mánadagur 1. september 2014síða 26
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. september 2014 · Nr. 89
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
hallur heldur
fram í víkingi
Tað er altíð røringur í fótbóltsheiminum. Soleiðis er eisini í føroyskum fótbólti. Landskappingin er farin í gongd
við seinasta triðingin. Spælarar, venjarar og feløgini eru farin í holt við at hugsa um komandi kappingarár.
Her er tað nýggjasta, sum er komið okkum fyri oyra. Altjóða flytingarvindeygað letur aftur í kvøld
Tróndur Arge
Helst tann størsta søgan,
sum er í umfar í løtuni er,
at B36 vil hava Hans Paula
Samuelsen
og
Arnbjørn
Hansen
frá
EB/Streymi.
Báðir hava fyrr verið í sam
ráðinum við onnur feløg.
Hans Pauli var um reppið
at enda í KÍ til hetta kapp
ingarárið, meðan Arnbjørn
Hansen upp til fleiri ferðir
hevur verið á veg til HB.
Tað er eitt sindur ógreitt
hvat hendir í EB/Streymi í
løtuni. Tað er øllum greitt,
at felagið á vøllinum ikki
klárar at standa mát við
undan farnu árini. Teir eru
ikki longur fastir táttur í
oddinum í landskappingini
og í steypafinaluni.
Tað sá annars út til,
at felagið undan hesum
kappingarárinum
var
á
veg aftur á toppinum. Inn
komu spælarar sum Pól
Jóhannus Justinussen og
Høgni Madsen, men tað bleiv
ongantíð til nakað meiri enn
tað. Pól Jóhannus fór aftur
til NSÍ í summar, meðan av
talan við Høgna Madsen ikki
verður longd.
Keldir
hjá
Sosialinum
siga, at B36 gjarna vil hava
avtalurnar upp á pláss sum
skjótast.
Hallur Hansson verður
verandi í Víkingi
Um
vikuskiftið
avgjørdi
Hallur Hansson steypafinal
una, tá hann skoraði einsa
malla málið í finaluni stutt
fyri tíð. Hallur Hansson var
eisini avgerandi í Europa
League
dystunum
fyri
Víkingi, har teir skrivaðu
søgu við at koma víðari til 3.
umfar í kappingini.
Í summar hevur verið
upp á tal, at Hallur Hansson
skuldi skifta til danska fót
bólt. Tættast við var hann at
skifta til FC Vendsyssel, men
takkaði at enda pent nei.
– Eg fari ongan veg í hesum
flytingarvindeyganum. Hin
vegin, so veit eg ikki hvussu
verður antin á jólum ella
næsta summar. Tað taki eg
støðu til tá. Eg spæli í Víkingi
restina av kappingini. Tað er
sikkurt, sigur steypahetjan
hjá Víkingi.
Hallur Hansson hevur
fleiri góð tíðindini til Víkinga
viðhaldsfólkini.
– Eg rokni við, at eg leingi
fyri komandi ár eisini. Vit
hava snakkað eitt sindur
saman, men samraðingarnar
eru ikki farnar ígongd enn,
sigur Hallur Hansson at
enda.
Lawal ein
umbiðin harri
Ein av bestu spælarunum í
føroysku kappingini í ár er
framherjin hjá B36, Adeshina
Lawal. Tað tykist tó, sum, at
tað er ein møguleiki fyri at
hann ikki heldur fram í felag
num. Keldir hjá Sosialinum
siga, at bæði KÍ og ÍF hava
ligið framvið eftir framherj
anum, sum í fjør eisini sam
ráddist við AB.
ÍF leitar eftir einum fram
herja at taka við eftir Clayton
Soares, sum helst spælir sítt
seinasta kappingarár í Effo-
deildini. Her passar Adeshina
Lawal væl inn á liðið. Linkið
til KÍ er eitt sindur meiri
ógreitt. Sum skilst, so eru
fólk kring felagið sinnaði at
fáa hann til KÍ, men har skal
venjara spurningurin helst
avgreiðast fyrst.
Sagt verður tó eisini, at
tað er eisini ein stórur møgu
leikin fyri, at Adeshina Lawal
heldur fram í B36, men tað er
greitt, at tað eru onnur feløg,
ið fylgja gongdini hjá fram
herjanum.
Andy Olsen heldur
ikki fram í NSÍ
Tað hevur leingi ljóðað, at
Andy Olsen er á veg úr NSÍ.
Hetta eftir at hann bleiv út
skiftur í fyrra hálvleiki í ein
um dysti móti Víkingi í Gøtu
fyrr í ár. Hann var sjónliga
ónøgdur við avgerðina, men
vildi ikki gera stórvegis við
merkingar við Sosialin tá.
Hetta var undan summar
feriuni og longu tá varð tosað
um, at Andy fór at skifta
til ÍF, tí hann og venjari hjá
NSÍ,
Trygvi
Mortensen,
ikki kunnu einast. Trygvi
Mortensen segði tá, at tað
kundi eins væl verið onkur
annar, sum bleiv skiftur út
og tí var talan ikki um nakað
persónligt í útskiftingini.
Sum skilst, so eru tað
serliga tvey feløg sum tiltala
vongin. Tey eru ÍF og KÍ.
Andy hevur spælt við báðum
fyrr og við góðum úrslitum.
KÍ samráðist við
Mikkjal Thomassen
Hendan søgan er eina viku
gomul ella so. Tað var Norð
lýsið, sum visti at siga, at KÍ
er í samráðingum við Mikkjal
Thomassen,
sum
vann
FM í 2011 við B36. Mikkjal
Thomassen hevur váttað
tíðindini fyri in.fo. Tíðindini
fingu sitandi KÍ venjaran,
Eyðun Klakstein, til at koma
við eini mótreaktión, eftir at
hansara lið óvæntað vann
1-0 á B36 í Gundadali. Eyðun
Klakstein hevur sáttmála
fyri hetta kappingarárið.
KÍ hevur boðað frá, at
Rodrigo Silva hevur spælt
sín seinasta dyst fyri felagið.
Hann kom aftur til felagið,
sum hann umboðaði í 2008.
Tað bleiv til fýra mál í 17
dystum.
Jóan Símun
heldur fram í HB
Jóan Símun Edmundsson
hevur boðað frá, at hann
ynskir at royna seg aftur
í altjóða fótbólti. Seinasta
sum keldir hjá Sosialinum
vita er, at Jóan Símun hevur
verið í samband við Hobro,
sum flutti upp í Superliguna
í summar. Har hevur felagið
tikið øll á bóli og fingið tíggju
stig í fimm teimum fyrstu
dystunum.
Jóan Símun skifti undan
hesum kappingarárinum til
frá norska Viking Stavanger
til AB á Argjum. Hetta
riggaði ikki heilt sum tað
skuldi, og Jóan Símun skifti
í summar til HB. Her tykist
greitt, at um Jóan Símun
heldur fram í Føroyum, so
verður tað í HB.
Tað tykist nú greitt at
Jóan Símun spælir restina
av kappingini í HB.
trondur@sosialurin.fo
fótbóltur
Myndir: Álvur Haraldsen