týsdagur 2. september 2014síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 3. september 2014 · Nr. 99
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eg standi við køksvindeygað
og hyggi oman á Mýriveg.
Havi ofta staðið her og eyg
leitt Hans Dávid. Hann var
altíð í gongd við okkurt, og
tað hann var í holt við, fylgdi
ofta
árstíðunum.
Hann
byrjaði tíðliga um várið at
putlast í urtagarðinum, um
summarið var tað hoygging,
um heystið lambsskurður og
seinast á árinum hingu altíð
nakrar harur uppi undir tak
skegginum. Men nú er hann
ikki at síggja longur, hann er
farin um sýnina fyri seinastu
ferð.
Hans Dávid var norðskála
maður, føddur 25. november
1956, og sonur Arna og Karlu
Dam. Sum avbygdarmaður
kenni eg ikki til barnaár tíni,
men havi skilt, at tað var lív
í, har Hans Dávid var.
Tú fórt tíðliga av bygdini
at fáa tær útbúgving, tí fe
lagsskúlin var ikki komin,
tá tú fórt úr fólkaskúlanum.
Seinni fórt tú av landinum,
og tókst útbúgving sum inn
andura arkitektur.
Tú komst aftur til Norð
skála saman við Eydnu og
teimum báðum elstu børn
unum seinast í áttatiárunum.
Tit gjørdu skjótt av og keyptu
eini mestsum nýggj sethús,
meðan vit seinni bygdu nak
að omanfyri hjá tykkum.
Tit fingu síðani tvey børn
afturat.
Tey fyrstu árini arbeiddi
tú hjá Árna Winther arki
tektum, men seinni fekst tú
tær tína egnu teknistovu, A3.
Tú hevur verið við í ymsum
verkætlanum, t.d. Norðskála-
Oyrar skúla, ymiskt hjá Eik
banka og nú tú legði árarnar
inn, vart tú við í eini verk
ætlan á Eysturskúlanum í
Havn.
Hugflog
og
handalag
eru so ymisk, men tú hevði
ágrýtni, hugflog og handalag,
sum gjørdu, at nakað sást
eftir, har tú vart. Tá tú vart
fluttur í húsini, ført tú skjótt
í gongd við at laga ein øðrvísi
urtagarð enn flestu gera, har
tú slapst undan hegni ella
rimaverki, til tess at verja
móti seyði. Jú, teir kunnu
standa á tveimum beinum
upp eftir grótlaðingini og
toyggja seg upp eftir grønu
nálunum oman á garðinum,
men ikki meira enn tað. Inni
í garðinum gjørdi tú har
afturímóti eina niðurfelling
við góðum sólargangi og lívd.
Tú plantaði trø og runnar av
ymsum slag, sum tær dámdi
væl at tosa um. Innandura
hevur tú eisini brúkt títt
hugflog og tína útbúgving á
serstakan hátt.
Tú
vart
traðarmaður
burturav, og brúkti nógva tíð
norðuri á trøðni hjá móðurini
at fáast við seyð og hoygging,
og onkuntíð kálvar, gæs og
enntá kalkunir.
Seinastu umleið seks árini
hevur tú verið upp í komm
unupolitikki og eg hugsi, at
tær hevur dámt tað væl.
Vit høvdu onkur áhuga
mál í felag, sum at ganga til
rørsluvenjing og sokallaða
svimjing, sum tó mest er
rokaligt, men stuttligt, bólt
spæl í hylinum um vetrar
nar. Harafturat høvdu vit
umhvørvi og náttúru í felag
og harmaðust um náttúru
kostnaðin av at hava eitt
nútíðar samfelag; at tær
stórslignu áirnar, sum renna
oman í Sundalagið, vóru tikn
ar til elframleiðslu.
Men tað vóru eisini góðar
løtur í náttúruni. Minnist
eitt summarkvøld av teimum
føgru, tú komst niðan í túnið
og spurdi, um tað ikki hevði
verið eitt hugskot at farið
niðan á Knúk í kvøld. Lítla
løtu seinni hevði tú savnað
nakrar mans afturat, og so
varð farið avstað. Koyrdu
niðan til tunnilin og síðani
til gongu. Niðan eftir Lokka
felsryggi,
upp
ígjøgnum
Lokkafelsdurin og niðan á
Knúk, meðan sólin setti. Om
an aftur um Nøvuna, oman
ígjøgnum hamrarnar, meðan
pollamjørkin so spakuliga
kom norður ígjøgnum Sundið
hesa summarnáttina. Hetta
eru løtur sum sita eftir, har
alt er so einfalt, man er sum
man er, og náttúran gongur
sína gongd.
Líðin eystantil á Dalkins
fjalli var tín haruleið í fleiri
ár, sum tú so væl greiddi frá í
sendingin Spískamarið. Góð
at ganga nógvastaðni, men
eisini brøtt í støðum. Tit
høvdu eydnuna við tykkum á
hvørjum túri, og komu aftur
í øllum góðum við fongi og
ríkaðum sinni.
Tú hevði eisini tað fyri at
detta inn á gólvið, at standa
í køksdurinum, uttan at nak
ar varnaðist. Onkuntíð so
hissini, men sum oftast við
onkrum upp á hjarta, onkr
um tú hugsaði um og hevði
hug at tosa um. Tær dámdi
at vera við, tá nakað var, og
tú smæddist ikki at taka orð
ið á almennum fundum upp
á tín seigliga máta. Gott er
at minnast aftur á føðingar
dagar, veitslur, nýggjárshald
og onnur hugnalig tiltøk.
Vit hava ein grannadag
um árið her í býlinginum
oman fyri Mýriheygg. Fyrstu
árini var tað meira ella
minni hissini og vit brúktu
eitt útgrivið grundstykki í
nøkur ár. Men so gekk tað
sum ætlanin var, hús komu á
stykki, men grannadagurin
varð
húsvillur.
So
varð
funnið upp á at brúka
eitt útfylt øki sunnanfyri
Mýriheygg millum sev og
hømiliur. Várið eftir fanst
tú upp á at gera økið til eitt
býlingaøki við sjálvbodnari
arbeiðsmegi og stuðli frá
kommununi. Vit fingu ein
slættan
girdan
græsvøll,
fitta brúgv tvørtur um løkin,
ein snøggan hyl í løkinum
til børn at spæla í og ein
røðarastein við tilhoyrandi
plankum til áhoyrarar upp
eftir heygnum.
Best sum leikur var so
góður komu boðini um, at tú
vart sjúkur, seinast í august í
fjør, og at útlitini vóru vána
lig. Hetta var sjálvandi ein
skelkur fyri tykkum øll, men
eisini fyri grannar og vinir.
Ein hópur av spurningum,
sum ikki hava nakað svar. Tó
fyri okkum uttanfyri húsa
veggirnar bart tú sjúkuna
og hóttanina við sinnisró at
síggja til. Tú royndi at koma
til tey somu tiltøkini, sum
tú vart vanur. Fram móti
jólum vart tú við til fimleik,
og tú vart eisini ein dag eftir
harum undir Dalkinsfjalli.
Eisini hendan veturin hingu
harur undir takskegginum.
Men í vár bar ikki til meira,
hóast roynt var við ymsum
viðgerðum.
Hóast illa sjúkur vildu tú
helst vera heima mest møgu
ligt. Ta einu ferðina tú komst
norður av sjúkrahúsium, var
eg til gongu við einum smá
barni niðri á Mýrivegi. Tit
steðgaðu bilinum, og tú rull
aði rútin niður. Nú vart tú
sjónliga merktur av sjúkuni.
Helst havi eg spurt, hvussu
stendur til, og tú svarar: Tað
er upp og niður, men tað er
ein partur av lívinum. Helst
kendi tú á tær, at hetta var ein
tann seinasta ferðin. Tú vart
eisini ein túr norðuri á trøðni.
Longu sama kvøld vart tú
aftur á sjúkrahúsinum
Seinast í mai var tíma
glasið tómt. Ein stórur hópur
fylgdi tær til tín seinasta
hvíldarstað. Orð kunnu ikki
lýsa sorg og sakn hjá tykkum
sum eftir sita. Hann styrk
tykkum gevi, sum øllum
man valda. Friður veri við
minninum um Hans Dávid
Dam.
Ingvard
Hans Dávid Dam til minnis