri Pál og HB, lá avleveringin til Levi ov frammarlaga og tí spurdist einki burturúr risa møgu­leik­anum. Innskiftari var stór hóttan Hóast HB var meira á bóltinum í seinna hálvleiki enn Víkingur, hóttu Víkingar­nir tó allatíð hin vegin. Serliga vandamikið var tað, tá Víkingur skifti Andreas Lava Olsen inn, tí hann hevur eina óvanliga høga ferð til føroyskan fót­ bólt. Tað var eisini Andreas Lava Olsen, ið var tann av­ger­ andi leikarin, tá einsamalla málið í dystinum fall. Finnur Justinussen avleveraði bólt innum HB verjuna, ið at síggja til, sá ómøguligur út fyri Andreas Lava Olsen at fáa fatur á. Men ‘Lava’ maðurin fekk fatur á bólt­ inum, og fekk lagt hann til Bárð Hansen, ið við framúr góð­um innleggi fann Hall Hansson í feltinum. Hallur Hansson vann luftbóltin móti HB verjuleikaranum Johan Troest Davidsen og skor­aði einsa­malla málið í dyst­inum, tá tað bert restaðu tríggir minuttir av dyst­inum. Hetta setti eld í Víkinga áskoðar­arnar, ið tað sum eftir av dyst­inum vóru í sannum ovfarakæti. Samanumtikið var talan um sera javna og spennandi finalu, ið væl kundi koppa báðar vegir. Men tað, ið stendur eftir er, at Víkingur er steypa­vinnari fyri triðju ferð á rað og er tað í sjálvum sær, eitt frálíkt bragd fyri felags­liðið úr Gøtu og Leirvík. andre@sosialurin.fo 5 Geza Turi Var tryggastur aftasti skansi á Víkinga liðnum. Kom fleiri ferðir væl út í feltið og loftaði. Helt nullið og leikti ein góðan dyst. 5 Bárður J. Hansen Hevur nógva ferð og er við í teimum flestu Víkinga álopunum. Var eisini maðurin, ið átti næstseinasta fótin á, tá Hallur Hansson skoraði sigursmálið fyri Víking. 5 Atli Gregersen Leikti eina góða finalu, stýrdi verjuni væl og vísti landsliðsvenjaranum, at Víkingur í øllum førum skuldi havt ein miðverja við á landsliðnum. 5 Erling Jacobsen Hevur gott samstarv við Atla Gregersen í miðverjuni. Er miðverjin, ið tekur tær renningarnar, ið koma djúpt, meðan Atli tekur fleiri luftbóltar. Hildu HB liðnum frá kjansum størsta partin av dystinum. 4 Hanus Jacobsen Var óheppin og datt á afturpartin einaferð í seinna hálvleiki, sum mundi kostað mál. Leikti annars ein góðan dyst, har hann hevði gott tamarhald á Levi Hanssen og er altíð ein hóttan frameftir fyri Víking. 3 Hans Jørgen Djurhuus Leikti ikki eins væl, ið hann hevur í teimum stóru dystunum fyrr í summar. Arbeiðir altíð væl, men hevði onkur bólttap. 3 Súni Olsen Er vanliga meira eyðsýndur enn hann var í finaluni leygarkvøldið. Arbeiddi væl og var í nógvum tvídystum á miðvøllinum. Plagar at hava neyvari deyðbóltar enn hann hevði leygarkvøldið. 5 Hallur Hansson Varð valdur til dagsins leikara av Fótbóltssambandinum eftir dystin. Var við í flestu Víkinga álopunum í fyrra hálvleiki, men fall eitt sindur burtur í seinna hálvleiki, hóast arbeiðsinnsatsurin allatíð var góður. Var tann dystaravgerandi maðurin, og tí gjørdist hann dagsins leikari. 4 Sølvi Vatnhamar Er góður til at skapa pláss fyri Bárð Hansen, ið ofta kemur við í yvirlappum. Var nógv við í spælinum og gjørdi tað væl tann seinasta hálva tíman, tá hann varð fluttur inn mitt á miðvøllin. 4 Heðin Hansen Var nógv við í spælinum og kláraði væl at taka bóltin til sín. Er meira tann kantspælarin, ið er nógv við í spælinum ístaðinfyri tann, ið rennur djúpt. Leikti ein góðan dyst. Útskiftur. 4 Finnur Justinussen Arbeiddi framúr væl, og hevur eitt gott samstarv við Hall Hansson í álopinum. Var allatíð ein hóttan móti HB verjuni, men neyvleikin manglaði leygarkvøldið. 4 Andreas Lava Olsen Kanska tann mest avgerandi leikarin í dystinum. Var maðurin, ið fangaði avleveringina frá Finni Justinussen, tá Víkingur kom á odda 1-0. Hóast tey flestu hildu at HB verjuleikarin fekk bóltin, vísti ‘Lava’ tó skjótleika og átti tí stóran lut í málinum. 3 Filip Djordjevic Kom inn tá 20 minuttir vóru eftir. Royndi at dribbla og halda uppá bóltin í fleiri støðum, men tað spurdist ikki eins nógv burturúr, sum tað onkuntíð plagar hjá unga serbanum. 5 Sigfríður Clementsen Víkinga venjarin er framúr góður til teir stóru dystirnar. Úrslitini í Evropa tala fyri seg. Tók djørvu avgerðina, at hann tók aftasta miðvallarin út, fyri álopsleikara. Sami álopsleikari hevði týðandi fót við í Víkinga málinum. spælarameting Myndir: Álvur Haraldsen HB 4-2-3-1: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Johan Troest Davidsen, Rógvi Holm, Alex José dos Santos – Fróði Benjaminsen, Heini Vatnsdal – Levi Hanssen, Andrew av Fløtum, Jóan Símun Edmundsson – Poul Ingason (Pál Mohr Joensen) Víkingur 4-4-1-1: Geza Turi – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sølvi Vatnhamar, Súni Olsen, Hans Jørgen Djurhuus (Andreas Lava Olsen), Heðin Hansen (Filip Djordjevic) – Hallur Hansson – Finnur Justinussen 1 til 6