Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-01, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. september 2014síða 27

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 1. september 2014 · Nr. 89 ítróttur S teypafinalurnar í fótbóltinum um vikuskiftið vóru enn eitt gott dømi um, at vit føroyingar elska at síggja dystir, ið skulu avgerast. Mong vóru tey, ið fylgdu við steypafinalunum á ymsan hátt – annað­hvørt við at vera á staðnum, við at lurta ella við at hyggja í sjónvarpi. Tað sama plagar eisini at vera, tá steypafinalurnar í flogbólti og hondbólti eru, og væl rigga eisini hesir stóru finaludagarnir við fleiri finalum. Ein munur var tó hesaferð, tí tað var ikki Kring­ varpið, ið framleiddi sjónvarpaðu útgávurnar av steypa­finalunum. Somuleiðis gekk sjón fyri søgn, at »Public Service« ikki hevur stórvegis áhuga í Sortudýki, um ikki ein framíhjá pengaposi fylgir við. Nú Fótbóltssambandið ikki var sinnað at oysa pengar í kringvarpskassan fyri finalurnar, vildi Kringvarpið einki, sum vit frættu tað í farnu viku. Tí var tað gott, at onnur hildu seg framat og stórt sæð fingu víst eitt produkt, ið væl og virðiliga er kappingarført. Onkur lýti kanska vóru, men ikki nakað, ið oyðilegði upplivingina og ikki syrgdi fyri, at fólk í hvørjum heraðshorni í landinum fingu fylgt við. Jú, væl bar til at framleiða steypafinalurnar inn í stovurnar hjá fólki, uttan at neyðugt var við minst 10 upptøkutólum og kanska 25 fólkum til arbeiðis, sum tað plagar at vera hjá Kringvarpinum. At Rás 1 hjá Televarpinum saman við sam­skiftis­ fyritøkuni Content soleiðis kundi taka kappingina upp í sambandi við fótbóltsfinalurnar, letur avgjørt upp fyri øðrum møguleikum, og í framtíðini fer óivað eisini at bera til hjá hondbólti, flogbólti, svimjing og øðrum ítróttargreinum at sleppa á skíggjan, men uttan um Kringvarpið og tann eyka kostnað, ið fylgir við tí. Ítróttur er kapping, og at kappast verður um ítróttin, ger tað ikki verri – hvørki fyri ítróttin ella tey, ið skulu miðla hann! Altíð gott við kapping www.nordlysid.fo: Frá KÍ frætta vit, at samstarvið millum Rodrigo og KÍ er steðgað. Rodrigo hevur spælt við í 17 dystum í ár hjá KÍ. Í teimum 901 minuttunum hevur hann skorað 4 mál og lagt upp til 2 mál www.vikingur.fo: Víkingaborgin er ikki skalað, og løgmanssteypið er framvegis har, tað hoyrir HOYMA! Í Víkingaborgini og har fara øll, sum elska Víking at HOPPA NÚ, HOPPA NÚ! www.hb.fo: Vit hava tapt árisins steypafinalu, hóast vit vóru klárt betra liðið. Nú er bara at herja á eftir tí ultimativa. Vit ynskja sjálvandi Víkingi hjartaliga til lukku við steypasigrinum. www.hb.fo: Okkara gentur gjørdu góðan figur av sær og stóðu væl allan dystin. Tó, mugu vit bara enn einaferð staðfesta, at royndirnar hjá KÍ bóru á mál. Vit ynskja KÍ hjartaliga til lukku við steypinum. Okkara kvinnur skulu bara herja á aftur. www.in.fo: Fleiri enskir miðlar skriva nú, at Radamel Falcao er á veg í Manchester United upp á ein leigusáttmála. Eftir øllum at døma er bert eftir at Falcao skal gjøgnum eina læknakanning, umframt persónlig viðurskifti eisini skulu fáast upp á pláss. Heimasíðurnar skriva: Ítróttar klumman Hilmar Jan Hansen ítróttur ítróttartoymið Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Pætur E. Jensen Tíðindaskriv Árligu stórsteypadystirnir hjá hondbóltinum verða sunnu­dagin 21. sep­tember, og tað verða Hond­bólts­ sam­bandið og Lions Club, ið sam­starva um tiltakið Í mong ár hevur Lions Club í Føroyum skipað fyri stór­steypa­dysti í fótbólti, og nú er Lions Club eisini inni í mynd­ini í sambandi við stór­steypa­ dystir í hondbólti, har bæði kvinnur og menn skulu kappast um hvør sítt Lions­ bikar, sum steypið kallast. Samstundis fer ágóðin av dyst­unum til vælgerandi enda­mál, sum vanligt er, tá Lions Club er uppií. Stórsteypadystirnir verða báðir sama dag, sunnu­dagin 21. september, í ítróttar­høll­ini á Hálsi í Havn, har kvinn­ur­nar hjá Kyndli og Neistanum spæla klokkan 17 og menn­inir hjá KÍF og Kyndli klokkan 19. Í báðum førum er fyrra liðið føroya­meist­ari og tað seinna steypa­vinnari. Samstarvið, sum av­talað er millum Hondbólts­sam­ band Føroya og Lions Club í Føroyum, er lagt soleiðis til rættis, at Hond­bólts­sam­ bandið skipar fyri øllum tí ítróttarliga, so sum at seta dómarar, dómaraborð, út­vega heiðursmerki og geva av­varð­andi feløgum boð, meðan Lions Club letur steyp, skipar fyri innkrevjing og umrøðu av dystunum. Reglurnar fyri Lions­ bikar­inum hjá bæði kvinnum og monnum eru tær somu, at spælt verður um bikørini í 10 ár, og tað felag, ið oftast vinnur steypið í hesum tíðar­skeiði, fær tað til ognar. Stendur á jøvnum millum tvey ella fleiri feløg eftir hesi 10 árini, verður spælt, til eitt felag hevur vunnið oftari enn hini. Kristin Restorff Mouritsen sat uttanfyri alla steypafinaluna og boðar nú frá, at hann heldur ikki fram í HB Mynd: Álvur Haraldsen Hondbólturin kappast um Lionsbikar Kristin gevst í HB Tróndur Arge Orsøkin er tó ikki, at hann sat uttanfyri allar 90 min­ uttirnar leygarkvøldið, men at hann flytur niður í lestrar­ ørindum. Kristin R. Mouritsen, sum hevur spælt fimt flestar minuttir fyri HB í lands­ kapp­ingini í ár, vil ikki gera viðmerkingar til hansara leiklut í steypafinaluni – ella mangul upp á tað sama. Kristin váttar tó, at hann ikki heldur fram í HB eftir hetta kappingarárið. Hann flytur niður síðst í oktober. – Eg flyti niður aftaná kapp­ingarárið, so eg spæli nokk ikki við HB komandi ár, sigur Kristin R. Mouritsen, sum óiva er vónbrotin av at vera ein óbrúkur útskiftari í steypafinaluni. Hann hevur ikki tikið avgerð um hvønn leiklut fót­ bóltur kemur at spæla, með­ an hann býr í Danmark. Fleiri HB’arar sama veg Tað ljóðar eisini, at fleiri spælarar umhugsa at fara av land­inum í lestrarørindum. Teir eru Heini Vatnsdal, Tróndur Jensen og møguliga Teitur M. Gestsson. Heini Vatnsdal spældi í gjár sum ein maður, ið skuldi vísa Lars Olsen, lands­liðs­ venj­ara, at tað var ein feilur ikki at taka hann við til lands­dystin móti Finnlandi. Hann var ein lyklaspælari í fjør, men hevur ikki megnað at spælt eins væl í ár. Eftir ætlan, so flytir hann av landinum í novembur mánaði. Tróndur Jensen hevur í ár húsast á miðvøllinum hjá HB. Kappingarárið byrj­ aði væl, men við tíðini hevur hann mist plássið og skað­ar hava darvað honum. Hann flytir møguliga eisini av land­ inum og verður tí helst ikki vð HB komandi kappingarár. Eisini málverjin, Teitur M. Gestsson, hevur spælt sær við tankan um at fara av landinum. Hann hevur tó sáttmála við HB fyri kom­ andi kappingarár, og her er einki avgjørt. trondur@sosialurin.fo