Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. september 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. september 2014 · Nr. 99 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Eyðun Klakstein Tað er ikki ein gamal, garv­ aður skipari við balli í munn­ klovanum, sum hevur leiðsl­ una av sjóstríðnum hjá Sea Shepherd í Føroy­um. Tað er hinvegin ein ung fronsk kvinna við uni­versitets­út­ búgv­ing í um­hvørvis­vísind, sum er á odda fyri sjó­fólk­ inum hjá um­hvørvis­felags­ skap­inum. Lamya Essemlali hevur áður leitt kampanjur hjá Sea Shepherd í Miðalhavinum og í Vesturafrika, og í summar hevur hon staðið fyri sjó­ part­inum av kampanjuni, tey kalla Grindstop. Tá ið grind varð funnin í Haraldssundi í juli mánaði, var tað mett sum stórur sigur hjá henni og felagsskapinum, at tey fingu rikið grindina til havs aftur. Men leygardagin vóru tey við undirlutan, tá ið grind varð hildin til á Sandi. Tríggir skjóttgangandi bátar hjá Sea Shepherd vórðu tikn­ ir, og 14 fólk vórðu hand­tikin. Øll fólkini eru latin leys aftur, men myndugleikarnir hava lagt hald á bátarnar fram til 25. september, tá ið rættar­málið hjá sjófólkunum skal fyri í Føroya Rætti. – Tað er ein smeitur fyri okkara kampanju, at vit hava mist tríggjar av okkara skjótt­gangandi bátum, men vit halda fram við stríðnum. Okkara fólk eru eftir grinda­ drápið leygardagin meira moti­verað enn nakrantíð, og ein avleiðing av drápinum hev­ur verið, at nýggj fólk hava bjóðað sær til at koma til Føroya at hjálpa okkum, sigur Lamya Essemlali. Lítil møguleiki at steðga drápi Grindadrápið á Sandi leygar­ dagin var fyrsti veruligi saman­bresturin millum Sea Shepherd aktivistar og myndug­leikarnar. Seks um­ hvørvis­fólk royndu av landi at órógva grindadrápið, men løg­reglan fekk skjótt rikið tey av vegnum. Tríggir bátar hjá Sea Shepherd komu eis­ ini á Sand, men eisini teir vórðu skjótt tiknir, og átta fólk, ið vóru umborð, hand­ tikin. Fyri eygleiðarar kundi tað tykjast ógvuliga lætt hjá løg­ reglu og sjóverju at rudda økið fyri aktivistar, men fyri leiðsl­una í Sea Shepherd var einki løgið í hesum. – Okkara fólk fáa greið boð um, at harðskapur ella krops­ligir samanbrestir eru ikki partur av okkara kam­ panju, og tað vildi verða løgið, um ikki løgreglufólk og her­menn, sum eru væl vand, ikki kundu handtaka nøkur fá sjálv­boðin fólk. Alt annað vildi verið løgið, sigur Lamya Essemlali. – Vit vistu, at tað var ógvuliga lítil møguleiki fyri at steðga grindadrápinum, og vit vildu helst sloppið undan handtøkum, men okk­ara fólk á landi royndu at hjálpa hvalunum, og tað syrgi­liga í øllum hesum er ikki, at vit hava mist bátar, ella at fólk vórðu handtikin, men at 33 hvalir doyðu. – Eg vóni ikki, at hetta fer at henda aftur, men vit kunnu heldur ikki siga, hvussu vit fara at reagera, um eitt grindadráp verður aftur í ár. Tað veldst um um­støður­nar, sum verða tá, sigur Lamya Essemlali. Diskriminatión Tað órógvar herferðina hjá Sea Shepherd munandi, at tríggir at teimum sjey bát­ unum, sum felags­skap­urin hevur í Føroyum, eru tiknir og eru í varðveitslu hjá myndug­leikunum. – Tá ið okkara bátar komu til Sands, fingu teir einki gjørt, og ætlanin hjá teim­ um var ikki at leggja uppí, tí tað var ov seint. Vit vildu bara hava myndir av grinda­dráp­inum, og tí skilja vit ikki, at okkara bátar vórðu tiknir. Øll kunnu taka myndir av grinda­ drápinum, men vit meldurin Vit eru ikki komin til Føroyar at berjast – Okkara fólk fáa greið boð um, at harðskapur ella kropsligir samanbrestir eru ikki partur av okkara kampanju, og sjálvandi kunnu væl vand løgreglufólk og hermenn handtaka nøkur fá sjálvboðin fólk. Men vit halda fram við stríðnum, sigur Lamya Essemlali, sum stjórnar sjóstríðið hjá Sea Shepherd í Føroyum