Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. september 2014síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 3. september 2014 · Nr. 99 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 stjóranum, manglandi doku­ menta­tiónin. Men sambært løg­mans­ stjóranum var Rúni Joensen við til at skapa hesa felags fatan­ina av tí, ið var farið fram. Harvið stuðlar Marjun Hanusardóttir løgmanni, nú hansara orð stendur ímóti orði­num hjá nú fyrrverandi aðal­stjóranum. – Tað er mín greiða fatan, at Rúni Joensen helt ikki, at tað var løgmaður, sum gjørdi nakra avtalu, segði Marj­un Hanus­ar­dóttir undir av­hoyr­ ing­ini. Hjásitarin hjá løgmanni tók fatur í hesa útsøgn, tá hann fekk høvi at seta løgmansstjóranum spurn­ ingar: – Skal tað skiljast so­ leiðis, at henda felag fatan­in var millum løg­mann, Rúna Joensen og Løg­mans­skriv­ stovu­na, spurdi Sigmund Poul­sen. – Ja, soleiðis skal tað skiljast, svaraði Marjun Hanusar­dóttir. – Sæst henda felags fatan­ in aftur í teimum svarum, sum vórðu latin løgtinginum, spurdi Sigmund Poulsen. – Ja, tað ger hon av­gjørt, svaraði Marjun Hanus­ar­ dóttir. Eftirlitið Marjun Hanusardóttir varð eisini biðin um at greiða frá eftirlitisskylduni og rætningslinjum í hes­ um sambandi. Eins og lø­ g­mað­ur gjørdi tað undir síni avhoyring, so greid­di løgmansstjórin frá eftir­liti­ num, ið er tvíbýtt millum eitt løg­frøði­ligt og eitt politiskt eftir­lit. – Vit fara ikki út og gera kann­ing­ar. Vit eru ikki pro­ aktiv í okkara eftirliti, segði Marjun Hanusardóttir og greiddi frá, at eftirlit í høvuðs­heitum verður gjørt í sam­band við kærur ella mál, sum eru nógv frammi í al­ menna rúminum. Hans Gammeltoft Hansen er mill­um annað biðin um at kanna, um løgmaður hevur røkt sína eftirlitisskyldu. Undir avhoyringunum varð løgmannsstjórin spurd um nógv umrødda, kritiska notat­ið, ið deildarstjórarnir fyri lógar-, kommunu- og um­hvørvisøkið í felag skrivaðu til lógaruppskotið um Eystur­oyartunnilin, sum lands­stýrismaðurin legði fyri løgtingið á ólavsøku í fjør. Notatið, ið er dagfest 4. juli 2013, varð loyniligt líka til Sosialurin skrivaði um tað fríggjadagin 9. august í fjør. Landsstýrisfundur var í Tinganesi, dagin eft­ir at aðal­stjórin í inn­lend­is­ mála­ráð­num hevði fing­ið kritiska notatið frá sí­n­um deildarstjórum. Rúni Joen­ sen var við á lands­stýris­ fundi­n­um henda 5. juli, har Eystur­oy­artunnilin eisini varð umrøddur. Undir avhoyringunum mána­dagin mintist Marjun Hanusa­r­dóttir ikki, at krit­ iska notatið varð umrøtt á landsstýrisfundinum. Hon hev­ur heldur einki fund­ar­ referat ella stikkorð í per­ són­ligu notatbókini, ið vísa at notatið varð diskuterað á nevnda fundi. Notatið elvdi sum kunnugt til nógv rumbul og nógvar spurn­ inga­r, tá innihaldið í tí lok­ sins kom undan kavi. Avhoyringin av løgmans­stjóranum vísti, at Løgmansskrivstovan var sera passiv í málinum. Har var snøgt sagt eingin reak­ tión, tá forsíðan á fríggj­a­ dags-Sosialinum fortaldi um notat­ið. Sjálv fór løgmansstjórin við Norrønu kvøldið fyri, og sá tí ikki blaðið, sum hon annars fær heim í post­kass­ an. Spyrjarin hjá Gammel­ toft vildi tí hava at vita, hví eingin annar á Løg­mans­ skriv­stovuni boðaði frá hesi for­síðu, sum løgmaður undir síni frágreiðing segði seg held­ur ikki hava sæð. – Eg havi tosað við kunn­ ingar­ráðgeva, sum segði seg vera á veg í feriu. Hini embætis­fólkini høvdu mest fest seg við, at tað í greinini stóð at Sosialurin fekk ikki innlit í notatið. Og tað hildu tey ikki vera so undarligt, greiddi Marjun Hanus­ar­ dóttir frá. Atfinningarnar móti sjálv­ um lógaruppskotinum vóru annars nógvar, tá tað gjørdist alment. Bæði politiskar, løg­frøðisligar og av meira tekniskum slag. Kortini gjør­di Løgmansskrivstovan einki fyri at útinna sítt eftir­ lit, tá tað gjørdist al­ment, at fakkunnleikin í Inn­ lendis­málaráðnum fakt­iskt hevði gjørt sínar við­merk­ ingar og hevði eina røð av viðmerkingum, ið vórðu hildnar loyniligar fyri løg­ tinginum, sum var farið und­ ir at viðgera lógar­upp­skotið. Undir avhoyringini segði Marjun Hanusardóttir so­ leið­is um notatið: – Tað er ikki óvan­ligt, at løgdeildin í Inn­lendis­ málaráðnum hevur við­merk­ ingar til lógar­uppskot. Men sjálv­andi, tá eg eftirfylgjandi lesi hetta notatið, so er greitt, at tað er av serligum karak­ teri, segði Marjun Hanus­ar­ dótt­ir. Tað 11 síður drúgva nota­ tið umfataði sum nevnt viðmerkingar, bæði frá lógar-, kommunu- og um­ hvørvis­deildini í Inn­lendi­s­ málaráðnum. Undir avhoyringini av løgmansstjóranum varð fokus eisini sett á upp­lýs­ ing­ar­nar frá Lands­verki um prís­munin fyri føroyska sam­ felagið, tá privat felag skuldi gera Eystur­oy­artunnilin, held­ur enn tað almenna. Kári P. Højgaard var somikið mis­ nøgdur við tølini frá Lands­ verki, at hann lat vera við at bera upplýsingarnar víðari til løgtingið, tá hann svaraði grein-52 fyrispurningi um evn­ið. Ein avgerð, ið Hans Gammel­toft Hansen er biðin um at kanna og vurdera. Løgmansstjórin metti hinvegin ikki, at eftir­litis­ skyld­an røkkur so langt: – Vit hava ongan leiklut í samband við grein-52 fyri­ spurn­ingar. Aðalráðini svara sjálvi. Spurd um innihaldið í svari­num frá Landsverki, svaraði Marjun Hanus­ar­ dótt­ir diplomatiskt: – Man skal altíð vera varin við at halda upplýsingum aft­ur fyri løgtinginum. Samanumtikið Tá kanningarstjórin skuldi taka saman um av­hoyr­ing­ ina vildi hann hava løg­mans­ stjóran at útdýpa, hvat hon legg­ur í orðið eftirlitisskylda. – Tað liggur nærum í før­ oysk orðinum eftirlit. Vit skulu inn í málið aftaná, hygg­ja uppá tað og fylgja upp. Tað er ikki tað sum at føra kontroll, segði Marjun Hanusar­dóttir og gjørdi eina samanbering við sítt gamla starv á Heilsufrøðiligu Starvs­stovuni, har kontroll­ upp­gávan er munandi meira ítøki­lig og fastløgd. Løgmansstjórin teknaði upp munin millum rættarligt og politiskt eftirlit, har mark­ ið kann vera ringt at defi­ nera. Nú er tað uppgávan hjá kanningarstjóranum at meta um, hvat liggur í kann­ing­ar­ setninginum ”at kanna, um løgmaður hevur røkt sína eftir­litisskyldu.” Hans Gammeltoft Hansen hev­ur higartil umleið 2000 síð­ur av skjølum at arbeiða við, umframt avhoyringar av fleiri lyklapersónum í tunnilsmálinum, sum hvør í sínum lagi geva sítt íkast til samlaðu myndina. Eft­ir avhoyringina fekk Gammel­ toft persónligu notat­bókina hjá Marjuni Hanus­ar­dótt­ ir til láns. Noturnar verða brúkt­ar í víðari kann­ing­ar­ arbeiði­num. Væntandi er komið væl inn í 2015, áðrenn enda­lig frágreiðing liggur á borði­ num. sskrivstovuni kanningarstjóri Trupult er at dokumentera sjálvt grundleggjandi viðurskifti, nú kanningarstjórin skal lýsa, um Kaj Leo Holm Johannesen hevur fyrisitið málið um Eysturoyartunnilin á lógligan hátt Myndir: Álvur Harladsen