Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-02, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. september 2014síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 3. september 2014 · Nr. 99 Kamarkórið CantiAros er eitt vælakór kór úr År­hus við 20 sangarum. Kór­ið syngur klassiskan kór­ tón­leik frá renæssansuni til nútíðina. Konsertin í Havnar kirkju verður sunnu­dagin kl. 16 og tá fer kórið at syngja norð­ ur­lendsk­an kórtónleik av Thom­as Schattenberg, P. E. Lange-Müller, Svend S. Schultz og Niels la Cour úr Danmark, Edvard Grieg úr Noregi, Otto Olsson úr Svøríki, Jean Sibelius úr Finnland og Sunleif Ras­mus­sen úr Føroyum. Sang­ir­nir av Sunleif verða sungn­ir á føroyskum. Kon­ sert­i­n varar í ca. 40 min­utt­ir. Kórleiðari er Micha­el Hvas Thomsen, sum er urguleikari í klost­ur­kirkj­uni í Horsens og har­aft­ur­at dirigentur fyri ork­estr­ unum Den Jyske Sin­ foni­etta og kórinum Aar­hus Barokkor. 39 Gerandisdagurin fær eina væl­meinta skortfleingju, tá ið tær tríggjar sjón­leika­ kvinn­ur­nar Gunnvá Zach­ar­ i­a­sen, Beinta Clothier og Jen­ sina Olsen tann 3. sept­emb­er fara á pall í leikinum Or­saka! Við eini røð av smærri søg­um, um stórt og smátt, ironi­sera tær um tragi­kom­ isku treytirnar, sum tilveran býð­ur okkum nútíðar menn­ iskj­um. Gerandis-upplivingar við einum tragi­kom­ isk­um perspektivi Við einum eymum skálka­ brosi setur leikurin “Orsaka” á Tjóðpallinum, spegilin framm­an­fyri okkara lívi, og søg­ur­nar røra okkum, tí vit kenna okkum aftur. “Áh! At kunna bjarga øll­ um heiminum – bæði børn­ um og djórum” Saft­ig­ir dreymar um lekkur mann­ fólk. Avbjóðingin at fara á vesi, uttan at tað hvørki skal hoyr­ast ella lukt­ast. Ynskið, um at kunna melda seg sjúka fyri at fáa ta umsorganina, sum onnur al­tíð skulu hava frá tær. Børn­ini skulu vera bæði hjá mammu og hjá babba, og ræðsl­an kann vera stór fyri at fáa vitjan, tá alt húsið flýt­ur, og eingin mat­ar­ tugga er í hús­inum. Við øðrum orðum síggja vit í Orsaka! al­menn­iskja­ lig­ar ger­and­is­søg­ur, sum ikki tola dagsins ljós og sum tey fægstu ditta sær, at al­ manna­kunngera á Face­book. Danskur leikur Tað er danska Kamilla Wargo Brek­ling, sum hevur skrivað leik­in Orsaka!, sum er frá 2005. Hann er spældur á fleiri sjón­leikarhúsum í Danmark og hevur yvirhøvur verið væl­um­tóktur. Marita Dalsgaard er leikstjóri á leikinum Or­saka!, og hon hevur eisini um­sett leikin úr donskum. Pall­ myndin og rekvisittir hava Mar­ita Dalsgaard og Mikkjal Arge Galán staðið fyri. Leik­ ar­ar eru Beinta Clothier, Jen­sina Olsen og Gunnvá Zach­ari­asen. Turpin Nap. Djur­huus er ljóssniðgevi. Leikurin, sum varir um­ leið ein tíma og tjúgu min. verður frumsýndur 3. september kl. 19.30 á Tjóð­ pal­lin­um. Ein komisk tragedia ella ein tragisk komedia Orsaka! á Tjóðpallinum Konsert í Havnar kirkju við donskum kamarkóri TÍÐINDASKRIV Hond­ bólturin kappast um Lionsbikar Árligu stórsteypadystirnir hjá hondbóltinum verða sunnu­dagin 21. september, og tað verða Hondbóltssambandið og Lions Club, ið samstarva um tiltakið Í mong ár hevur Lions Club í Føroyum skipað fyri stórsteypadysti í fótbólti, og nú er Lions Club eisini inni í myndini í sambandi við stórsteypadystir í hondbólti, har bæði kvinnur og menn skulu kappast um hvør sítt Lionsbikar, sum steypið kallast. Samstundis fer ágóðin av dystunum til vælgerandi endamál, sum vanligt er, tá Lions Club er uppií. Stórsteypadystirnir verða báðir sama dag, sunnudagin 21. september, í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, har kvinnurnar hjá Kyndli og Neistanum spæla klokkan 17 og menninir hjá KÍF og Kyndli klokkan 19. Í báðum førum er fyrra liðið føroyameistari og tað seinna steypavinnari. Samstarvið, sum avtalað er millum Hondbóltssamband Føroya og Lions Club í Føroyum, er lagt soleiðis til rættis, at Hondbóltssambandið skipar fyri øllum tí ítróttarliga, so sum at seta dómarar, dómaraborð, útvega heiðursmerki og geva avvarðandi feløgum boð, meðan Lions Club letur steyp, skipar fyri innkrevjing og umrøðu av dystunum. Reglurnar fyri Lionsbikarinum hjá bæði kvinnum og monnum eru tær somu, at spælt verður um bikørini í 10 ár, og tað felag, ið oftast vinnur steypið í hesum tíðarskeiði, fær tað til ognar. Stendur á jøvnum millum tvey ella fleiri feløg eftir hesi 10 árini, verður spælt, til eitt felag hevur vunnið oftari enn hini.