Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. september 2014síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 5. september 2014 · Nr. 100 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt Hóast avmarkingina í inn­ lits­lógini bað Sosialurin kort­ ini um innlit í rokningina frá Ann­finni V. Hansen. Men tá vanliga 10 daga freist­in at svara var úti, var kort­ini einki svar komið av Løg­tings­ skriv­stov­uni. Og løg­mans­ stjór­in sigur seg ikki duga at svara, nær ella um inn­lits­um­ bøn­in verður svarað. Súsanna Dani­el­sen upp­ lýs­ir, at for­mans­skap­ur­in hev­ur avgjørt í høv­uðs­heit­ um at fylgja lógini um al­ ment innlit, hóast hon ikki er galdandi fyri løgtingið. – Men undantøk kunnu ger­ast, sigur Súsanna Dani­ el­sen. Hon hevur sum nevnt onga grundgeving fyri at sýta innlit í rokn­ing­ina frá fyrrverandi kann­ing­ar­stjór­ an­um. Heit rokning Annfinn V. Hansen varð bið­in til kanningarstjóra 19. nov­ember í fjør. Hans­ara upp­gáva var at kanna leik­ lut­in hjá Kára P. Høj­gaard og Kaj Leo Holm Jo­hanne­sen í málinum um Skála­fjarð­ ar­tunnilin. At kalla bein­an­ veg­in varð ivi sáddur um hansara gegni, og bara smá­ ar tveir mánaðir seinni, 10. janu­ar, bað Annfinn V. Han­ sen um at vera loystur frá upp­gáv­uni. Sum Sosialurin skilir, er rokn­ingin frá fyrrverandi kann­ingarstjóranum millum 70.000 og 90.000 krónur. Sjálvur hevur Annfinn V. Han­sen ongar viðmerkingar yv­ir­høvur. Hvørki til tølini, hví hann valdi at senda løg­ ting­inum eina rokning, ella hvat síðani er farið fram í mál­in­um. Greitt er tó, at at rokn­ ing­in frá nú fyrrverandi kann­ingarstjóranum kann ger­ast eitt heitt, politiskt evni. Í samrøðu við in.fo 20. aug­ust gjørdu Alfred Olsen, Ger­hard Lognberg og Páll á Reynatúgvu greitt, at teir halda ikki at løgtingið skal gjalda rokningina. – Her er einki arbeiði gjørt, sum tingið eigur at gjalda pengar fyri. Spurn­ing­ ur­in um hansara gegni tók seg upp at kalla beinanvegin, sig­ur Alfred Olsen. – Løgtingið kann ikki leypa á leistum og gjalda rokn­ingar fyri arbeiði, sum ikki er gjørt. Eg haldi ikki, at Ann­finn V. Hansen var nóg greið­ur, tá hann upplýsti um síni viðurskifti, sigur Ger­ hard Lognberg. – Eg gjørdi beinanvegin greitt, at eg metti tað vera óhepp­ið at velja Annfinn V. Han­sen til kanningarstjóra, bæði vegna hansara politisku fortíð og aktiva leiklut í mál­in­u­m. Nú rokningin er kom­in, krevji eg málið fyri for­mans­skapin. Tað kann ikki vera rætt, at tingið skal gjalda fyri ein mann, sum er so opinlýst ógegnigur til uppgávuna, sigur Páll á Reyna­túgvu. Teir tríggir eru allir í for­ mansskapinum hjá løg­ting­ inum. Men sum løg­tings­ for­maður hev­ur Jógvan á Lakj­uni mynd­ug­leika til ein­sam­allur at avgreiða øll við­ur­skifti viðvíkjandi kann­ing­ar­stjór­an, eisini eina møgu­liga rokning. Gegni Annfinn V. Hansen sendi Løg­tingsskrivstovuni rokn­ ing­ina í juli mánaða. Hon er sum skilst ikki av­greidd enn, og framvegis verð­ur hon hild­in loynilig fyri al­menn­ ing­inum. Við rokn­ing­ini strik­ar Ann­finn V. Hansen und­ir sítt upp­áh­ald, at hann var gegn­ig­ur til uppgávuna sum kann­ing­ar­stjóri í nevnda máli.  Tí sambært leiðreglunum fyri advokatar hevur ein ógegn­ig­ur advokatur ikki rætt til samsýning, tá hann er loystur frá einari uppgávu vegna sítt manglandi gegni. Somuleiðis siga leið­regl­ ur­nar, at advokatur hevur skyldu til at boða frá, hvørt hann er gegnigur til at við­ gera eitt mál. Sambært lærubókini ”Fyri­sitingarlóg” hjá Kára á Rógvi og Bárði Larsen eru al­mennu ásetingarnar í fyri­sit­ingar- og innlitslógini form­liga gald­andi fyri alla før­oyska fyrisiting. Men har eru tó undantøk. Víð­ ari skriva teir báðir so­leið­ is: ”Uttanfyri lóg­ir­n­ar eru stovn­ar nevnd­ir í kap­itl­ unu­m um lóg­gávu­vald­ið, dóms­vald­ið, fe­lags­mál og mil­l­um­tjóða­sátt­mál­ar. Løg­ ting, dóm­stól­ar, rík­is­stovn­ar og al­tjóða­stovn­ar eru tí ikki fevnd­ir av hes­um ting­lóg­ un­um, men eru fevnd­ir av øðr­um lógum og al­mennu grund­regluni um inn­lit.” Í ítøkiliga málinum velur løg­tingið sum nevnt at brúka sín møguleika at sleppa und­ an almennum innliti: – Lógin um alment inn­lit er ikki galdandi fyri Løg­ting­ ið. Formansskapurin hevur av­gjørt í høvuðsheitum at fylgja henni, men undantøk kunnu gerast, sigur Súsanna Dani­e­l­sen. Løgtingsstjórin vil ikki útflýggja rokningina frá Annfinni V. Hansen, fyrrverandi kanningarstjóra. Tað kann Súsanna Danielsen gera, tí løgtingið er ikki fevnt av lógini um alment innlit Súsanna setir seg á rokning Nýútnevndur kanningarstjóri á veg til arbeiðis 19. november í fjør. Bara smáar tveir mánaðir seinni bað Annfinn V. Hansen um at vera loystur frá uppgávuni. Rokningin liggur framvegis í løgtinginum – Eg samskifti við Annfinn Løgtingsformaðurin roknar við at avgreiða málið í hesum mánaðinum Jón Brian Hvidtfeldt Hóast hinir tríggir í for­ mans­skapinum hjá løgt­ ing­in­um greitt hava giv­ið sína støðu til kennar, so er løg­tingsformaðurin tætt­ur í spurninginum, hvat løg­ ting­ið ger við rokn­ingina frá Ann­finni V. Hansen. – Málið verður viðgjørt í løtuni. Eg havi ikki hug at út­tala meg um tað, áðrenn tað er avgreitt, sigur Jógvan á Lakjuni. Sum nevnt í aðrari grein á síð­uni hava Alfred Olsen, Ger­hard Lognberg og Páll á Reynatúgvu allir givið til kennar, at eftir teirra tykki eigur løgtingið at vísa rokn­ ing­ini frá sær. Men tann avgerðin ligg­ur ikki hjá for­mans­skap­in­um. Sam­bært stýr­is­skip­an­ar­lóg­ ini er tað løg­tings­for­mað­ur­ in einsamallur, ið setur ein kann­ing­ar­stjóra. Í tí liggur eisini, at løgtingsformaðurin ein­sam­all­ur hevur ábyrgd­ ina av kanningarstjóranum og tí rokning, sum hann kem­ur við. Sjálvur hevur Annfinn V. Han­sen alla tíðina tvíhildið um, at hann var gegnigur at átaka sær uppgávuna at kanna leiklutin hjá Kára P. Høj­gaard og Kaj Leo Holm Jo­hanne­sen í málinum um Eyst­ur­oyartunnilin. Sambært Jógvani á Lakjuni eru hann og Løg­ tings­skrivstovan ikki far­in inn at gera nýggjar met­ ingar av gegninum hjá nú fyrrverandi kann­ing­ar­stjór­ an­um. – Nei, tað er ikki har, ið vit eru. Tað einasta, ið eg vil viðmerkja, er at vit eru í einum samskifti við Ann­ finn V. Hansen, sigur Jógv­ an á Lakjuni. Sum nevnt í aðrari grein er løgtingsstjórin ikki sinn­ að at lata al­menn­ing­in­ um innlit í rokningina frá Ann­finni V. Hansen, hóast for­mans­skap­ur­in sigur seg í høvuðsheitum fylgja inn­ lits­lóg­ini. Hesa støðu kann Sú­sanna Danielsen velja at hava, tí formliga røkkur inn­lits­lógin ikki fram at løg­ ting­in­um. – Av virðing fyri løg­ting­ in­um síggi eg onga orsøk til at geva innlit, með­an mál­ið koyrir, er einasta við­ merkingin frá Jógvani á Lakjuni til at nokta al­menn­ ing­in­um innlit í rokningina. Sambært løg­tings­for­ mann­in­um er málið ikki so einfalt, sum summi vilja gera tað til. Hann vil tó ikki út­greina, hvat hetta merkir. – Men eg rokni við, at mál­ið verður avgreitt heilt skjótt, væntandi í sept­emb­ er mánað, sigur Jógvan á Lakj­uni. - Stýrisskipanarlógin um kanningarstjóra: § 38. Løgtingið setur eina tríggja manna nevnd av løg­tings­monn­um at hava eftirlit við, at starv lands­stýr­is­ins verð­ur ú­tint á lóg­lig­an hátt. Stk. 2. Hevur nevndin illgruna um, at óregluliga hevur verið atborið, kann hon krevja, at løgtingsformaðurin setur ein kanningarstjóra, sum ikki hevur dómsmyndugleika. Hann skal, eftir at hann hevur kannað málið, gera eina frágreiðing til løgtingið, hvørt fyrisitingin í ávís­um máli er útint á lógligan hátt. Tveir fimtingar av løg­tings­monn­un­um kunnu skrivliga seta fram sama krav. Stk. 3. Kanningarstjórin skal hava løgfrøðiligt em­bæt­is­prógv og skal ikki verða starvsettur í fyrisiting lands­stýrisins, á stovni undir landsstýrinum, hjá dóms­valdinum ella fyrr hava viðgjørt málið. Stk. 4. Kanningarstjórin hevur rætt til at krevja skriv­ligar ella munnligar upplýsingar frá einskildum borga­r­u­m eins og frá almennum embætismonnum. – Fyri at verja virðingin fyri løgtinginum vil eg ikki um­røða rokningina frá fyrr­ver­andi kann­ing­ar­stjór­an­um, áðr­enn mál­ið er av­greitt, sig­ur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður TÍÐINDI