týsdagur 2. september 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. september 2014 · Nr. 99
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
Myndin
av
persónligu
notatbókini
hjá
Marjuni
Hanusardóttir
stendur
eftir í minninum, nú løg
mansstjórin tríggjar tímar
í effektivari spyrjitíð sat á
avhoyringarbonkinum fram
man fyri Hans Gammeltoft
Hansen.
– Tað hevði sjálvandi verið
gott, um vit embætisfólk
høvdu verið við, tí so var
kanska ikki so nógv at
diskutera ídag. So hevði tað
í øllum føri staðið her, segði
Marjun Hanusardóttir og tók
upp svørtu notesbókina við
bláa rygginum.
Svarið kom, tá løgmans
stjórin varð biðin um at
greiða frá, hvat hon sum
hægsta embætisfólk í før
oysku
fyrisitingini
helt
um, at løgmaður fundaðist
einsamællur við stjóran í CIP,
Rúna Bro Róin.
Avhoyringin av løgmans
stjóranum vísti, at Løgmans
skrivstovan var fullkomiliga
avkoblað í tunnilsmálinum,
avgerandi dagarnar síðst í
juni. Hetta hóast løgmaður
hevði ein lutfalsliga aktivan
leiklut.
Kanningarstjórin
er í løtuni við at finna útav,
hvussu aktivur leikluturin
hjá
løgmanni
var
hesar
dagarnar.
Telefonin
Tað stendur øllum greitt,
at mánadagin 24. juni í fjør
fekk Kári P. Højgaard boðini
frá løgmanni, at sáttmáli fór
ikki at vera undirskrivaður
í Løkshøll 27. juni klokkan
10, soleiðis sum CIP og Inn
lendismálaráðið
ætlaðu.
Men framvegis ber ikki til
at staðfesta nakrastaðni í
almennu fyrisitingini, hvørt
CIP-stjórin Rúni Bro Róin
eisini fekk boðini henda
mánadagin.
– Nei, eg veit einki um,
hvørt løgmaður tosaði í tele
fon við Rúna Bro Róin henda
dagin, segði Marjun Hanus
ardóttir undir avhoyringini.
Løgmansstjórin
mátti
viðurkenna, at einki telefon
notat er at finna á Løgmans
skrivstovuni.
Undir
síni
avhoyring
fríggjadagin segði løgmaður,
at hann snøgt sagt ikki
minnist, um hann tosaði í
telefon við Rúna Bro Róin
henda dagin. Hinvegin hev
ur løgmaður fyrr sagt í
samrøðu við útvarpið hjá
Kringvarpinum,
at
hann
tosaði í telefon við Rúna Bro
Róin henda mánadagin 24.
juni í fjør.
Undir avhoyringini mána
dagin upplýsti hjásitarin hjá
løgmanni, advokaturin Sig
mund Poulsen, at løgmaður
nú hevur fingið útskrift av
øllum samrøðum á síni far
telefon, dagarnar 24. til 28.
juni. Og her er eingin sam
røða við Rúna Bro Róin,
sambært Sigmundi Poulsen.
Hann upplýsti harumframt,
at løgmaður nú hevur biðið
um at fáa eina útskrift av
sínari fastnettelefon.
Tá Hans Gammeltoft Han
sen skuldi taka saman um
avhoyringina av løgmans
stjóranum vildi hann hava at
vita, í hvønn mun hon hevur
vegleitt og ráðgivið løgmanni
um at taka notat.
– Serliga havi eg roynt
at minna hann á at taka
telefonnotat. Har eru vit
embætisfólk ikki altíð við,
og eisini kunnu telefonsam
røður til dømis vera uttan
fyri
vanliga
arbeiðstíð,
svaraði Marjun Hanusar
dóttir og grundgav við, at
tað kann vera trupult hjá
fyrisitingini at fylgja málum
upp, um einki notat er at
fyrihalda seg til.
Avhoyringin av Marjuni
Hanusardóttir vísti, at løg
mansstjórin
einki
fekk
at vita um avgerðina hjá
løgmanni at avblása veitslu
na í Løkshøll, tá landsstýris
maðurin í innlendismálum
ætlandi skuldi skriva undir
størstu samferðsluútbygging
í føroya søgu. Tað vakti
undran hjá kanningarstjóra
num, ikki minst tá løgmaður
og løgmansstjórin vóru sam
an stóran part av mánadeg
num.
–
Nevndi
løgmaður
ongantíð, at forrestin verður
tunnilsætlanin send aftur
í løgtingið, spurdi Hans
Gammeltoft Hansen.
– Nei, tað gjørdi hann ikki,
svaraði Marjun Hanusar
dóttir.
Løgmansstjórin
greiddi
frá, at heldur ikki á lands
stýrisfundinum henda sama
mánadagin 24. juni varð
tunnilsætlanin tikin upp á
tungu. Hon staðfesti í sama
viðfangi, at Kári P. Højgaard
var ikki við á landsstýris
fundinum.
Fundirnir
Sjálv fór Marjun Hanusar
dóttir uttanlands í privat
um ørindum týsmorgunin
25. juni. Hon var tí ikki til
arbeiðis á Løgmansskriv
stovuni, tá løgmaður fór
á fund við Rúna Bro Róin,
mikumorgunin 26. juni.
Undir avhoyringini stað
festi Marjun Hanusardóttir,
at einki skrivligt tilfar er at
finna frá hesum fundi. Spurd,
hvørt løgmaður vanliga er
einsamallur á fundum av
slíkum slag, svaraði Marjun
Hanusardóttir vegna sína
fyrisiting:
– Okkara útgangsstøði
er, at vit eru við til at leggja
til rættis og eisini eru við á
teimum fundum, sum hava
við økið hjá løgmanni at gera,
segði Marjun Hanusardóttir
og legði afturat, at sjálvandi
kemur tað fyri, at fólk koma
á gátt til óformelt kaffiprát
hjá løgmanni.
Marjun
Hanusardóttir
segði seg hava skilt, at lands
stýrismaðurin í innlendis
málum hevði biðið løgmann
um at tosa við CIP og greiða
teimum frá sínari politisku
avgerð um at tunnilsætlanin
skuldi
aftur
í
løgtingið,
heldur enn undirskrivast í
Løkshøll 27. juni.
– Men tað hevði sjálvandi
verið gott , um vit embætis
fólk høvdu verið við, tí so
var kanska ikki so nógv
at diskutera, segði Marjun
Hanusardóttir.
Løgmansstjórin upplýsti,
at hon síðani hevur tosað við
løgmann um hesi viðurskifti.
– Men sum eg skilji á løg
manni, so hevði hann fatað
samrøðuna sum sera ófor
mella, segði Marjun Hanus
ardóttir.
– Tað vil siga, at bara tað
er nóg óformelt, so er í lagi,
spurdi Jens Wang vegna
kanningarstjóran.
– Eg sigi ikki at tað er í lagi.
Eg haldi greitt, at løgmaður
skuldi havt embætisfólk við
sær á fundin við Rúna Bro
Róin 26. juni, svaraði Marjun
Hanusardóttir undir avhoyr
ingini.
Undir
síni
avhoyring
fríggjadagin segði løgmaður
soleiðis um fundin:
– Tað var ein reint ófor
mellur fundur, har eg bjóð
aði ein kaffimunn og greiddi
honum frá politisku støðuni
og at tunnilsmálið nú skuldi
aftur í løgtingið. Fundurin
vardi ein tíma til hálvan
annan, segði Kaj Leo Holm
Johannesen undir avhoyr
ingini.
Partur av arbeiðssetningi
num hjá Hans Gammeltoft
Hansen er at kanna, hvønn
leiklut løgmaður hevur havt
í
tunnilsmálinum.
Kann
ingarstjórin ætlar nú at biðja
Rúna Bro Róin um at geva
sína frágreiðing.
Eisini hósdagin 27. juni
var fundur í Tinganesi. Aftur
hesaferð møtti løgmaður
uttan embætisfólk. Og aft
ur her vísti avhoyringin av
løgmansstjóranum, at Løg
mansskrivstovan
stend
ur púrasta á berum, tá ein
kanningarstjóri nú kemur
afturumaftur.
Spyrjarin hjá Gammeltoft
spurdi eftir kalendaranum
hjá løgmanni, har einki sæst
til fundin við CIP-stjóran:
– Nei, eg kann veruliga
ikki svara fyri tí, segði Marj
un Hanusardóttir, ið ikki so
frægt fekk hjálp frá persón
ligu, svørtu notatbókini við
bláa rygginum.
Løgmansstjórin var sum
nevnt uttanlands.
Umframt løgmann eru
landsstýrismaðurin Kári P.
Højgaard, aðalstjórin Rúni
Joensen,
ráðgevin
Kurt
Bardeleben, CIP-stjórin Rúni
Bro Róin og ein advokatur
hjá CIP við á fundinum 27.
juni. Rúni Joensen hevur
seinni skrivað sítt egna notat
frá hesum fundinum. Men
nú málið verður endavent
av kanningarstjóra, hava nú
fyrrverandi aðalstjórin og
løgmaður hvør sína fatan av
tí, ið fór fram.
Í
síni
frágreiðing
til
kanningarstjóran
hevur
Rúni Joensen greitt frá,
at
í
veruleikanum
var
tað løgmaður, sum gjørdi
ískoytisavtaluna við CIP, hó
ast tað formliga var Kári P.
Højgaard, ið skrivaði undir.
– Tað eri eg ósamdur
í. Rúni Joensen var við á
fundinum 27. juni. Hann
hevði orðið og segði greitt,
at uppgávan at gera eina
møguliga
avtalu
lá
hjá
landsstýrismanninum Kára
P. Højgaard, segði Kaj Leo
Holm Johannesen í síni frá
greiðing.
Undir
síni
avhoyring
greiddi løgmansstjórin frá, at
manglandi dokumentatiónin
kom fyrstu ferð til sjóndar,
tá fyrispurningarnir frá løg
tingslimum tíðliga í fjørheyst
byrjaðu at regna niður yvir
Løgmansskrivstovuna.
– Tað var ein stór uppgáva
at svara øllum fyrispurn
ingunum. Trupult at finna
útav, hvat vendi upp og niður.
Løgmansskrivstovan strídd
ist við at fáa samanhang í
og fáa skapt røttu myndina
og felags fatan av tí, ið fór
fram, greiddi Marjun Hanus
ardóttir frá.
Orsøkin
var,
sambært
frágreiðingini hjá løgmans
Holini á Løgman
kanningarstjóri
Avhoyringin av løgmansstjóranum vísir veikleikar í embætisverkinum beint undir løgmanni.
Løgmansskrivstovan hevði trupult við at endurskapa og dokumentera, hvat fór fram í
Tinganesi avgerandi dagarnar í tunnilsmálinum, og hartil tykist eftirlitisskyldan passiv
– Eg haldi greitt, at løgmaður skuldi havt embætisfólk við sær á fundin við Rúna Bro
Róin 26. juni, segði Marjun Hanusardóttir, tá hon varð avhoyrd í tunnilsmálinum