Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. september 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. september 2014 · Nr. 100 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 blámusoppur Serfrøðingur: Tryggingarfeløg siga ósatt Sambært hoyringsskrivunum frá tryggingarfeløgunum, er soppur og fuktur ikki tryggingarbært í Føroyum, tí hetta er so vanligt fyribrigdi orsakað av veðurlagnum. Hetta er ikki rætt, sigur Jón Nordendal frá Landsbyggifelagnum Marjun Dalsgaard Eftir at hava verið á veg í nógv ár, er ein kunngerð um ognarskifti nú komin í gildi. Hon fevnir tó ikki um sopp í einum húsum utt­an so, at soppurin hevur gjørt skaða á húsið. Tað vil siga, at eru húsini ikki til at búgva í vegna einum konstruk­tións­ feili, er tað ikki nokk til, at skaðin verður umfataður av tryggingini sambært Trygd. Í hoyringssvarum frá tryggingarfeløgum Trygd og Tryggingarfelag Føroya stendir, at av tí at veðurlagið í Føroyum er av einum tí­ lík­um slag, at tað ikki er ein spurn­ingur um ”um” men ”nær” eini hús í Føroyum fáa trupulleikar við soppi, er tað ikki tryggingarbært. Somuleiðis kemur fulltrúin frá Løgtingsskrivstovuni, ið tekur hesu grundgeving fyri fult, til tað niðurstøðu, at ein tílík trygging verður alt ov dýr og mælir til, at seta tað í eina serliga trygging fyri seg. Í einum av uppskotunum til ognarskiftistrygging, sum er sent til hoyringar í mars 2012, eru skaðar, sum standast af fukti ella soppi, undantikið lógini, og skullu sostatt ikki verða umfataðir av lógini. Í endaligu kunngerðini stend­ ur hetta ikki sum undantak, men soppur er kortini ikki fevndur av lógini, tí tað stendur, at tað bert er gald­ andi um ein skaði á húsini er staðin av soppinum, og hetta hendir so gott sum aldrin, ljóðar tað frá Trygd, sum tó ikki eru vís í, hvussu tey skulu tulka lógina. – Vit vita ikki enn, hvussu hetta skal tulkast, tí vit vóru ringd upp av Vinnu­ málaráðnum, har tey søgdu at soppur ikki var fevndur av lógini, sigur Anja Kristina Øster, frá Trygd. Stjórin Jan­ us Thomsen vil helst ikki siga nakað enn um, hvussu tey fara at tulka lógina, tí tað mugu tey kanna. Passar ikki Undir hoyringini til kunn­ gerð­ina um ognarskiftis­ trygg­ing hava bæði Trygd og Tryggingarfelagið skrivað, at tað ikki ber til at tryggja hús í Føroyum móti soppi, tí øll hús eru meira ella minni rakt av soppi í Føroyum. Hetta passar ikki, sigur ser­frøðingur á økinum, Jón Nordendal frá Lands­byggi­ fe­lagnum. – Tað er ikki rætt, at tað er størri vandi fyri, at hús í Føroyum oftari fáa blámu­ sopp enn aðrastaðni. Heldur tvørurímóti, sigur Jón Nordendal. – Veðrið í Føroyum er meira javnt heitt. Tað er ikki so stórur munur á hitanum úti og inni, sigur hann. Hann starvast á Lands­ byggifelagnum og tekur van­ liga royndir frá húsum – bæði av inniklima og veggum. – Eg vildi mett, at veðrið í Føroyum er betri enn i Dan­ mark, tá tað kemur til bláu­ sopp, sigur hann. – Og viðvíkjandi regni, so haldi eg, at um ikki kann verja eini hús mótvegis regni, skalt tú heldur lata vera við at byggja eini hús, leggur hann aftrat. Ein trupulleiki í Føroyum er, at eingin byggilóg er við­ víkjandi bygging. – Eg vildi mett, at húsini í Føroyum hava tað fínt – eisini í mun til aðrastaðni. Ein trupulleiki stendist tó ofta av, at fólk fara at innrætta kjallaran sjálvi, tá børnini vaksa til. Tá kunnu tey gera nakrar avgerðandi feilir, sum føra fukt og blámusopp við sær, sigur Jón Nordendal. Hann metir, at 80% til 90% av trupulleikunum av soppi í Føroyum standast av, at fólk byggja sjálv, og ikki gera tað rætt. Tryggingarfeløgini vísa somuleiðis á trupulleikan við, at eingin byggilóg finst, sum ásetur, hvussu tílík arbeiðir skulu gerast. marjun@sosialurin.fo