Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-02, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. september 2014síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. september 2014 · Nr. 99 36 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur profilurin André Olsen Leygarkvøldið gjørdist Víking­ur steypa­vinnari fyri fjórðu ferð upp á sjey ár. Á Víkingaliðnum leygar­kvøldið vóru tríggir Víkinga leikarar, ið vunnu kapp­ing­ina um Løgmans­steypið fyri fimtu ferð. Ein av teimum var Hans Jørgen Djurhuus, ið hevur sín fót­bólts­upp­vøkstur hjá HB, ið var mót­støðuliðið hjá Víkingi í steypa­finaluni í ár. Viljin hevur borið á mál Tá Hans Jørgen Djurhuus um­boðaði HB var tað tó ikki nógv, ið bendi á, at hann skuldi vinna kappingina um Løg­mans­steypið so ofta. Hans Jørgen Djurhuus greiðir frá tíðini í HB: – Eg spældi øll míni ung­ dóms­ár í HB. Vit vóru ein rúgva av leikarum í HB í okk­ara árgangi. Tað vóru tó ikki so nógvir leikarar, ið komu á besta liðið hjá HB. Teir einastu, ið Hans Jørgen Djurhuus kann minnast aftur á, vóru Andrew av Fløtum og Mikkjal Thomas­ sen, ið báðir endaðu á lands­ liðnum. Hans Jørgen Djurhuus greið­ir harafturat frá, at hann sum yngri ikki hevði ser­liga stór útlit fyri at enda við at spæla í bestu deild­ini, tí fleiri av teimum fyrstu ár­ unum var Hans Jørgen part­ ur av bæði b og c lið­unum hjá HB. – Eg var heldur lítil á vøkstri, og var tí eitt sindur smæð­in á fótbóltsvøllinum. Eg minnist, at vit taptu eina rúgvu av dystum í ung­dóms­ deildini, har eg best minn­ist ein 32-0 ósigur móti grann­ unum úr B36. Hans Jørgen Djurhuus for­telur at hann í ung­linga­ deild­ini uppá 2 ár einans megn­aði at spæla ein dyst við HB, og hann var leiktur fyri 3. deildarliðið hjá HB. Tað er ein dystur, ið Hans Jørgen Djurhuus ikki minn­ ist væl aftur á. – Í unglingum slapp eg bara til dyst einaferð uppá 2 ár, og tann dystin leikti eg við 3. deild hjá HB. Eg minnist, at vit spældu dystin inni á Skála. Eg fekk ein harðan stoyt aftaná 15 minuttir, sum end­aði við tí at eg breyt báðar armar­nar hjá mær. Men tað forðaði mær ikki í at halda fram, tí eg vildi sleppa á besta liðið hjá HB. Árið eftir vendi tað hjá Hans Jørgen Djurhuus í HB, har hann fekk nógv størri álit enn frammanundan. – Eg minnist at Oddbjørn Joensen var venjari hjá næstbesta HB liðnum, og hann gav mær álit. Tað var fyrstu­ferð, at eg veru­liga slapp at spæla í vaksna­ manna­deild­ini. Í 1997 spældi Hans Jørgen Djurhuus fyri fyrstu ferð á besta liðnum hjá HB. Seinni valdi Hans Jørgen Djurhuus at skifta frá HB til B71, av tí orsøk, at útlitini fyri spælitíð vóru betri á Sandi enn í HB. Hans Jørgen Djur­ huus minnist eisini væl aftur á tíðina í B71. – Eg minnist hana sum eina tí bestu tíðina í mínari fót­bóltskarrieru. Vit høvdu eitt gott lið og eitt framúr gott samanhald. Harafturat fekk eg fulla spælitíð hvønn dyst, og tá fekk eg veruliga blóð á tonna til fótbóltin. Eigur føroyska metið fyri kort Tey flestu kenna Hans Jørgen Djurhuus sum ein leik­ara, ið er ein harður háls­ ur á mið­vøllinum hjá Vìkingi. Hans Jørgen Djurhuus er eisini tann leikarin í før­oysk­ um fótbólti, ið hevur fingið mest kort nakrantíð. Síðani 1995 hevur Hans Jørgen Djur­huus fingið 22 reyð kort og 117 gul kort uppá 19 ár. Hans Jørgen Djurhuus er tó ein maður, ið er bæði róligur og fryntleikur uttan­ fyri leikvøllin. Hans Jørgen Djurhuus greiðir frá, at hann sum yngri ikki hevði so góð útlit fyri at enda í fremstu føroysku deildini, men at viljin allatíð hevur borið Víkinga leikaran á mál. Leygarkvøldið vann Hans Jørgen Djurhuus kappingina um Løgmanssteypið fyri fimtu ferð Viljin hevur drivið verkið