týsdagur 2. september 2014síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 3. september 2014 · Nr. 99
ítróttur
profilurin
Havnamaðurin,
ið gjørdist ímyndin
av Víkingi
Hans Jørgen Djurhuus er
seinnu árini ein maður, ið
veruliga er blivin ein ímynd
av Víkingi. Síðani felagið
varð stovnað í 2008, hevur
Hans Jørgen Djurhuus øll
árini verið fastur partur av
felagsliðnum úr Gøtu og
Leirvík.
Orsøkin
til
at
Hans
Jørgen Djurhuus endaði sum
fótbóltsspælari í Gøtu, er tí
at hann í 2002 fekk sær unn
ustu úr Syðrugøtu. Hóast
hann flutti til Syðrugøtu í
2003, so byrjaði Hans Jørgen
Djurhuus tó ikki at spæla við
GÍ fyrrenn í 2005.
– Tvey tey fyrstu árini
spældi eg við AB í næstbestu
deildini.
Orsøkin til at Hans Jørgen
Djurhuus ikki spældi við
GÍ tvey tey fyrstu árini, var
tann, at hann ikki raðfesti
fótbóltin so ovarlaga.
– Eg keypti PE í Gøtu í
2003, og var tí væl meira upp
tikin enn vanligt. Av tí at AB
spældi í næstbestu deildini
tá, fekk eg lagaligari treytir
frá venjaranum, og tað er
orsøkin til at eg spældi á
Argjum tey árini.
Í 2005 skifti Hans Jørgen
Djurhuus tó til GÍ. Tað fyrsta
árið í GÍ var Hans Jørgen
Djurhuus eisini við til at
vinna kappingina um Løg
manssteypið við GÍ.
– Eg skifti til GÍ í 2005.
Krystozf
Popzynski
var
venjari hjá GÍ tá, og hann
gekk javnan í handilin hjá
PE, har hann spurdi meg, um
eg ikki hevði hug at royna
meg í GÍ.
– Eg valdi so at taka av í
2005, og tað er ein avgerð, ið
eg ongantíð havi angrað.
Hann greiðir harafturat
frá, at hann sum ungur í
90’unum altíð var líka hug
tikin av hugburðinum á GÍ
liðnum.
– Mær dámdi altíð væl
hugburðin hjá GÍ liðnum í
90’unum. Tað vóru leikarar,
ið veruliga spældu við hjarta
num.
Hans Jørgen Djurhuus
heldur at sami góði hugburð
urin sæst aftur á Víkinga lið
num í dag.
– Síðani Víkingur varð
stovnað í 2008, so tala úrs
litini í felagnum fyri seg. Vit
hava vunnið kappingina um
Løgmanssteypið fýra ferðir
uppá sjey ár, og harafturat
hava vit eisini leikt okkum
víðari í Evropa tvey ár á rað.
Hann greiðir frá, at upp
bakningurin í nærumhvørv
inum er framúr góður.
– Eg haldi at vit hava
fingið eitt framúr væl skipað
felag. Millum annað kann
nevnast, at øll tey yngru lið
ini hava vaksnar venjarar,
har tey flestu hava nógvar
royndir frá fótbólti.
– Eg meti, at hetta er
nakað, ið kemur at síggjast
aftur um nøkur ár, tá fleiri av
okkara ungu leikarum koma
upp á besta liðið.
Leikti dyst á
brúðardegnum
Í 2012 giftist Hans Jørgen
Djurhuus við unnustu síni
úr Syðrugøtu, Hjørdis Fríðu
Gregersen. Tað merkisverda
við brúdleypinum var tó tað,
at Hans Jørgen Djurhuus
bert ein tíma eftir at hann
sagt sítt ja í kirkjuni, fór at
leika dyst við Víkingi móti
B68.
Hans
Jørgen
Djur
huus minnist væl aftur á
minningarríka dagin.
– Eg minnist at brúdleypið
var í Gøtu kirkju klokkan
13:00 og at dysturin móti B68
varð leiktur klokkan 15:00.
Hans Jørgen Djurhuus fór
tí beint til dyst í Sarpugerði
eftir at hann hevði sagt sítt
ja, og hann greiðir frá, at
talan var um ein hendingar
ríkan dag.
– Beint eftir at dysturin
móti B68 var liðugur, fór eg
til Leirvíkar, har vit høvdu
stórt
brúdleyp
fyri
220
gestum.
At enda greiðir Hans
Jørgen Djurhuus frá, at
hann neyvan hevði megnað
tað sama í sínari fótbólts
karrieru, uttan framúr góða
uppbakkningin frá familjuni.
– Sum fótbóltsspælari,
skalt tú hava eina tolna
konu. Frá januar til síðst í
oktober, ert tú til venjing
hvørt eitt einasta kvøld
mitt í viku. Harafturat hava
vit verið sera upptiknir av
Europa League tvey tey
seinastu kappingarárini. Tí
merki eg ein góðan framúr
góðan stuðul frá konuni og
børnunum til fótbóltin hjá
mær.
– Tað er fleiri ferðir komið
fyri, at bæði kona og børn
eru til staðar við vøllin, tá
vit venja. Og hetta haldi eg
lýsir felagið Víking væl, tí eg
merki at fólkið í felagnum er
ein stór eind.
– Hans Jørgen Djurhuus
greiðir til endans frá, at hann
ikki ætlar sær at gevast í
Víkingi, fyrrenn felagsliðið
úr Gøtu og Leirvík er blivið
føroyameistari.
andre@sosialurin.fo
Í 2012 giftist Hans Jørgen Djurhuus við unnustu síni úr Syðrugøtu, Hjørdis Fríðu Gregersen,
og bert ein tíma eftir at hann sagt sítt ja í kirkjuni, fór hann at leika dyst við Víkingi
Privatmynd
Mynd: Álvur Haraldsen