hósdagur 4. september 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 5. september 2014 · Nr. 100
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
85 ára
føðingardagur
Hósdagin 4. september
fylti Jastrid Foldbo, Leir
vík, 85 ár. Dagurin verður
hildin í Bovlinghøllini í
Leirvík leygardagin 6. sep
tember frá kl. 18.00. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
60 ára
føðingardagar
22. august 2013 fylti Maggi
60 ár og 24. september
fyllir Elinborg 60 ár. Dag
urin verður hildin í Dansi
frøi 20. september frá kl.
18.00. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Prógv
Tann 12. august hevur
Lena Fríðunn á Ørg, Sør
vágur, lokið cand.scient.
pol prógv við Syddansk
Universitet í Odense.w
25 ára starvsdagur
4. september 2014 hevði
Olaf í Garði Joensen, Eiði
arbeitt sum maskinmeistari
á
Eiðisverkinum
og
á
Fossáverkinum hjá SEV í 25
ár.
Útnorðurráðið og arktiska
samstarvið millum Ísland,
Grønland og Føroyar
Unnur Brá
Konráðsdóttir,
Fráfarandi formaður
í Útnorðurráðnum
og altingslimur fyri
Sjálfstæðisflokkin
Í hesum døgum hevur Út
norðurráðið sín ársfund á
Vestmannaoyggjunum. Út
norðurráðið er parlamen
tariskt samstarv millum Ís
land, Grønland og Føroyar.
Endamálið er at virka fyri
áhugamálunum hjá lond
unum, verja norðuratlant
isku mentanina og náttúru
tilfeingið, og somuleiðis at
virka fyri stjórnarsamstarvi
millum tey trý londini.
Londini í útnorði eru
knýtt saman við týðandi
søguligum og mentanarlig
um bondum, og í nógvum
førum
hava
vit
somu
náttúrutreytir og fíggjarlig
kor. Meðan broytingarnar í
arktiska økinum hava verið,
hevur
Ráðið,
sum
varð
stovnað í 1985, fremst av øll
um ment seg til at viðgera
mentanarlig mál og í størri
mun at umrøða fíggjarmál
og onnur politisk mál. Fyri
at styrkja samstarvið millum
londini í útnorði, vóru uttan
ríkisráðharrarnir í Íslandi,
Grønlandi og Føroyum á
fundi í síðstu viku. Har vóru
arktisku viðurskiftini serliga
umrødd.
Meðan eg havi verið for
kvinna, hevur Útnorðurráð
ið í størstan mun virkað fyri
styrktum arktiskum sam
starvi.
Arktis í fokus
Eftir ráðstevnuna hjá Út
norðurráðnum í 2012, sum
var um geopolitikkin hjá
ráðnum við atliti til Arktis,
skeyt ráðið upp, at Ísland,
Grønland
og
Føroyar
styrkja sítt arktiska sam
starv, og somuleiðis kanna
møguleikarnar fyri at føra
ein felags arktiskan poli
tikk.
Á ársfundinum í Narsar
suaq í fjør var samtykt at
styrkja arktiska samstarvið.
Egill Þór Nielsson hevur síð
an tosað við fólk í útnorði,
granska í skjølum og fyri
reika eina frágreiðing til ráð
ið. Týdningarmestu úrslitini
eru hesi:
1. Ein felags arktiskur
politikkur fer at styrkja
samstarvið millum Ísland,
Grønland og Føroyar, og tað
gevur londunum í útnorði
eina sterkari rødd í altjóða
samfelagnum.
2. Londini í útnorði kunnu
í nógv størri mun styrkja
sítt búskaparliga samstarv.
Møguleikarnir hjá Íslandi,
Grønlandi og Føroyum eru
serliga tengdir at havsins
ríkidømi og vitanini, sum
londini hava ment í hesum
vinnugreinunum. Tað verður
mælt til, at Ísland, Grønland
og Føroyar gera eina fríhand
ilsavtalu, so londini hava eitt
felags búskaparligt øki, sum
kann vera við til at styrkja
búskaparstøðuna í øllum
londunum. Soleiðis kunnu
londini eisini gagnnýta inn
anhýsis samferðsluna, eisini
um norðpólin.
3. Londini skulu vera
saman um at gera vart við
seg og hava framløgur í al
tjóða samfelagnum. Tað er
kravmikið at byggja upp í so
lutvíst smáum samfeløgum,
og tað er týðiligt, at nakrar
uppgávur verða loystar mest
skynsamt, um útlendskir
samstarvspartar eru við.
Tað verður mælt til, at lond
ini leggja fram sum ein eind,
millum annað í Arktiska
Ráðnum. Har røkka áhuga
málini hjá Íslandi, Grønlandi
og Føroyum einum stór
um og samansettum bólki
av íleggjarum, fyritøkum,
granskarum og politikar
um.
Útnorðurráðið hevur mill
um annað mælt til, at
landsstýrini (1) styrkja sam
starvið í arktiskum høpi og
(2) semjast um eina innan
hýsis fríhandilsavtalu, og
samstundis fáa eitt felags
búskaparligt øki. Í august
bað
Útnorðurráðið
um
eftirlitsstøðu í Artiska Ráð
num, og í november í ár fer
ráðið at skipa fyri einari
ráðstevnu í Arctic Circle um
parlamentariskt samstarv
í Arktis. Hetta eru týðandi
stig fyri at styrkja arktiska
samstarvið millum londini í
útnorði.
Umráðandi samstarv
Vit
í
Útnorðurráðnum
eru ein umráðandi rødd í
Arktis, tá vit standa saman.
Vit eru lutvíst fáir íbúgvar,
men hóast tað eru Ísland,
Grønland og Føroyar áleið
10 prosent av samlaða land
massanum í Arktis, og 20
prosent av samlaða fólka
talinum í arktiska økinum.
Okkara landafrøðiliga støða
í
Norðuratlantshavinum
millum Evropa og Norður
amerika við støðugt meira
sambandi við eystur-Asia
um Norðuríshavi ger, at
londini í útnorði fáa ein enn
virknari leiklut í framtíðini.
Okkara
landafrøðiliga
støða ger eisini, at londini í
útnorði kunnu vera miðdepil
fyri handli, vísindi og altjóða
sambandi í Arktis, hetta í
samstarvi við stórveldini,
hini norðurlendsku londini
og aðrar aktørar. Tað er av
somu orsøk umráðandi, at
Ísland, Grønland og Føroyar
hava somu áhugamál, so
londini í útnorði styrkja
sína støðu í Arktis.
kjak
Vit í Útnorðurráðnum eru ein umráðandi rødd í
Arktis, tá vit standa saman. Vit eru lutvíst fáir
íbúgvar, men hóast tað eru Ísland, Grønland og
Føroyar áleið 10 prosent av samlaða landmass
anum í Arktis, og 20 prosent av samlaða fólka
talinum í arktiska økinum
Unnur Brá Konráðsdóttir