Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. september 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. september 2014 · Nr. 100 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tíðindi Vilmund Jacobsen – Vit eru í fimm ymiskum bygningum, sum kommunan antin eigur ella leigar. Við keypinum av gamla FK-bygn­ inginum er endamálið, at allar tænastur hjá komm­un­ uni skulu savnast undir ein­ um og sama taki og finnast á eini og somu hurð. Tað sigur Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu. Tað er ikki eitt samt bý­ ráð, sum stendur aftan fyri sam­tyktina at keypa FK- bygn­ingin, men ein meiriluti av býráðslimunum. Betri og bíligari Sonni á Horni, borgarstjóri, væntar, at keypið av gamla FK-bygninginum verður ein góð og í longdini bíligari loysn fyri kommununa. Hann ivast ikki í, at keypið eisini kemur at gera, at borg­ ararnir í Fuglafirði fáa eina enn betri tænastu. – Tær tænastur, sum komm­unan veitir, eru í løt­ uni at finna í fimm ym­ isk­um bygningum, sum komm­unan antin eigur ella leigar. Við keypinum av FK- bygninginum er endamálið, at allar tænastur hjá komm­ un­uni skulu savnast undir ein­um og sama taki og finn­ ast á eini og somu hurð. 35-40 fólk Sonni á Horni vísir á, at ætl­ anin er, at eitt nú lækni, tann­ lækni, heilsusystrar, barna­ verndartænasta og allar aðrar tænastur, sum komm­ unan veitir, skulu húsast undir somu lon. – Umframt at hetta rakst­rarliga verður bíligari í longdini, verður eisini skapt eitt spennandi fakligt og hugnaligt umhvørvi við 35- 40 fólkum, har høvi verður at sparra sínámillum, tá tørvur er á tí, sigur borgarstjórin í Fugla­fjarðar kommunu, Sonni á Horni. Allar tænastur undir einum taki Fuglafjarðar kommuna hevur samtykt at keypa gamla FK-bygningin, nú samtakið hevur bygt og latið upp nýggjan handilsbygning í Fuglafirði – Tað er ikki eitt samt býráð, sum stendur aftan fyri samtyktina at keypa FK-bygningin, men ein meiriluti av býráðslimunum, ásannar borgarstjórin, Sonni á Horni Mynd: Vilmund Jacobsen Vilmund Jacobsen – Tað er av stórum týdningi, at handilsviðurskiftini í einum býi eru í lagi. Hetta er eitt av málunum, vit hava sett okkum fyri at røkka. Tað sigur Rói Eliasen, formaður í FK-samtakinum, nú stórur og snotuligur FK- handil er latin upp í Fugla­ firði. – Nýggi handilin er tann fjórði FK-handilin í Fuglafirði, síðan latið varð upp á fyrsta sinni í 1961. Tann fyrsti handilin var oman fyri Vørðsluna, tann næsti í stóra Muntrabygninginum og tann triði á Toftavegi. Formaðurin vísir á, at nýggi handilin, sum læt upp í gjár, soleiðis er tann fjórði av FK-handlunum í Fuglafirði, og hesin er á Bakkavegi. – Karmarnir og stað­set­ ingin av hesum handlinum eru munandi betri enn hjá tí gamla. Við øktum vinnu­virk­ semi í bygdini vilja vit gera okkara til, at tænastustøðið á tí handilsliga økinum verð­ ur ment, og at vit fara at nøkta tann tørv, sum hetta fer at hava við sær, sigur Rói Eliasen. Nýggjur FK-handil í Fuglafirði – Karmarnir og staðsetingin av hesum handlinum eru munandi betri enn hjá tí gamla handlinum, sigur Rói Eliasen, formaður í FK-samtakinum Tekningarnar vísa, hvussu ætlanin er, at gamli FK-bygningurin skal koma at síggja út, tá hann er umbygdur til endamálið hjá Fuglafjarðar kommunu