hósdagur 4. september 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 5. september 2014 · Nr. 100
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Eitt skammiligt ár!
Sámal Petur í Grund
Lítið er land okkara, og
liviumstøðurnar eru helst
frægari manga aðrastaðnis
í heiminum, tó búleikast vit
her á oyggjum okkara.
Fedrarnir høvdu helst ong
an annan møguleika enn at
blíva her, teir kendu nærum
ikki til heimin rundanum
okkum, og óhugsandi var at
reisa higani.
Í dag er møguleiki fyri at
reisa hvar tað skal vera til
uppá heilt stutta tíð, og fyri
eina lutfalsliga lítla upp
hædd.
Vit hava skermar, sum
vísa okkum umheimin við
øllum tí, sum har er at bjóða,
og er tað ikki smávegis, sæð
við atliti til møguleikanar
her heima.
Skipanir eru í øðrum lond
um sum gera, at vit sagtans
kunnu taka pjøkan á bakið
og finna okkum annað stað
at búgva!
Hvør er so grundin til at
vit, hóast mongu tilboðini
uttanlandafrá,
álíkavæl
ynskja at búgva her heima.
Jú, her er eitt samfelag
sum er heilt einastandandi.
Eitt samfelag sum ikki finst
makin til í alheiminum.
Ikki er mær neyðugt at
ramsa upp allar fyrimuninar
vit hava av at liva í Føroyum
– teir eru kendir av okkum,
hóast vit ikki dagliga hugsa
um teir.
Stoltleikin yvir at verða
ein partur av hesum fámenta
fólkaslagnum í norðurat
lantshavi, ger okkum í stóran
mun til tey vit eru og varða
vit sjálvandi um hann, tí
eingin annar ger tað!
Men sum ein av okkum, so
má eg siga at árið 2014 hevur
verið eitt skammiligt ár.
Politiska skommin
Atgerðarloysi sum valda hev
ur á politiska pallinum er
stór skomm fyri okkum øll.
Málið um privata Skála
fjarðartunnilin, sum í inn
lendismálaráðnum
bleiv
fløkt í ein sovornan mun, at
eingin nærum hevur sæð
makan til í politisku søguni,
forpestar enn politiska dag
ligdagin. Hetta átti ikki at
verið neyðugt – her átti onk
ur at tikið ábyrgd.
Tollmálið
har
fíggjar
málaráðharrin stendur fyri
skotum bleiv ikki avgreitt,
men parkerað við juridiskum
snildum.
Tá okkara leiðandi menn,
tá íð á stendur, skjóta seg
undir at hatta minnist eg
einki til ella melda fyri æru
meiðing, tá er okkara land
illa farið, og ikki er nógv eftir
at verða stolt av.
Rættarliga skommin
Føroyingurin hevur til allar
tíðir liva av tí tilfeingi sum
náttúran og landið hava givið.
Fuglurin í bjørgunum, fiskurin
í sjónum og djórahald hevur
átt lívið í føroyinginum.
Grindinar sum sendar
hava verið okkum, hava verið
og eru eitt kærkomið íkast til
dagligu føðina.
Vit nýtast als ikki at verja
okkum við at hetta er partur
av mentan okkara, hetta er
partur av gerandistilveru
okkara. Ein heilt nátúrligur
og sjálvsagdur rættur.
Læt tað verða sagt, at
eg havi stóra virðing fyri
Pál Weihe og ótroyttuligu
gransking hansara og eri
stoltur av at vit eiga ein
granskara sum hann. Takk
skal hann eiga fyri upplýsing
sína.
Í øldir hava vit duga at
umsitið
náttúrutilfeingið.
Hygg
at
seyðahaldinum
hvussu vit hava umsitið
tað. Hygg at veiðulóggávu
hvussu hon verður tillagað
tað tilfeingi sum finnst á
sjógvi og í bjørgum.
Ferð eftir ferð er tað komið
fyri at sýslumenn hava latið
grindir farið við tí grund
geving at nokk av grind er í
økinum.
Vit hava bøtt um mátan
vit drepa grind uppá, soleiðis
at tað nærum ikki kann ger
ast betri.
Vit hava einki at skamm
ast av í sambandi við grinda
rakstur og grindadráp.
Men at hesir svørtkløddu
útlendsku ungdómanir við
deydningahøvdið sum bú
merki teirra, sleppa at ganga
runt nærum ótarnað í landi
okkara, tað er fúl skomm.
Tey eru so ósmæðin, at
tey enntá siga frá hvat ørindi
teirra er – at forða okkum í
okkara lógliga verki og sjálv
sagda rætti!
Hetta átti ikki at verið so!
Syndarligasta
skommin
Men syndarligasta skommin
í hesum árinum hon hevur
einki við grindarakstur at
gera.
Í februar mánað í ár
hendi ein vanlukka umborð
á einum føroyskt skrásettum
skipi. Ein maður fór út við
gørnunum og bleiv ikki aft
urfunnin.
Maðurin var indonesari
og læt eftir seg konu og eitt
smábarn.
Nú sjey mánaðar eftir,
noyðist
hendan
stakkals
einkjan at stríðast fyri at fáa
hendur á teim hondoyrum,
sum hennara maður var
mettur at verða verdur í pen
ingi.
Talan kann blíva um
150.000 kr ljóðar tað.
Kann tað føroyska sam
felagið
virkuliga
standa
model til slíkt? ? ? ?
Eg sigi ikki at tryggingin,
har maðurin var tryggjaður
hevur størri skyldir enn hetta,
men føroyska samfelagið
hevur størri skyldur!
Var maðurin føroyingur,
so var talan um heilt aðrar og
sjálvsagdar upphæddir!
Kunnu vit og vilja vit
standa model til hetta?
Følir eingin annar seg
forpliktaðan, so átti Føroya
løgmaður, at syrgt fyri, at
einkjan fær eina upphædd
sum svarar til hvat ein einkja
við smábarni vildi fingið, um
maðurin var føroyingur.
Einki annað er virðiligt
fyri okkum sum fólk!
Í februar mánað í ár hendi ein vanlukka umborð á
einum føroyskt skrásettum skipi. Ein maður fór út
við gørnunum og bleiv ikki afturfunnin. Maðurin
var indonesari og læt eftir seg konu og eitt smá
barn. Nú sjey mánaðar eftir, noyðist hendan
stakkals einkjan at stríðast fyri at fáa hendur á
teim hondoyrum, sum hennara maður var mettur at
verða verdur í peningi
Sámal Petur í Grund
Fiskimálaráðharrin
skipar lógloysið
Frank Davidsen
Sørvági
Í uppriti til landsstýrisfund
22. januar 2013 legði sitandi
landsstýrismaður
í
fiski
vinnumálum
upp
til
at
broyta verandi skipan við
loyvum og umsetiligheit á
summum økjum. Hetta tí
skipanin við hansara orðum
var “í so stirvin og forðar fyri
fleksibiliteti og tillagingum
í fiskiflotanum sæð undir
einum.”
Landsstýrsmaðurin skjýt
ur upp hesar broytingar,
orðarætt
endurgivnar
úr
uppritinum:
1) Skipanin við veiðiloyvum
verður dagførd, so tað í fram
tíðini bert verður eitt slag av
veiðiloyvum, har tað bert er
tilskilað, at ávísa fiskifarið
hevur rætt at reka vinnuligan
fiskiskap undir føroyskum
flaggi. Talið av veiðiloyvum
í øllum fiskiflotanum verður
talið, sum er í gildi, tá nýggja
lógin kemur í gildið. Treyt fyri
at fáa veiðiloyvi er, at skipið
er løggilt av heilsufrøðiliga
myndugleikanum, og hevur
siglingarloyvi frá skipaeftir
litinum.
2) Egnar kvotur kunna av
hendast øllum øðrum fiski
førum við veðiloyvi. Eftir
hesum kann ein flakatrolarar
ella uppsjóvarskip avhenda
kvotu til t.d ein ísfiskatrolara
ella línuskip.
3) Fiskidagar kunna avhend
ast øllum øðrum fiskiførum
við veiðiloyvi. Verður av
henda, og fiskiførini ikki
hava somu fiskiorku/veiði
evni, skulu fiskidagar at
flyta umroknast á ein hátt,
sum avspeglar munin í veiði
evnum. Eftir hesum kunnu
fiskidagar eisini avhendast
til fiskifør, sum ikki eru í
fiskidagaskipan í dag. Regl
urnar um, at tað ikki ber til
at flyta fiskidagar frá húki
til trol og øvugt, og ikki
tvørtur um 110-tons, verða
framhaldandi galdandi.
4) Fiskiloyvi, ið geva atgongd
til at fiska av felagskvotu,
felagskvotu
við
hámarki,
felags fiskidøgum ella øðrum
fiskiskapi, kunna avhendast.
Í samband við avhending
av fiskiloyvum til gullaks
og fiskiloyvi til svartkalva
og havtasku við gørnum er
treytin, at fiskiorkan ikki
gerst størri, tá fiskiloyvi
verður flutt.
Sjálvt um nevnda upprit var
á landsstyrisfundi fyri 19
mánaðum síðan, hevur lítið
og einki verið at hoyrt alment
til nakað nýskipanaruppskot
fyri fiskivinnuna. Hinvegin
so hevur fiskimálaráðharrin
í hesar 19 mánaðirnar útint
júst ta sama, sum hann nú
ætlar at fáa heimild frá løg
tinginum til.
Og fyri at bøta um vant
andi heimildir hesa tíðina,
so hevur hann brúkt lógina
um vinnuligan fiskiskap sum
eitt politiskt yo-yo, væl vit
andi at hetta fyrr ella seinni
fór at raka hann sum ein
boomerang.
Við nevnda uppritið er
so ætlanin, at Løgtingið skal
konfirmera tað lógloysi, ið er
framt higartil við lógini um
vinnuligan fiskiskap frá 1994
sum jarnbroti.