týsdagur 2. september 2014síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. september 2014 · Nr. 99
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í dag, 3. september 2014, er
eitt ár síðani Edna Højgaard
í Saltnesi andaðist bert 55
ára gomul. Edna var elst av
teimum trimum børnum hjá
Annu og Hans Karl Saltá.
Edna vaks upp í Saltnesi.
Hon gekk sjey ár í skúla á
Toftum og so í realskúla á
Glyvrum. Í 1977 byrjaði hon í
starvi hjá Føroya Banka, sum
19 ára gomul, og tað gjørdist
hennara lívsstarv. Hon starv
aðist í Føroya Banka og so í
BankNordik, heilt til hon
vegna sjúku mátti gevast.
Edna giftist við Hilmari
Højgaard úr Rituvík í no
vember 1978. Tey bygdu sær
hús í Saltnesi. Tey fingu trý
børn: Kjartan í 1979, Hans
Karl í 1980 og Hildegerð í 1986.
Edna og Hilmar eiga 6 ommu
og abbabørn. Opinleiki, gesta
blídni og vinsemi eyðkendu
bæði Ednu og Hilmar, og tí
kom tað at seta sín góða dám
á teirra heim og familjulív.
Edna var ein sjálsama
kvik, røsk, skipað og ordulig
kvinna. Tað hon skuldi gera,
gjørdi hon bæði skjótt og væl.
Hon hevði sínar meiningar,
og var ikki bangin fyri at
siga tær. Hon var viljasterk,
tá hon setti sær mál fyri.
Edna vísti tíðliga at hon
hevði sett álit sítt á Guð.
Kristiligi barnalærdómurin,
hon fekk í barnaheiminum, í
kirkju og skúla, var sum ein
“matpakki”, hon fekk við út
í lívið, og sum hon livdi av
og í.
Í 1994 byrjaði Edna sum
deknur í Nes kirkju. Sama ár
varð Fríðrikskirkjan vígd, og
Edna helt á fram sum deknur
har. Hon gekk høgt upp í sítt
arbeiðið sum deknur, og
læs so leingi hon orkaði, og
kanska eitt sindur afturat.
Í 2006 fekk Edna staðfest
krabbamein. Hon fekk við
gerð og var frísk fram til 2010,
tá sjúkan vitjaði aftur. Eftir
tað stríddist hon við sjúkuna,
inntil hon 3. september í fjør
sovnaði burtur.
Hóast Edna alt sítt lív
trúði á Jesus, var tíðuligt at
síggja, at sjúkan knýtti hana
fastari og fastari at Jesusi.
Hon gjørdist meiri og meiri
opin við at tosa um Jesus og
bíbliuna, og tað bæði heima
við hús, á arbeiðsplássinum,
í missiónshúsinum – ja, alla
staðni.
Edna var millum annað
virkin í barnaringinum í
missiónshúsinum í mong
ár. Eisini har var hon virkin
so leingi hon orkaði – og
nakað afturat. Soleiðis var
Edna. Eitt hjartamál var eitt
hjartamál, og tí kundi hon
ikki loypa frá - hóast mátt
urin gekk undan.
Vit eru mong, sum hava
notið gott av góða hjarta
lagnum
og
gestablídnin
um hjá Ednu og Hilmari á
Rókavegi 26. Altíð kendi eg
meg vælkomnan. Prátið
gekk bæði lætt og lívligt og
áðrenn ein visti av, so hevði
Edna gjørt ein drekkamunn.
Ofta endaði løtan við einum
bíbliuorði og bøn. Alt meðan
Edna gjørdist meiri og meiri
sjúk, gjørdust samrøðurnar
okkara millum um lívið,
deyðan og ævinleikan, um
Jesus og bíbliuna djúpari og
djúpari.
Edna vildi liva. Hon hevði
so nógv at liva fyri og kendi
líkasum, at hon var ikki liðug
at liva. Hon livdi í mótsetn
inginum – sum kortini ikki
er ein mótsetningur, men eitt
“paradoks”: At seta sítt álit
á tann almáttuga Guð, sum
kann grøða her og nú, og
samstundis hvíldi í tí bíbilska
sannleikanum, sum Paulus
umrøður soleiðis í Rómverja
brævinum 14.8: “Tí um vit
liva, so liva vit Harranum, og
um vit doyggja, so doyggja
vit Harranum; annaðhvørt
vit tí liva ella doyggja,
hoyra vit Harranum til”
Tað gevur dirvið at liva og
frið at doyggja, tá tann løtan
kemur. Tað upplivdi Edna.
Góða Edna. Hóast tú nú
ert “burturi úr likaminum
og heima hjá Harranum”
vil eg einaferð enn takka
tær fyri tað tú vart fyri tíni
nærmastu og fyri okkum
onnur við, sum komu at
kenna teg. Tøkk eisini fyri
títt stóra og trúfasta ar
beiðið bæði í kirkjuni og í
missiónshúsinum. Vit eru
mong, sum takka Guði fyri
teg – og sakna teg!
Góðu Hilmar og familjan
øll. Takk fyri tað, tit vóru fyri
Ednu. Hon var bæði takk
som fyri tykkum og stolt av
tykkum. Jesus styrki tykkum
í sakni og sorg tykkara.
Eg vil enda hesi minning
arorð við einum orði, sum
Edna, Hilmar og eg javnan
tosaðu um tá eg vitjaði
tey, síðstu tíðina hon livdi.
Tað stendur í Sálmi 73,26.
“Um mítt hold forferst og
mítt hjarta, er tó Guð mín
klettur og mín lutur allar
ævir”-
Tað var eydnan í lívinum
hjá Ednu – og vitnisburður
hennara.
Ærað veri minnið um
Ednu Højgaard.
Torleif Johannesen
Minningarorð um
Ednu Højgaard í Saltnesi
f. 12. nov. 1958. d. 3. sept. 2013