Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. september 2014síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 5. september 2014 · Nr. 100 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Heri Mohr Tá ið tann einogtjúgu ára gamli litteraturlesandi goymslu­ar­beiðarin Tadeus Borowski 29. apríl 1943 varð beindur inn um portrið í kon­ centra­tiónsleguni Ausch­witz, hevði hann longu drúgvar roynd­ir í tvingsiilsarbeiði, svongd og tilvildarligum harð­skapi. Fýra ára gamal sá hann for­ eldur síni verða han­dtikin av sovjetiskum hernaðarpolitii; seytjan ára gamal hevði hann upplivað ta áhaldandi bumbingina av Warszawa frá týskum flogførum í 1939, og í tí hersetta polska høv­uðs­ staðnum hevði hann merkt á sínum egna kroppi, at bert hetta at hava eina bók uppi á sær var lívshættisligt. Borowski yvirlivdi tvey ár í teimum týsku kon­centra­ tións­legunum, men kortini varð tað hendan tíðin í kon­ centratiónslegunum, ið drap hann. Átta og tjúgu ára gamal tók hann lívið av sær, men áðrenn tað hevði hann skrivað nakrar realistiskar, sjáldsama poetiskar frá­ sagn­ir um lívið og deyðan í Ausch­witz, Natz­weiler og Dachau-Allach. Við sín­um hermet­iskt óbundna máli endur­skapti hann fanga­leg­ anna klaustrofobi: Man verð­ ur beindur inn; og portrið er stongt. Tadeusz Borowski varð føddur 12. november 1922 í Zhitomir, ein býur nakað vest­an fyri Kiev í Ukraina. Í hesum skógarrandaða, miðal­ stóra býi livdu íbúgvararnir tá í tíðini – ein bábylónsk fløkja av russum, ukrainum, lita­um, jødum og polakkum – av náms­vinnu, skóghøgging og framleiðslu av instru­ ment­um. Undir fyrra heims­ bar­daga var býurin ein týð­ andi jarnbreytarstøð millum Warszawa og Kiev og hevði til skiftis verið polskur og russ­iskur. Foreldrini hjá Borowski vóru bæði etniskir polakkar. Pápin Stanislaw, sum var út­búgvin bókhaldari, fór í tí polsk-russiska kríg­num 1919-20 sjálvboðin í herin hjá tí polska marskálk­in­ um Pilsudski, og av hesi or­søk varð hann í 1926 hand­tikin av tí sovjetiska hern­aðar­politi­num. Í 6 ár noyddist Stanislaw und­ir ómenniskjansligum um­ støðum at grava undir­sjóar­ tunnlar í Karelinum norð­ an fyri Leningrad (nú Skt. Pæturs­borg). Í 1930 varð eisini mamman Teofila handtikin og de­por­ter­að til eina arbeiðs­legu við ánna Yenisey í Sibiria. Ein fastir ella mostir tók sær av børnunum. Fleiri ár gingu, áðrenn foreldrini og teirra synir komu saman aftur í Warszawa. Um kvøldið 24. februar 1943 varð genta Borowski tik­in av nazistunum, og dag­ in eftir varð hann sjálvur tik­in, tí hann hevði uppi á sær bókina Fagre nye Verden (Brave New World) eftir Aldous Huxley, sum nazist­arnir høvdu bannlýst. Borowski varð beindur í tað tiltikna ónda Pawiak- fongsl­ið, sum var nær við Wars­zawa-ghettoina. Har var hann í einum fangaholi í tveir mánaðar uttan at vita, hvat ið hent var við hans­ara familju, vinfólki og gentu. Úr fongslinum hoyrdi hann ruðuleikan frá ghetto- uppreisnini í páskavikuni. Og tann 29. apríl sama árið varð hann fluttur við toki til ta nazistisku kon­centra­tións­ leguna Auschwitz-Birkenau í Polen, har fanganummarið 119 198 beinanvegin varð tatoverað á hansara vinstra arm framman fyri albogan. Øll í koncentratiónsleguni gingu nakin, skrivar Bo­ rowski. Vit vórðu avlúsað og fingu fangabúna úr brunnum við Zyklon-B- upploysingi, sum drepur lýs í toyi og menn­iskju í gass­kømrum. Legan var hermetiskt stongd. Hvørki fangar ella lýs sluppu út um portrið. Allan dagin vál­aðu í tús­unda­tali av nakn­um menn­iskj­um mill­um barakkir og á opnum saman­kall­ingar­ støð­um (appelstøðum). Otta­ og­tjúgutúsund kvinnur, sum klæðini vórðu skrædd av, vórðu riknar út úr barakk­ un­um og runnu har rundan um. Í Birkenaus FKL (Frauen Konzentrations Lager) fann hann gentu sína, Mariu Rundo, av tilvild á vári 1944. Krónrakað og diddarak, sum hon var, mundi hann ikki kent hana. Fyri lættari at kunna smugla medicin og mat inn til hennara, gavst hann við tí lætta arbeiðnum á sjúkrahúsinum og gjørdist í staðin fyri takleggjari á FKL. Júst hetta summarið var likvideringin, hópdrápið, í leg­uni komin í hæddina. Tíggju­tús­undatals jødar – yvir­høvir ungarskir – komu dag um dag í kría­túr­vognum fyri at verða rænd og dripin í ser­fram­leidd­um gass­ovnum til sama enda­mál. Eingin gull­ tonn ella gull­plumba endaði í gassovninum: tannúttøka varð framd áðrenn gassing og so goymd sum týsk ríkis­ banka­ogn. Tá ið russarar seint á sumri 1944 av álvara framdu áhaldandi stórálop á øllum vígvøllinum frá Finlandi til Kaukasus, og tann týska kríggsmaskinan soleiðis varð sundursorlað, flýggjaði alt, sum var ført fyri at ganga og renna, vestureftir. Borowski var komin til Dachau kon­ centratiónsleguna ikki langt frá München i Týsklandi, tá ið tann amerikanski herurin kom har 1. mai 1945. Tá vigaði hann einans 35 kilo. Í bókini Hjá okkum í Ausch­witz – hon kom út á donsk­um í 2009 – eru fleiri stutt­søgur, sum Borowski skriv­aði. Væl umhugsað og skriv­að, serliga við tveimum eyð­kennum: konse­kvent, reglu­føst nýtsla av fyrstu­ honds frágreiðingum; og nýtsla av góðkendari, gram­ mat­iskt einfaldari kon­ centra­tións­legu­jargon (ser­ bólka­mál). Í 1946 skrivaði Borowski á fyrsta sinni sínar frásagnir í einari antologi (Vi var i Auschwitz). Aftast í bókini er eitt yvirlit yvir orð, so­ kall­að Lagersprache. Eins og í Bábylon var stór máls­ lig fløkja í Auschwitz: polskt, jiddisch, russiskt, franskt, hálendskt, grikst og fleiri onnur mál. Við støði í boð­ um og rópum og fyri­skip­ an­um frá tí týska legu­ yvir­vald­inum, upp­stóð eitt ser­ligt lingua franca, eitt ser­ligt ”krema­torium­ espe­ranto,” sum varð brúkt tvørtur um máls­lig mørk. Tað var eitt ein­falt, primi­ tivt mál, sum var samansett av styttingum, talorðum og orðum í boðshátti við so fáum stavilsum sum gjørligt. Eitt mál hjá teimum, sum kendu prísin á breyði, leyki og lissum og revsingina fyri misbrot. Eitt mál, har gramma­tikkin var brotin niður, á sama hátt sum tann millummenniskjaligi solidari­teturin, og hvar ein sagnorðar­bendingar­formur var eins týdningar­leysur sum lívið og tignin hjá tí einstaka menniskjanum. Eitt sagnorð, sum ofta varð nýtt, var ”organisera.” At ”organisera” var at útvega sær mat, toy og fyrimunir við at stjala, mutra, hótta og at fremja harðskap. Fyri at kunna hetta, var neyðugt at hava samband og vera væl við korrumperaðar ”kapo­ ar” (fangar, ið høvdu ávísar heimildir) og kenna tey, ið arbeiddu í køkum og á goymslum. At ”organisera” var synonymt við at yvirliva. Eitt týdningarmikið frámerki var fanganummarið, sum allir fangar fingu tatoverað á armin í somu løtu, teir komu í leguna. Meðan per­ sóns­navnið ongan týdning hevði, kundi hetta nummarið vera altavgerandi. Tað vísti, hvussu leingi man hevði yvir­livað. Tess minni numm­ ar­ið var, tess betri fyri varð ein hildin at vera. Tvær sam­tyktar kodur: ”FKL” og ”puffin,” sum í einum av­ stubb­aðum umhvørvi við mans­ligum brutaliteti, vakti longs­ul og girnd. ”KFL” var stytt­ing fyri barakkirnar hjá konu­fólk­unum í Birkenau og ”puffen” var slang fyri bordell. Orðini ”Transport” og ”ovn” og ”skorstein” vórðu søgd bart út uttan umskriving. Men orð­ini skuldu skiljast sum tað ósig­andi. Tá ið ungarski rithøv­und­ urin Imfre Kertesz (føddur 1929) varð heiðraður við virðisløn Nobels í 2002, segði hann í takkarrøðuni, at tað, ið Borowski hevði skrivað, var honum (Kertesz) ein týðandi inspiratiónskelda. Sjálvur var hann ein av teimum fáu jødunum, ið komu livandi út úr Auschwitz. Í bókini Dossier K (umsett til danskt í 2006) sigur hann, hvussu hann í 20 ár við bókini De skæbneløse (umsett til danskt í 2002) stig fyri stig skapti eina í fyrst­ani næstan orðleysa vit­an um bókmentir.” …”Eg var noyddur at uppfinna Ausch­witz av nýggjum og soleiðis fáa alt livandi aftur. Alt mátti skapast við her­ metiskt málsligum komposi­ tións­gandi.” Í 1951 varð ein vinmaður Borowski handtikin av tí komm­unistisku loyni­løg­ regl­uni. Hetta hendi í somu íbúðini, har hann sjálvur varð handtikin av Gestapo í 1943. Nú gjørdu teir polsku kommunistarnir tað sama 8 ár seinni. Borowski royndi at hjálpa vinmanninum, men fekk tey boðini, at ”eitt rættvíst fólk mis­tekur seg ongantíð.” Sjelkaður og vónbrotin var Borowski komin nær trom­ini til tað psykiska heljar­dýpið, sum hevði elt hann í 25 ár, frá tí degi hann sum fýra ára gamal smá­ drong­ur sá tað sovjetiska hernaðar­politiið fara við for­ eldr­un­um. Nakað av tí seinasta, Borowski mundi skriva, var brævið Ein heimur av gróti til ein vinmann. Tað byrjaði soleiðis: ”Ein tanki er runnin fram fyri meg, sum eitt fostur í einari lívmóður, við ræðslubundnum ánilsum…” Á kvøldi 1. juli 1951 andaði hann við vilja tað deyðiliga gassið frá ovninum í køkinum í seg í íbúðini hjá sær í Warszawa. Hetta var hansara triðja sjálvmorðsroynd. Fáar dagar frammanundan átti kona hansara eina dóttir. Hann vitjaði konuna og dóttr­ina seinnapartin sama dag. Hetta er leystliga umsett úr bókini Hjá okkum í Auschwitz eftir Tadeusz Borowski. Um Tadeusz Borowski og Auschwitz Auschwitz Tadeusz Borowski Russiski rithøvundurin Anna Politkovskaja skriv­ aði dag­bók frá 7. december 2003 til 31. august 2005, til hon varð myrd í Moskva 6. ok­tober 2006, 48 ára gomul. Tá hennara dagbók kom út á donskum, skrivaði virdi blað­maðurin, aðal­ stjóri í Politiken, Tøger Seid­en­faden (1957-2011) í for­orð­inum m.a., at hetta var ”Den vigtigste bog i uminde­lige tider.” Hann skriv­aði eis­ini, at ”tá ið man hevur lisið ”Russ­ isk dag­bók,” kom morðið á Onnu Politkovskaja alt annað enn dáttliga. Í tí Russlandi, Putin hesi ár stóð á odda fyri, var tað næstan ein sjálvfylgja, at Anna Politkovskaja ikki kundi sleppa við lívinum. Nei, hon varð dripin, tí russ­ iskir valdsharrar ikki tola, at tað áhaldandi verður víst á sannleikan, tá ið teir bera seg at sum brotsmenn – ella bara himmalrópandi inkompetent…” Í hesum døgum fyri 75 árum síðani stóð all­ur heim­ urin í ljósum loga av brots­ manna og ódugna­skap­sins áðum. Nationalisma, makt­ greði og peningagirnd áttu stóran leiklut í hesum heljar­eldi. Í dag hongur damokles­ svørið í einum tunn­um tráði hóttandi manna­til­ ver­una kanska meira enn nakrantíð. Eisini hesa ferð av somu or­søkum: valds­ harrar, ódugna­skapur, national­isma, makt­greði, peninga­girnd og fanat­isk trúar­villing. Og Putin er enn stinnur í Russlandi. Við drúgvum roynd­um sum (fyrrverandi) KGB yvirmaður og harð­kók­ aður national­istur, er hann vorðin ein álvarslig hóttan móti heimsfriðinum. Hetta minnir okkum um Europa og Asia í 1939.