Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. september 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 3. september 2014 · Nr. 99 meldurin vórðu handtikin, og bátar­nir tiknir frá okk­um. Tað halda vit verða dis­kriminerandi, sig­ur Lamya Essemlali. – At myndugleikarnir nú bíða við rættarmálinum til 25. september er bara ein snildur máti hjá teimum at hava okkara bátar. Lamya Essemlali viður­ kennir, at tað er ein smeitur fyri Sea Shepherd, at tey hava mist tríggjar bátar. Tey umhugsa at fáa aðrar bátar til Føroya, men enn er ikki greitt, um tað letur seg gera. – Í øllum førum halda vit fram við okkara stríði, og tað kann verða, at eitt hægri tal av sjálvbodnum vaktar­fólki á landi kann kom­pen­ sera nakað fyri mistu bátarnar, sigur hon. Í løtuni eru góð 70 fólk frá Sea Shepherd í Føroyum, og tað er nøkun­ lunda talið, sum hevur verið alt summ­ar, hóast nak­að av útskift­ing hev­ur ver­ið í fólk­inum. Hetta talið av akti­vist­um verður verð­andi í Før­oy­um, til kam­ panjan hjá Sea Shepherd endar í heyst. Hevur broytt hugsan Sea Shepherd byrjaði sína herferð í Føroyum tann 17. juni, og síðani hava bert tvær grindir verið inni á før­oyskum firðum. Onnur grind­in varð rikin aftur til havs av Sea Shepherd fólki, og hin varð hildin til á Sandi leygar­dagin. – Vit harmast, at 33 hval­ ir eru dripnir, men saman­ borið við onnur ár er talið ikki stórt, og tað kunnu vit fegn­ast um, sigur Lamya Essemlali. – Men tað hevur eins stóran týdning fyri okkum, at vit eru í Føroyum og gera vart við okkum. Hetta skapar nógva umrøðu av grinda­ dráp­inum bæði í Føroyum og aðrastaðni, og fyri okkum hevur tað stóran týdning, at grindadrápið er eitt kjakevni bæði millum føroyingar og onnur. – Tað ringasta, sum kann henda, er, at grindadrápið heldur fram, og eingin leggur í tað ella kjakast um tað. Lamya Essemlali sigur seg hava fingið eina aðra mynd av føroyingum og grinda­dráp­inum, síðani hon kom til Føroya. – Eg helt, at megin­ part­urin av føroyingum var við í grinda­drápi fyri spenningin og av drápshuga, men tað haldi eg ikki longur. Tað er ein minniluti, sum fær njót­ing av grindadrápinum, men tey flestu eru við, tí tað er ein traditión, og tað er trupult at gevast við nøkrum, sum mann hevur gjørt í øldir, sigur hon. – Eg havi havt nógvar góðar diskusiónir við før­ oyingar, og eg havi eis­ini fingið vinir her. Eg hevði ikki roknað við, at føroyingar og frak­lendingar hava so nógv felags, sum vit hava. Tað er ikki nakar serligur munur á at verða í selskapi við ungar føroy­ingar og ungar frak­ lend­ingar. Eg vóni eisini, at fólk hava fingið eina aðra hugsan um okkum og okkara sjónar­mið. Eingin føroyskur stuðul Tá ið Sea Shepherd hevði fyrsta tíðindafundin í Havn fyri hálvum øðrum mánaði síðani varð nevnt, at tey merktu øktan stuðul frá føroy­ing­um í stríðnum ímóti grinda­drápi. Men Lamya Essemlali heldur, at føroy­ ingar vilja ikki siga nakað al­ment. – Í mínum samrøðum við føroyingar upplivi eg ofta, at fólk eru eitt sindur líkaglað við grindadrápið. Tey siga, at heldur grindadrápið fram, so heldur tað fram, og steðgar tað, so fara tey ikki at sakna tað. Men tað er eingin føroy­ ingur, sum vil standa fram al­ment og tala ímóti grinda­ dráp­inum. – Vit hava spurt onkur fólk, um tey vilja føra sínar sjónar­mið fram til okkara upp­tøku­tól, men tað nokta tey øll fyri. Eingin vil alment sáa iva um grindadrápið, sig­ ur Lamya Essemlali. Herferðin hjá Sea Shepherd í Føroyum heldur fram hendan mánaðin, og tá ið rættarmálið hevur verið 25. september, taka tey støðu til, nær kampanjan steðgar. – Í løtuni er eitt sindur ógreitt, hvussu leingi vit verða í Føroyum á hesum sinni, men tá ið vit hava verið í rætt­inum 25. september, taka vit støðu til, hvat skal henda víðari, sigur Lamya Essemlali. eydun@sosialurin.fo Eg helt, at megin­part­urin av føroyingum var við í grinda­drápi fyri spenningin og av drápshuga, men tað haldi eg ikki longur Mynd: Álvur Haraldsen Lamya Essemlali • Hevur ættarbond til Marokko, men er fødd og upp­vaksin í Fraklandi • Búsitandi í Paris • Master í Umhvørvisvísindi frá Université Pierre et Marie Curie • Forseti fyri Sea Shepherd í Fraklandi • Leitt aljtóða kampanjur í Miðalhavinum og Vesturafrika • Leiðari fyri sjódeildina hjá Sea Shepherd í Føroyum FAKTA