Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. september 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. september 2014 · Nr. 100 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 blámusoppur Marjun Dalsgaard Tað er ræðandi at seta teg í skuld fyri tvær milliónir krónur fyri eini hús – serliga um tú ikki kanst búgva í teimum. Tað heldur Katrin Joensen, sum ongantíð aftur ætlar at keypa eini hús . Hon vil heldur búgva til leigu restina av lívinum. Fyri tveimum árum síðani keypti hon eini hús saman við Álvi Hansen. Har skuldu tey búgva saman við teirra, í alt fýra børnum. Men fyrsta dagin, tey fingu lyklarnar, var greitt, at okkurt var spinn­ andi galið. – Eg var skelkað yvir ógvus­liga luktin av fugti í hús­inum og visti alt fyri eitt, at okkurt var heilt galið, sigur Katrin Joensen. Tey høvdu verið og hugt eftir húsunum tvær ferðir, og tey høvdu havt ein serkønann við sær, áðrenn tey keyptu húsini, men tá kendu tey einki til roykin av blámusoppi. – Eg haldi, tað kemur an uppá ættina. Tað hevði verið gott veður tær ferðirnar, vit vóru og hugdu. Tann dagin, vit fingu lyklarnar, var regn og ringt veður, sigur Katrin. Hon setti seg alt fyri eitt í samband við Skyn, sum hevði sett húsini til sølu, og royndi at fáa tey at lata handilin ganga aftur. Men tað bar ikki til. Katrin fekk at vita, at freistin fyri at lata handilin ganga aftur, var farin. Tá hetta ikki gekk, setti Katrin seg í samband við fyrrverandi eigaran, men hann segði at tey kendu onki til fuktroyk og vistu tí ikki, hvat tey tosaðu um. Kendi einki til fukt Eftir at serkøn høvdu kann­ að húsið við yvir­flatu­kann­ ing­um og staðfest at lukturin stavaði frá ventilatiónini, av­gjørdu Katrin og Álvur at flyta inn. Tey fingu ven­ tila­tiónina reinsaða og settu nýggjan motor í, Tað kostaði 40.000 krónur og saman við máling og nýggjum gólvum og hurðum, settu tey húsini í stand í erva fyri eini 100.000 krónur, áðrenn tey fluttu inn. Tað gekk tó ikki lang tíð, áðrenn familjan byrj­aði at kenna árin frá blámu­sopp­ inum. Katrin gjørdist trong fyri bróstið, og maðurin fekk tekin um overuviðkvæmi. Tá fyrsti óveðursdagur kom eftir innflyting, kom fukt­ royk­urin aftur. – Ættin skifti, og tað var váttligt í veðrinum. Við eitt luktaði húsini aftur, og hetta var eftir at ventilatiónin var gjørd, og vit høvdu sett hús­ ini í stand. Tá hugsaði eg, at her er okkurt rav ruskandi galið, sigur Katrin Joensen. Ting, møblar og leikur, sum vóru inni í húsunum, lukt­aðu, og familjan kendi royk­in upp á sær sjálvari. – Okkara klæðir luktaðu. Vit merktu tað, tá vit komu út í bilin, har luftin var heilt annaðleiðis. Tú merkti tað somuleiðis, tá tú læt eitt vindeyga upp í húsunum, tí tað var so stórur munur á frísku luftini, ið kom inn, og so luftini inni í húsunum, sigur Katrin. Nú gjørdu tey av at senda boð eftir einum, sum kundi gera kanningar millum skins og hold. Hetta gav eitt heilt annað úrslit enn fyrra kann­ingin, sum bert var av yvir­flatuni. Somuleiðis vórðu kanningar gjørdar av luft­ini í húsunum og nýggju roynd­irnar vístu, at talið fyri sopparsporar í luftini var væl oman fyri mark. Ringast var í sovikamaranum. Hava flutt tríggar ferðir Katrin hevði júst átt eitt barn, og familjan flutti alt fyri eitt oman til mammu Katrina. Blámusoppur er serliga vanda­mikið fyri pinkubørn, og ógvusligu soppasporarnar í sovi­kamarinum vóru vanda­miklir fyri lítla barnið hjá teim­um. Men at flyta inn í sítt barna­kamar heima hjá mamm­uni, tá tú júst hevur átt, er ikki bara sum at siga tað. – Eg hevði glett meg til at vera á barsil. At vera í okk­ara nýggju húsum, og njóta fyrstu mánaðirnar av lívinum hjá tí yngsta. Hetta var als ikki tað, eg hevði droymt um. Nú sat eg brádd­ l­iga heima hjá mammu í mín­um egna barnakamari. Vit búðu í einum kufferti, og okkara ting vóru ikki hjá okkum. Tað var ein strævin tíð sigur Katrin Joensen. Hon bað um at sleppa aftur til arbeiðis, tá sonurin Hava uppg Katrin Joensen og familian fara ikki í húsini aftur, sum tey keyptu í november 2012. Tað vísti seg, at húsini vóru fongd við soppi, og familjan hevur bert búð í teimum í nakrar vikur. Tilburðurin hevur verið traumatiserandi, sigur Katrin, sum koyrur í ein langan boga rundan um húsini, fyri at sleppa undan at síggja tey Tað hevur ikki verið stuttligt at byrja sítt lív sum familja saman á hendan hátt - Hetta var fyrstu fer vit skuldu búgva saman. Nú skuldu vit royna hetta her; tíni børn, míni børn og okkara børn, men tað hevur ikki verið stuttligt at byrja sítt lív sum nýggj familja á hendan hatt, sigur Katrin Joensen