týsdagur 2. september 2014síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 3. september 2014 · Nr. 99
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ein hósmorgun um mánaðar
skiftið september oktober í
1979 ringdi telefonin, áðrenn
eg var á fótum. Maðurin í
hinum endanum á telefonini
var Eivind Niclasen, og vóru
ørindini at siga mær, at næsta
túr skuldi eg verða skipari á
Vesturvón.
Fyri meg, ein 24 ára gaml
an og óroyndan mann, var
hetta ein ræðandi tanki, og
gav eg honum noktandi svar.
Tað er ílagi, svaraði Eivind og
boðaði frá, at hann kom at
vitja meg, tá ið hann kom úr
Sørvági leygardagin eftir.
Leygardagin eftir, meðan
vit bæði konan sótu við døg
urðaborðið, gekk hurðin, og
Eivind kom inn. Hann setti
seg við borðið yvir av mær,
legði hattin á stólin við síð
una av og segði, at nú fór
hann ikki útaftur, fyrrenn
eg hevði játtað at fara avstað
við Vesturvón næsta túr sum
skipari.
Gott nokk segði eg, at
so kom hann at bíða leingi,
men tá ið ein góð løta var
farin, og vit høvdu tosað um
viðurskiftini, tóku vit lógva
tak. 15. oktober 1979 byrjaði
fyrsti túrur av mongum við
Vesturvón.
Her byrjaði okkara vina
lag. Eitt vinalag millum ein
táverandi 24 ára gamlan og
ein 61 ára gamlan mann.
Eitt vinalag merkt av áliti
og virðing. Eitt vinalag, har
eg altíð visti, at hann stóð
aftanfyri, og sum eg altíð sá
skuggan av. Eitt vinalag, sum
bar ein ungan, óroyndan, og
í mongum førum skilaleysan
mann fram á leið, og sum
gjørdi, at skeivar avgerðir
mangan vóru avmarkaðar
ella fyribyrgdar á míni leið.
Eitt vinalag, har ongin avtala
var neyðug, og har eitt ja var
eitt ja og eitt nei eitt nei. Eitt
vinalag, har eg altíð, nátt
sum dag, kundi venda mær
til hansara um ráð.
Eivind er fluttur heim 96
ára gamal, mettur av døgum.
Farin inn um brimgarðarnar
og hevur lagt at í tí tryggu
havn, sum hann javnt og
samt tosaði og vitnaði um.
Loggið er tikið inn og ger
ongan snúning afturat.
Eitt lív er livað, har ongin
kann ivast í, hvat var hansara
lívsvirðisgrundarlag,
hvat
hann stóð fyri, og hvør var
hansara meining. Eitt lív
merkt av arbeiðssemi, røki
skapi, ábyrgdarkenslu og
trúfesti.
Eivind, takk fyri, at tú
tveitti meg á bláman. Takk
fyri, at tú vísti mær álit og
gav mær møguleikan. Takk
fyri, at tú stóðst við mína lið,
og takk fyri, at tú altíð vart
klárur at taka undir meg og
hjálpa mær, tá ið eg hevði
vassað ov djúpt. Takk fyri
tína fyrimynd.
.. Lat akker falla! Eg náddi
havn –
farvæl, tú brúsandi bylgja!
Eg trygt meg leggi í Jesu
favn,
hans, sum mær her vildi
fylgja.
Og kendar røddir meg blíðar
kalla,
sum akker míni so stilt nú
falla
við lívsins ljósu, føgru
strond..
Eivind, takk fyri alt, hvíl í
friði, og má Harrin styrkja
teg Elly og øll tykkara.
Jóhan Páll
Eivind Niclasen
16.07.1918 – 14.08.2014
Sita her við vindeygað,
eg og omma her inni,
eg skrivi hon bindur
hóast høgur er aldurin
minni onki bilar.
Útslitnar hendur so mangt
eitt plaggið er farið ígjøgnum.
Fólk at síggja í bønum
eftir vegnum aftur og fram
børnini spæla, hurðin gongur
hvør er her?
Gangi eftir sandinum, síggi
eitt gásapar við ungum,
eitt síl leypa upp úr sjónum,
heilsi upp á tey ið fara framvið
“Hey, ert tú her í dag”,
Ja enn einaferð lá leiðin
inn í Botnin.
Takk fyri nógvar góðar løtur omma og abbi, veit bróðir hevði
sagt tað sama, nú tit eru saman, saman við hinum báðum.
wAE.í K
Seinasta heilsan til ommu
Anna Louisa Jacobsen
31.01.20 – 08.04.14