hósdagur 4. september 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 5. september 2014 · Nr. 100
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Arbeiðið at eyðmerkja beina
grindina, sum ein frítíðar
kavari fann út fyri Ljósá
sunnumorgunin, er byrjað.
Rættarmedisinari hevur
higartil staðfest, at talan er
um ein mann, millum 30 og
50 ár.
– Tað eru 12 føroyingar
saknaðir á sjónum, teir flestu
menn. Enn er sjálvandi ov
tíðliga at fara at gita út frá tí,
sum vit higartil vita, men vit
kunnu bara staðfesta, at fleiri
av teimum saknaðu passa til
tað, vit higartil vita, sigur Jón
Klein Olsen, kanningarleiðari
hjá politinum.
Beinagrindin varð send
til Danmarkar hósdagin til
nærri kanningar.
– Vit eru ógvuliga spent
upp á at fáa sett navn á,
hvørjum
hendan
beina
grindin stavar frá, og vit
hava eisini sett nógv inn upp
á júst tað arbeiðið, sigur Jón
Klein Olsen.
Ein maður millum 30 og
50 ár passar sum nevnt til
fleiri saknaðar føroyingar, og
eisini til Dánjal Petur Hansen,
vanliga nevndur Piddi.
– Ja, tað er sjálvandi ein
møguleiki, sum vit halda
opnan, men tað fáa vit einki
sagt meira um, fyrr enn eyð
merkingin er liðug, og tað
kann sum longu fleiri ferðir
nevnt taka sína tíð, sigur Jón
Klein Olsen.
Hann sigur, at hann hevur
ein lista yvir teir føroyingar,
sum eru sjólætnir, men tað
fer at taka sína tíð at finna
hendan listan fram.
– Tað er so nógv annað,
ið hevur hægri raðfesting
enn at finna listan fram, so
tað fái eg ikki gjørt beint nú,
sigur Jón Klein Olsen.
Brynja okkum við toli
Tað ber eftir øllum at døma
ikki til hjá rættarantropolog
inum at siga, hvussu leingi
beinagrindin hevur ligið í
sjónum, annars hevði tað
verið nevnt í frágreiðingini
hjá politinum.
– Tað ber ikki til at siga
nakað meira um, hvør beina
grindin kann vera. Vit vita
jú um fleiri persónar, ið eru
farnir á einum stað, men eru
komnir aftur íaftur í einum
heilt øðrum stað. Tí mugu
vit vera varnir, ikki at siga ov
nógv, áðrenn vit vita nakað
fyri heilt víst, sigur Jón Klein
Olsen.
Tað er tí lítið annað at
gera, enn at brynja okkum
við toli.
– Higartil fáa vit sum
longu nevnt ikki sagt nakað
um, hvussu leingi ein eyð
merking fer at taka. Tað er
ikki annað at gera, enn at
bíða við tolni, sigur Jón Klein
Olsen.
Tað var heilt av tilvild,
at ein frítíðarkavari kom
fram á beinagrindina farna
sunnumorgun. Hann var so
mikið at sær komin, at hann
tók skøltin við sær upp á land
og boðaði síðani politinum
frá, hvat hann hevði funnið.
Og tað hevur politiið eisini
róst honum fyri.
Sonevnda Piddamálið er
avgreitt í Føroya Rætti, og
Milan Kolovrat bleiv dømdur
fyri at hava myrt Pidda. Men
líkið av Pidda er ongantíð
komið fyri ein dag aftur, og
politiið hevur eisini hetta við
í myndini.
– Tað kann vera Piddi.
Men tað kann eisini vera
fleiri aðrir føroyingar, sum
eru saknaðir eftir at teir eru
druknaðir, sigur Jón Klein
Olsen, kanningarleiðari hjá
politinum.
12 føroyingar
saknaðir
Tað sigur Jón Klein Olsen, sum eisini sigur, at fleiri av teimum
saknaðu passa til tað, teir vita um beinagrindina higartil
Tíðindi
Leo Poulsen
Talan var um ein telefon
fund, tí sakførarin hjá
saksøkjarunum er danin,
Jakob Grøndahl.
Tað vórðu tvey mál,
ið støða skuldi takast
til. Annað var, um málið
kemur undir marknaðar
føringslógina, og um tað
skuldi nýtast fýra ella
tveir málskendir dómar
ar.
Jakob Grøndahl segði,
at málið heilt greitt var
eitt mál fyri málskendar
hjádómarar,
og
hann
mælti tí til, at fýra slíkir
vórðu settir, fyri at málið
skuldi fáa eina so breiða
viðgerð sum gjørligt.
Christian
Andrea
sen, sakførari fyri Bank
Nordik, var hinvegin heilt
ósamdur við Grøndahl og
segði, at hetta hevði einki
við
marnknaðarføring
at
gera.
Hetta
vóru
heilt stutt avtalur, sum
vórðu gjørdar millum
BankNordik og nakrar
einstaklingar, og tí bert
ein
spurningur
um,
hvussu
hesar
avtalur
skuldu tulkast.
Christian Andreasen
førdi eisini fram, at ong
antíð høvdu málskendir
dómarar verið nýttir við
Føroya Rætt í hvussu er
seinastu 50 árini. Hann
hevði ongantíð upplivað
tað, og heldur eingin av
hansara eldru starvsfe
løgum høvdu heldur upp
livaða tað.
Hann vísti eisini á, at
marknaðarføringslógin
í Føroyum var ikki hin
sama, sum í Danmark, og
tí kundi danska lógin ikki
bara heilt automatiskt
flytast yvir á føroyska
lóggávu.
Hann segði eisini, at
tað fanst eingin listi yvir
málskendar dómarar í
Føroyum, og hann mælti
tí til, at skuldi slíkir nýt
ast, átti talan bert at
verða um tveir.
Tað, sum dómarin nú
skal taka støðu til, er, um
málið skal leggjast undir
marknaðarføringslógina,
og um so er, um útpeikast
skulu tveir ella fýra - ella
eingin - málskendir dóm
arar.
Hon segði seg vilja
taka sær eina viku at av
gera hesar spurningar,
men segði kortini, at tað
ikki neyðturviliga fór at
taka so langa tíð.
Í hvussu er skal ein av
gerð fyriliggja komandi
hósdag.
Málið sjálvt er sett á
skrá 6. og 7. november
2014.
38
saksøkt
BankNordik
Fyrireikandi rættarfundur
var hósdagin í Føroya Rætti,
har støða skuldi takast
til, um málið hoyrdi undir
marknaðarføringslógina.
Jón Klein Olsen var við í leitingararbeiðinum út fyri Ljósá
Mynd: Álvur Haraldsen