Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. september 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. september 2014 · Nr. 99 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kanningarstjóri Jón Brian Hvidtfeldt Fokus var á ein fund í so­ nevndu ”lítlu samgongu” 19. august í fjør, tá formaðurin í Miðflokkinum varð av­ hoyrdur í sonevnda tunnil­ s­málinum. Undir vitnis­ av­hoyr­ing greiddi Jens av Rana frá, at á hesum fundi varð nógv umrødda notatið frá deildarstjórunum í Inn­ lendis­málaráðnum umrøtt. Almenningurin fekk fyrstu ferð kunnleika um nota­tið, tá Sosialurin kundi av­dúka tað á forsíðuni og í grein í blaðnum fríggjadagin 9. august. Undir avhoyringini segði Jenis av Rana seg vera skelk­ aðan av hesum tíð­ind­unum, ið komu bara tríggj­ar dag­ar eftir at løg­ting­ið hevði 1. við­ gerð av tunnils­upp­skoti­num. Tí varð forsíðan á Sosiali­ num til umrøðu, tá teir fýra floksformenninir hittust á óformligum fundi í ”lítlu sam­gongu” 19. august. – Eg skilti greitt á lagnum, at endamálið við fundinum í lítlu samgongu var at fáa meg at skifta meining. Men eg hevði eisini mínu egnu agenda fyri fundin, eg vildi hava meira kunning, greiddi Jenis av Rana frá. Tráspurdur um fundin í lítlu samgongu segði for­mað­ urin í Miðflokkinum: – Eg spurdi um notatið, ið eg hevði lisið um í Sosiali­ num, og vit tosaðu um tað í einar 20 minuttir. Eg bað um innlit í hetta notatið, men landsstýrismaðurin í inn­ lendis­málum noktaði. Allir vistu Sambært Jenisi av Rana var tað eingin ivi um, at allir fýra floks­formenn greitt vistu, hvat notat talan var um. – Tað var greitt mín per­ són­liga fatan, at løgmaður ken­di til notatið, tá vit tos­ aðu um málið á fundi í lítlu samgongu 19. august, sva­r­aði for­maðurin í Mið­flokki­num framman fyri kann­ingar­ stjóra­num. Jenis av Rana varð biðin um at seta orð á, hvat varð sagt um notatið á hesum fun­di: – Løgmaður tosaði ikki so nógv. Tað var mest Jør­ gen Niclasen, ið tosaði. Hann tosaði um tey, sum høvdu skrivað notatið, og tað var greitt, at honum dám­di tað ikki. Jørgen fór í holt við at tekna upp eina kon­spira­ tiónsteori. Men løg­mað­ur er ein vinarligur og posi­tiv­ ur maður, so hann royndi at glatta út, segði Jenis av Rana, sum sambært síni frágreiðing vildi hava hetta notatið á breddan á fundinum við hinar floks­ formenninar: – Eg tosaði um hesa grein­ ina í Sosialinum, og eg helt tað vera sera óhósk­andi, at kritiska notat­ið varð av­dúk­ a­ð, bara tríggj­ar dagar eftir at løg­ting­ið hevði 1. við­gerð av tunnils­upp­skoti­num, greid­di Jenis av Rana frá. Undir avhoyringini segði for­maðu­ri­n í Miðflokkinum, at hann fekk tilboð um at tosa við Rúna Joensen og Kaj Jo­hanne­sen um notatið. – Men eg fekk til dømis ongan­tíð tilboð um at tosa við Nellu Festirstein, ið hevði undir­skrivað notatið, segði Jenis av Rana. Undir avhoyringini gav for­maðurin í Miðflokkinum greitt til kennar, at hann heldur lítið um út­søgn­ir­nar, at eingin á Løg­mans­skriv­ stovuni hevur sæð ella rea­ gera uppá forsíðusøguna: – Vit hava ikki so nógvar avís­ir í Føroyum. Hetta var upp­undir vikuskiftið og blað­ið lá frammi allastaðni. Um ikki løgmaður sjálvur hevði sæð blaðið, so átti onk­ ur í Tinganesi at havt fing­ ið alvorliga reyð oyru, segði Jenis av Rana undir av­hoyr­ ing­ini mánadagin. Meðan kollsiglda, pri­vata tunnilsætlanin fram­vegis gevur politisku skipanini og embætisverkinum í Før­oy­um stórt høvu­ð­ brýggj, so er talvan viskað rein á Langelinie Allé 41 í Keyp­manna­havn. – Hatta málið hava vit lagt aftur um okkum, sig­ ur Rúni Bro Róin. Stjórin í Copenhagen Infra­structure Partners gevur greitt til kennar, at hann als ikki fylgir við í tí eftirspæli, ið stóðst av samráðingunum við lands­stýrið, har CIP bjóð­aði sær til at byggja, fíggja, eiga og reka Eysturoyartunnilin. Fríggjadagin boðaði Hans Gammeltoft Han­ sen frá, at hann ætlar sær at biðja Rúna Bro Róin og ráðgevan hjá Inn­ lendis­málaráðnum, Kurt Bardeleben, um at geva sínar frágreiðingar. Held­ ur ikki tey tíðindini eru kom­in vegin fram til CIP- stjór­an. – Fáa vit ein fyri­ spurn­ing, so fyrihalda vit okkum til tað, ljóðar stut­ ta svarið frá Rúna Bro Róin. Sum nevnt í aðrari grein ber framvegis ikki til at staðfesta nakra staðni í almennu fyrisitingini, hvørt løgmaður ringdi til Rúna Bro Róin mánadagin 24. juni í fjør. Heldur ikki her hevur CIP-stjórin nak­að at leggja afturat. – Málið er avgreitt frá okk­ara síðu. Vit halda fokus á tær verkætlanir, ið eru áhugaverdar fyri okk­um, svarar Rúni Bro Róin. jonbrian@sos.fo – Málið um Eysturoyartunnilin er avgreitt frá okkara síðu. Tað er stutta viðmerkingin hjá stjóranum í CIP, Rúna Bro Róin Tunnilin er fortíð Jenis av Rana: Løgmaður kendi kritiska notatið Vit fýra floksformenn tosaðu um kritiska notatið frá deildarstjórunum í einar 20 minuttir, sigur Jenis av Rana, sum vísir aftur manglandi vitan hjá hjá løgmanni – Um ikki løgmaður sjálvur hevði sæð Sosialin, so átti onkur í Tinganesi at havt fingið alvorliga reyð oyru, segði Jenis av Rana undir avhoyringini mánadagin Rúni Bro Róin var persónurin, sum løgmaður fundaðist einsamællur við. CIP-stjórin kann tí gerast eitt áhugavert vitni, væl at merkja um Gammeltoft fær hann at geva frágreiðing