Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. september 2014síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Fríggjadagur 5. september 2014 · Nr. 100 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 blámusoppur ivið húsini var tíggju mánaðir. Eftir eitt hálvt ár flutti familjan í eini hús í Hoyvík, har tey búðu til leigu í eitt ár. Nú búgva tey í Havn í einum raðhúsum, sum tey ikki ætla at flyta úr fyribils. – Eg havi gjørt av, at eg fari ikki aftur í hasi húsini. Eg klári ikki at búgva har, tó tey yvaleyst verða superlekkur, tá tey eru sett í stand. Tí ber eisini til at gera ein langtíðar leiguavtalu her, sigur Katrin. Hon vil gjarna lova børn­ un­um, at tey ikki skulu flyta aftur fyribils. Lívið í kuffert­ inum orkar hon ikki longur. – Vit eru troytt av at flyta, og at ikki hava okkara egnu ting. Maðurin og børnini høvdu ikki havt nakað ímóti at flutt inn aftur í húsini, men eg kann slett ikki fara inn aftur har, sigur Katrin. Hon heldur ikki, at hon verður eydnusom í húsunum, sum hava elvt til so nógv stríð og høvuðbrýggj. – Tá eg skal heinta tann yngsta í barnagarðinum í granna­lagnum har húsini liggja, koyri eg ein umveg, fyri at sleppa undan at síggja tey, sigur Katrin. Ein avbjóðing fyri parlagið Miseydnaða húsakeypið hev­ ur verið ein avbjóðing fyri parlagið hjá Katrini og Álvi. Tey hittust í 2010, og høvdu ikki verið saman leingi, tá hon gjørdist við barn, og tey gjørdu av at keypa hús sam­ an. Húsakeypið skrivaðu tey undir á heysti í 2012. – Hetta var fyrstu ferð vit skuldu búgva saman. Nú skuldu vit royna hetta her; tíni børn, míni børn og okkara børn, men tað hevur ikki verið stuttligt at byrja sítt lív sum nýggj familja á hendan hatt, sigur Katrin Joensen. Í alt hava hon og Álvur fýra børn. Hon hevði tvey áðrenn tey hittust, hann hevði eitt, og saman hava tey ein son, sum var fáar mánaðir gamal, tá tey keyptu nýggju húsini. Tíðin eftir hevur verið merkt av eini tilveru í einum kufferti, og at kvøldini fara við nógvum diskussiónum um búskaparligar spur­ ningar. Húsini hjá Katrini og Álvi kostaðu tvær milliónir krónur, men av tí at familjan ikki hevur kunnað búð í teim­ um, hava tey havt tví­faldaða húsaleigu síðani. – Vit missa 9.000 krónur um mánaðin. Vit hava part­ víst fingið steðgað øðrum lán­in­um í Eik, og gjalda tí­ skil lán og rentur upp á tað lánið, umframt rentur upp á danska Realkreditslánið. Har­umframt gjalda vit fyri ljós og hita í báðum húsum, um­framt leigu har vit búgva nú. Hetta tí húsini mugu ikki standa køld, hóast eingin býr í teimum, sigur Katrin.. Sengur og klædnaskáp hjá familjuni eru enn í húsunum, tí tey lukta av soppi, og kunnu ikki brúkast longur. – Vit lata tað innbúgvið standa fyribils, sum vit ikki kunnu brúka longur. Tað stendur í húsunum, so vit kunnu prógva, hvat tað er vert, og at tað er oyðilagt, sigur Katrin. – Eg vaskaði sofurnar hvønn dag leingi, áðrenn lukt­ur­in fór úr teimum. Hvørja fer vit tendraðu sjón­ varpið luktaði alt húsi í fyrst­ ani, sigur hon. Av tí sama hava børnini ikki nógv spøl og leikur eftir. Alt sum er av papp og pappíri er oyðilagt. Vreiðin er drívmegin Spurd, hvussu hon orkar at berjast við mynduleikar og paragraffir, sigur Katrin: – Eg eri so óð! Eg eri ill um, at eg eri gjørd til eitt offur av skipanini. At eg skal rudda upp eftir øðrum fólk­um. Tað kann ikki vera rætt, sigur Katrin Joensen. Tað ringasta er, at tað tek­ur so langa tíð. Tey hava bíðað í eitt ár eftir at ein sýns­ maður skal koma og hyggja at húsunum, og Katrin veit ikki, hví tað tekur so langa tíð, men fyrr enn tað er yvir­ staðið, koma tey ikki víðari. Hon hevur gjøgnum sína útbúgving og starv eitt ávíst innlit í løgfrøði, og tað hevur somuleiðis hjálpt henni í stríðnum. – Eg trúgvi, at tað kann tykjast óyvirskoðiligt fyri mong, og nógv orka av tí sama ikki í gongd við tílíkt. Summi orðna tað helst sjálvi og bíta tað í seg. Har hevur tað heilt víst hjálp mær, at eg havi eitt sindur av innlitið í løgfrøði, sigur Katrin Joen­sen. Hon svevur illa, tí hon hev­ ur ilt við at góðtaka, at hon ikki hevur tamarhald á egnu búskaparligu støðu. Ein hátt­ur ikki at hugsa ov nógv um støð­ una, sum tey eru í, er at fara í holt við arbeiði og lestur. – Eg taki eina mast­ar í løgfrøði á Fróðskapar­ setri­num við síðuna av starvinum, og eg arbeiði so nógv sum gjørligt. Á tann hátt havi eg ikki tíð at hugsa um trupulleikarnar, sigur Katrin Joensen. Ein ognar­ skiftis­trygging, sum fevnir um sopp hevði helst merkt, at tryggingin hevði goldið tað, sum tað kostaði at seta húsini í stand, og teirra lív hevði sæð heilt øðrvísi út, heldur Katrin. Miseydnaða húsakeypið – Eg eri so óð!, sigur Katrin Joensen. Vreiðin er ein drívmegi hjá henni í stríðnum fyri endurgjald, nú tey hava keypt eini hús, sum tey ikki kunna búgva í Stríðið hjá Katrini Joensen og Álvi Hansen hevur nú vart í skjótt tvey ár. Tey keyptu eini sethús á heysti í 2012, og hava síðani búð til leigu trý ymisk støð. Rættarmálið kann ikki fara í gongd fyrr enn ein sýnsmaður hevur verið og hugt eftir húsunum enn einaferð. Ímeðan gongur tíðina, og familjan bíðar eftir at teirra liv kann byrja aftur. Tískil hava tey gjørt av, at tey flyta ikki aftur fyribils. – Vit selja húsini, tá rættarmálið er yvirstaði, um sølan ikki kann ganga aftur. Antin gera vit tey í stand fyri tann erstatning, sum vit meina, at vit hava rætt til, og selja tey, ella selja vit tey áðrenn og geva ein avsláttur, sum svarar til prísin at gera í stand aftur, sigur Katrin Joensen. Húsini eru ikki oyðiløgd, tey kunnu gerast aftur, tí er hon ikki bangin fyri, at tey ikki kunnu selja tey, tó hon hevur varpað so nógv ljós á trupulleikan. – Eg vænti ikki at fólk, sum hava skil fyri bygging, eru bangin fyri at keypa húsini, tí tey skulu bara gerast í stand. Vit vilja bara ikki gjalda meir enn tað, vit longu hava goldið. Fyrimunurin tá húsini eru sett í stand verður so eisini, at tann sum keypur fær eini meir ella minni nýggj hús, sum eisini eru kannaði frá enda í annan, sigur Katrin. Sambært sýnsmanninum kostar tað fyribils 400.000 krónur at bøta um keldurnar til fuktin og harvið blámusoppin. – Húsini standa partvíst undir jørð. Tað skal gravast upp, og tað skal drenast rundan um tey, og síðani skulu fongdu veggirnir í kjallarahæddini takast burtur, sigur Katrin.