týsdagur 2. september 2014síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. september 2014 · Nr. 99
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ella hjá Virgari farin
– verður saknað í samkomu og býi
Mánakvøldið 18. august komu
boðini, at Ella Jacobsen, bú
sitandi í Hirtshals, er farin
heim til Harran.
Ella var gift við Virgar
Jacobsen, ættaður úr Vatns
oyrum. Ella hevur verið
ógvuliga sjúk seinastu tíðina,
og er eisini farin gjøgnum
nógva pínu; men kortini
hevur hon roynt at hildið
mótinum uppi hjá bæði sær
og familjuni. Seinastu tíðina,
tá hon hevur ligið á Hjørring
sjúkrahúsi, hevur hon vitað
hvat klokkan hevur sligið, og
nú, hon var vorðin ógvuliga
troytt, ynskti hon bert at
sleppa heim til tann Harra,
sum hon trúði á sum ung
genta. Ella var vorðin sjúk av
krabbameini í hálvt annað
ár.
Barnatrúgv
Ella kom til trúgv sum heilt
litil smágenta. Hon hevur
sjálv greitt frá, at tað var
meðan Olhard Hansen úr
Fuglafirði hevði barnamøtir
í Mizpa á Eiði. Tá hoyrdi
hon evangeliið um frelsuna
í Jesusi so greitt, at hennara
barnatrúgv greip orðið um
deyða Jesusar á krossinum.
Henda vitnisburð gav Ella
víðari til síni børn og ommu
børn.
Í Klaksvík
Ella hevði kunna feira sín 65
ára dag í mei næsta ár, men
so skuldi ikki verða, nú hon
bert 64 ára gomul fór frá
manni og familju. Hon vaks
upp á Eiði, sum, tá hon var
barn og tannáringur, var
ein avsíðisliggjandi bygd í
Føroyum. Í 1965 flytur Ella
til Klaksvíkar, bert 15 ára
gomul, sum fyri hana má
hava verið sum at koma av
landinum til stórbýin. Hon
var eitt skiftið arbeiðsgenta
hjá Ásvør og Poul Færø, men
arbeiddi eisini eitt tíðarskeið
í Kósabúðini. Ella, sum var
von at ganga á møti í Mizpa
á Eiði, gekk eisini á møti tá
hon búði í Klaksvík. Hon kom
regluliga í Betesda, har hon
eisini gjørdist fastur limur í
Betesdakórinum - Ella plagdi
at siga, at hetta var ein sera
góð tíð fyri hana!
Møtti manninum
Um hetta mundið var ein
ungur drongur komin til
Klaksvíkar, sum eisini var úr
eini avsíðisliggjandi plássi í
Føroyum. Talan er um Vatns
oyradrongin Virgar Jacobsen,
sum eisini í 1965, 17 ára
gamal, flytur til Klaksvíkar.
Virgar fór í málaralæru hjá
málarameistaranum
Óla
Steinberg.
Virgar kom eisini í Bete
sda, og sang eisini í Betesda
kórinum, og tað var í Betesda
umhvørvinum, at tey møttust
og gjørdust trúlovað, og
longu í 1968 gingu tey saman
í hjúnaband, ávíkavist 18
og 20 ára gomul. Tey fingu
sostatt 46 ár í hjúnabandi.
Tey fingu børnini: Bernard,
Albin, Jógvan, Signar, Jón
og Evi. Ella og Virgar eiga 20
barnabørn. Tvey av børnun
um hjá Ellu og Virgari búgva
í Hirtshals, meðan hini fýra
búgva ávíkavist á Eiði, Gøtu
og í Havn. Tey búðu 6 ár í
Klaksvík, tá tey í 1972 fluttu
til heimbygdina hjá Ellu. Ella
og Virgar bygdu sær hús á
Eiði, har tey komu at bú
leikast og fostra síni børn.
Teirra andaliga heim var í
samkomuni í Mizpa.
Flyta til Hirtshals
Tá børnini vóru komin upp í
aldri, fóru tey at hugsa um at
flyta til Danmarkar og royna
eina nýggja tilveru har. Tey
fluttu endaliga í 1994. Tey
valdu at búgva í Hirtshals,
har Ella m.a. kom at royna seg
sum sjómanskona, tá Virgar
var tvey ár til skips við einum
av nótabátunum í Hirtshals.
Virgar arbeiddi annars sum
málari í Hirtshals, og arbeiddi
eisini eitt tíðarskeið hjá stóra
reiðaríðnum Color Lines.
Malta
Í árinum 2000 fingu Ella og
Virgar eina nýggja lívsav
bjóðing. Tá fluttu tey inn
á Malta, har tey komu at
virka sum fyristøðufólk í
3 ár. Ella gjørdist ein trú
fastur stuðul, væl stuðla
av manninum, í krevjandi
samkomuarbeiðinum á Malta
líka inntil fyri nøkrum fáum
vikum síðani, tá hon ikki
orkaði meira. Ella og Virgar
hava búð í Hirtshals í 20 ár,
har tey gjørdust ein føst
mynd bæði í samkomuni á
Malta og eisini í býnum - Ella
verður saknað av mongum í
Hirtshals í dag!
Aftur til Eiðis
Seinastu tíðina hava Ella
og Virgar tosað nógv um at
flyta aftur til Eiðis, nú flestu
av teirra børnum búgva í
Føroyum. Ella var farin at
gleða seg til at flyta heim, og
hon plagdi at nevna í hesum
sambandi, at tá fóru tey at
kunna koma til samfelags
møtini og til kvinnustevnu
og mansstevnu í Zarepta -
men heimflytingin bleiv ikki
á tann hátt sum Ella hevði
hugsað sær!
Andakt á Malta
Tað var eingin ivi hjá Virg
ari og familjuni, at konan
og mamman skuldi jarðast
í barndómsbygdini. Fríggja
dagin var ein andakt hildin
á Malta, har kistan við Ellu
varð kórsett kl.14.00. Fleiri
enn 100 fólk høvdu leita sær
inn á Malta fyri at minnast
Ellu. Meðan fólki settist í
salinum, fyltu Sela-systrar
nar salin við sínum vakra
sangi.
Hans Djurhuus legði fyri
við stuttum innleggi, har
hann læs Jóhannes kapitul
11, ørindini 21-27. Síðani sungu
tær tríggjar systrarnar sang
in, “Er Jesus nær....” Tað var
eitt serligt ynski frá familjuni,
at júst hesin sangurin skuldi
syngjast.
Høvuðstalari var Gulak
Madsen. Hann gekk út frá
tekstinum í 2. Korintbrævi
kapitiul 5, ørindini 1-8. Gu
lak talaði um tað, sum
teksturin eisini lærir, at “tá
kistan verður senkað niður í
grøvina, so er tað ikki konan,
mamman ella omman, sum
liggur har, men einans tjaldið,
sum sál og andi hennara búði
í. Sálin og andin hjá Ellu eru
flutt heim til Harran,” segði
Gulak.
Edmund Joensen, sum
hevur búð mong ár í Hirts
hals, endaði andaktina við
einum stuttum orði. Hann
tók m .a. soleiðis til: “Ella segði
mangan: “Minnist til, at tað
eru mong onnur, sum kenna
Harran og sum ikki ganga í
okkara samkomu!” Við hes
um vildi Ella undirstrika, at
tað eru ikki einans okkum á
Malta, tað snýr seg um, men
nógv onnur eisini!
Uttan fyri Malta
Tá kistan fór við líkvogninum,
sum
koyrdi
næstan
við
ongari ferð niðan gjøgnum
Vinkelvej, stóðu øll uttanfyri
Malta og eygleiddi líkvognin
inntil hann kom til hornið
Vinkelvej/Vestergade. Hetta
var ein talandi og kensluborin
løta, tí hóast tað var skýggjað
og ikki sørt av vindi, so sendi
sólin nakrar ljósar og heitar
strálir, júst hesa løtuna,
niður yvir Vinkelvej 2, meðan
henda stóra mannfjøld stóð í
djúpari tøgn og mintist Ellu.
Tá kistan sneiddi til vinstru
á horninum á Vestergade,
segði onkur spækuliga, at “nú
fór Ella um sýnuna” - Ella er
farin um sýnuna! Vit síggja
hana ikki aftur her, men so
satt vit trúgva, at Jesus doyði
og reis uppaftur, so skula
vit síggja hana aftur á upp
reisnardegnum!
Við Norrønu
Kistan kom heim við Norrønu
mánamorgunin 25. august
kl.06.00, og fór beinleiðis í
Mizpa á Eiði, har jarðarferðin
varð hildin týsdagin kl.14.00.
Virgar og familjan vóru
øll við Norrønu, sum fór
úr
Hirtshals
leygardagin
kl.16.30. Tað var grípandi, og
samstundis ein vøkur sjón at
eygleiða umborð á Norrønu,
at Virgar hevði øll síni børn
og fleiri av abbabørnunum
rundan um seg, nú hann
fór heim at fylgja konuni til
gravar – ein sigursgleði mitt
í sorgini! (Undirritaði var við
Norrønu.)
Jarðarferðin
Jarðarferðin var kl.14.00 úr
Mizpa á Eiði týsdagin 26.
august. Longu væl áðren
kl.13.30 var salurin og kjall
arin fullsett. Eisini stóðu
fólk uttanfyri, og fólk sótu
eisini í stórum bussi, sum
var parkeraður beint uttan
fyri Mizpa.
Av tí, at bæði Ella og Virgar
sungu við í Betesdakórinum
miðskeiðis í sekstiárunum, so
var ynski frammi, at Betesda
kórið luttók á jarðarferðini.
15 fólk úr kórinum, við Árna
Jacobsen á odda, myndaðu
Betesdakórið undir jarðar
ferðini, sum setti sín dám
á løtuna, við trimum sang
framførslum.
Synirnir Jógvan og Albin
luttóku báðir. Jógvan inn
leiddi, meðan Albin endaði
løtuna. Poul Færø hevði
høvuðstaluna, sum hann
eisini var væl ílatin til, tí
hann kendi foreldur henn
ara væl, og kendi eisini Ellu
bæði sum smágentu og sum
unga gentu, tá hon kom til
Klaksvíkar at tæna í heim
inum hjá Ásvør og Poul. Poul
segði millum annað, “at Ella
var til stóra signing í heimi
okkara!”
20 rósur
Betesdakórið sang meðan
kistan varð borin út, og með
an sólin og himmalhválvi
vísti seg frá síni vakrastu
síðu, gekk fólkið yvir í kirkju
garðin, har Jóhan Larsen,
barndómsvinur
við
Ellu,
hevði eina seinastu heilsan.
Tá kistan var sett niður í
grøvina, sóust 20 hvítar
rósur hvør eftir aðra falla
niður yvir kistuna, sum tann
seinasti kossurin frá teimum
20 ommubørnunum hjá Ellu,
sum nú eiga eina ommu
heima hjá Jesusi.
Við hesum orðum verður
ynsktur friður yvir minni
eftir Ellu Jacobsen!
Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@olivant.fo
Mynd tikin í salinum á Malta fyri fáum døgum síðani.
Møguliga seinasta myndin, sum er tikin av Ellu