Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-02, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. september 2014síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. september 2014 · Nr. 99 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hjálpir at tosa við onnur um demens Fleiri og fleiri fólk fáa stað­ fest sjúkuna demens, og hesi fólk eru heilt niður í 50 ára aldur. Í Føroyum sum aðrastaðni verður nógv skift orð um, hvussu vit skulu skipa væl­ ferðarsamfelagið í framtíðini. Hugburðurin má broytast, so sjúk og gomul kunnu vera heima sum longst. Hetta krev­ur nøkur tilboð, og at onnur eru til reiðar at rætta eina hjálpandi hond. Út frá hesum og út frá góð­um royndum í øðrum londum fór Alzheimerfelagið undir at hava samrøðubólkar fyri avvarðandi, og nú hevur Demenskaféin hetta tilboð. Á kaféini eru starvsfólk við nógvum kunnleika um demens. Í fjør varð fyrst ein roynd gjørd at hava demenskafé, og tað eydnaðist so mikið væl, at royndin varð tikin uppaftur í vár við at hittast tvær ferðir um vikuna í Degns húsi. Samverurnar í Degnshúsi verða nú meira skipaðar, og tilboðini verða fleiri. Anna Rubeksen og Poula Sørensen, sum standa fyri hes­um arbeiðinum, siga, at tær hava gott samstarv við hinar stovnarnar í komm­ ununi. Sperdar familjur Tá ið fólk fáa illgruna um byrjandi demenssjúku, vís­ ir kommunulæknin teim­um til demensstovuna á Lands­ sjúkrahúsinum, har sjúkan verður útgreinað. Á demensklinikkini sakna tey at hava tilboð at vísa til, tá sjúkan er staðfest. Ætlan okkara er at fáa demensklinikkina og onnur at vísa teimum til kaféina, siga Anna og Poula. Frá Alzheimerfelagnum vita tær, at nógvar familjur eru illa sperdar, tí eingin hjálp hevur verið at fingið. Øll familjan verður rakt, tá ið mamman, pápin ella makin fáa demenssjúku. Vit uppliva, at næstu skyldfólk okkara ikki koma á gátt longur, sigur ein kona, sum javnan kemur í Degns­ hús. Nógv fólk krógva, at tey hava fingið demens, aftra seg við at fara út, tí tey fáa illa tosað, og dementa konan sigur, at hon als ikki longur fer í stórar veitslur sum brúd­leyp og føðingardagar. Ikki tí hon skammast, men hon kennir seg ikki væl mill­ um nógv fólk. Tað ger manni mínum og mær væl at koma her, sigur ein kona. Tosið saman! Royndirnar hjá Onnu og Poulu eru, at í summum demen­sraktum familjum verð­ur ov lítið tosað um støð­ una. Ikki minst hjá teimum er gott at koma út at hitta onnur í somu støðu og at síggja, at tey eru ikki einsamøll. Tað hjálpir at kunna tosa við onn­ur, sum skilja tey, siga Anna og Poula. Tað er ilt at vita, hví demens­ur er eitt so burtur­ tagt evni. Helst er tað tí, at fólk eru óvitandi og bangin, og tey vita ikki, hvussu framtíðin sær út. Demensur er ikki ein aldurssjúka og eigur altíð at takast í álvara. Í Degnshúsi verður dentur lagdur á tað góða lívið. Tey sita ikki alla tíðina og tosa um demens, men sita og hugna sær, tosa um mangt og hvat aftur við einum drekka­ munni. Anna og Poula hava valt at halda til í hugnaligum um­ hvørvi og fegnast um høvi at kunna halda til í Degnshúsi, sum kommunan eigur og set­ ir til. Tað ber væl til hjá eini demensraktari familju at hava eitt gott lív, og tí kunnu vit hjálpa teimum við. Fleiri tiltøk Opið hús er í Degnshúsi týs­ dag og hósdag frá klokkan 10 til 13.30, og frá klokkan 13.30 til 16 verða ymisk tiltøk. Samrøðubólkar verða fyri avvarðandi í næstum, og har krevst tilmelding. Seinnnapartarnar verða ymisk tiltøk á skránni. Tær fra at hava ítriv, alt eftir tørvi og áhuga, rørslu, sang og at skriva lívs­søgu. Ætl­ anin er eisini at hava gamla­ mannadans og før­oyskan dans í Horna­hús­in­um. Anna og Poula vóna, at avvarðandi og onnur eru til reiðar at hjálpa til við ti­ ltøkum til dømis við at koma inn og tosa um gamlar dagar og at taka eina hond í við at gera kaffi. Nógv fólk, sum eru farin frá fyri aldur, kundu komið inn her at práta og sjálv fing­ ið stóra gleði av tí, siga Anna og Poula. Kaféin í Degnshúsi er ein vitanardepil um demens, og har kunnu fólk koma og fáa góð ráð og vegleiðing um eitt og annað, eitt nú hvørji rætt­indi tey hava til hjálp í heiminum. Í næstum verður ein fald­ari um demenskaféina í Degnshúsi lagdur út og sæst millum annað á facebook síð­ uni: Demenskafé og á Torshavn.fo Í Degns húsi í Havn hevur Heimið við Vallalíð nú eina verkætlan fyri fólk við demensi, avvarðandi og vinum teirra. Opið hús verður tvær ferðir um vikuna, og haraftrat verða gjørdir samrøðubólkar fyri avvarðandi og onnur tilboð Poula Sørensen og Anna Rubeksen standa fyri verkætlanini Tað ger væl at koma saman við øðrum í somu støðu Randi Jacobsen hevur skrivað greinina vegna Heimið í Vallalíð.