Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. september 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. september 2014 · Nr. 100 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 14 Siðsøga við Óla Jacobsen HENRIKKA HJÁ RIKK ÓLA HÓAST RØÐIN HENDUR IÐ SLEPTU ALMENT ER LIÐUG, SO KANN FRAM­VEGIS OKKURT ÁHUGAVERT KOMA UNDAN KAVI. EITT SLÍKT DØMI ER UM RIKK ÓLA, SUM VAR EIN PARTUR Í HESI RØÐ, MEN VITANIN UM HANSARA ÆTT VAR SERA AVMARKAÐ Ó li Olsen var føddur 21. juni 1867. Hann var doyptur í Havn­ar Kirkju 14. juli sama ár. Foreldrini vóru Jacob Ole­ sen, vanliga nevnd­ur Jákup í Kina, og Henrikka Maria Hendr­iks­dóttir, van­liga nevnd Rikka. Tí varð Óli nevndur Óli Rikk. Óli giftist í 1893 í Havnar Kirkju við Jo­ honnu Mariu Solmunde, ættað úr Byrginum í Søldarfirði. Hennara foreldur vóru Cathrina Petursdóttir og Sørin Johannesen. Johanna Maria átti fleiri systkin, sum gift­ ust til Havnar, og sum eru jarðað á Svína­ ryggi. Tey eru øll umrødd í røðini Hendur ið Sleptu. Tey vóru: Petra Malena, gift við Joen Christia­n Rubek­sen, Peter Hans, giftist við Charlottu, hálvsystir Jens í Dali og Anna Sofía, giftist við Gerhard Vilhelmsen. Henrikka gjørdist kend Johanna Maria búði í 1890 í Havn. Hon átti utta­n­fyri hjúnalag Christine Marie, sum var fødd í 1884 í Hvalba, har Johanna Maria tænti. Pápin var Jens Holm. Óli og Johanna Maria áttu tvær døtur, Hen­rikka f. 1894 og Kathrina f. 1898. Nú um dagarnar kom meira undan kavi um tey. Tað var ein ommudóttir Kristinu, sum gjøgn­um sína ætt í Føroyum vildi vita meira um sín uppruna. Hon átti nakað av tilfari, sum segði nakað um ommusystrina Hen­ rikku. Hetta var ein slóð, sum leiddi til meira tilfar, og nú kunnu vit lýsa áhugaverdu søg­ una hjá Henrikku. Hetta er ein áhugaverd søga um føroying í Danmark. Eisini er hetta eitt dømi um, at før­oy­ingar hava verið høgt í metum í sínum um­hvørvi, og at teir eisini hava verið góð um­boð fyri Føroyar í Danmark. Hetta verður væl lýst í Svendborg Avis í 1960: Staar der Tjaldur som navn paa en villa, kan man være ganske sikker paa, at der bor en færing. Dette er også tilfældet på Skovvejen i Troense, hvor der i 40 år har boet en vaskeægte færing fra Thorshavn, fru Henrikka Andersen. Villaen ligger højt til vejrs med den herligste udsigt over Svendborgsund. At det er et sømands hjem bliver man hurtigt klar over. Overalt i de hyggelige stuer er der fyldt med genstande fra alverdens lande. Hvad man også bider mærke i, er de mange smukke malerier, deraf en stor samling fra Færøerne, side om side på væggene. Sportsfolk får pokaler når de udfører en bedrift. Fru Andersen har også fået en pokal. Oversat fra færøsk til dansk lyder inskriptionen: “Et Færø i Danmark med gæstfrihed til huse, vi ofte kommer der i hyggeligt lag. De åbne døre på Tjaldur, går vi ind og ud af med glæde.” Tað var eitt eitt lokalt føroyskt felag sum hevði givið Henrikku henda pokal. Hóast síni mongu ár í Danmark var Henrikka framvegis før­oy­ingur við lív og sál, og hetta hoyrdist eis­ini á málinum. Henrikka var fødd í Havn, og tey vóru trý systkin. Pápin, Óli, sigldi sum kokkur við slupp, men hann doyði 38 ára gamal. Í einum ódn­ar­veðri datt hann so illa, at bróstkassin varð knústur. Tá ið hann kom heim, lá hann í seingini í 9 mánaðir, tá doyði hann. Tá var Hen­rikka 12 ára gomul og gekk í realskúla. Mamman fór at vaska fyri fólk. Fyri hetta fekk hon eina krónu um dagin. 14 ára gomul fór Henrikka til Danmarkar. Hon skuldi vera í húsi hjá læknanum Hilmar Fred­ericia, sum hevði verið nøkur ár í Havn. Hann var veruliga tann fyrsti, sum kom við uppskoti um mjólkaforsýning í Havn. Hann dugdi meira enn aðrir at síggja, hvussu skaði­lig mjólkaneyðin var fyri fólkaheilsuna í býnum. Tí legði hann dent á at fáa meira mjólk til Havnar. Av hansara ávum kom mað­ur frá Landbrugsholdningsselskabet til Før­oya at leggja monnum lag á at fáa skipað við­ur­skifti á hesum økinum. Henrikka greiddi frá, at hon fekk onga løn. Men hetta var hon ov sjálvstøðug til. Hon vildi vinna pening. Eitt ár seinni kom hon aftur til Føroya og fór at arbeiða fisk. Ferðaseðilin kostaði tá kr. 35. Hon segði: “Jeg mindes min barndom som en vidunderlig tid, og jeg tager stadigvæk en tur hjem. Fra det øjeblik jeg øjner øerne, gaar jeg ikki til køjs, jeg bliver straks færing igen. De klipper – de skær, de drager, og intet sted er græsset så grønt som på lien. Ja, i sådant et øjeblik er alt andet blæst væk.” Tá ið Henrikka fór úr Havnini búðu har 1.800 fólk. Tá ið hon var smágenta spældu tey altíð í bátunum vóru á seiðabergi og veiddu reyðfisk. Fiskurin var hongdur upp at ræsa og turka. Hon greiddi eisini frá grindadrápi og eis­ ini frá grindabýtinum. Um eitt barn var føtt áðr­enn kl. 12 tann dagin, so fekk tað eisini part. Hittir mannin í dansi Henrietta var 16 ára gomul, tá ið hon var kom­in heim aftur úr Danmark. “Eg var farin í dans eitt sunnukvøld, og har vóru eisini nakrir danskir sjómenn. Eg kom at dansa við einum matrósi. Mín kom­ andi maður var tá stýrimaður á eini skonn­ art, sum lá á Havnini. Hesin matrósur fór eft­ ir stýrimanninum, tí hann helt, at eg dugdi so væl at tosa danskt. Tá hittust vit á fyrsta sinni. Vit fóru so at dansa, og eg minnist at lagið var “An der schønen blau Donau”. Í byrjanini hevði eg hug at ilskast, tí hann hevði hug at traðka meg á tærnar, tá ið vit dansaðu. Aft­aná bjóðaði hann mær kaffi. Dagin eftir bjóð­aði hann mær døgurða, men vit skiltust utt­an nakra avtalu um at hittast aftur. Nakrar dagar eftir fór eg til Danmarkar og hugs­aði ikki meira um hann. Eg fekk húspláss hjá Edvard Ehlers, sum var ein kendur lækni og politikari. Ein dagin ring­ir á hurðina, har stóð stýrimaðurin, Ing­ berg. Hann hevði fingið uppspurt, hvar eg búði, og her stóð hann við tveimum at­gongu­ merkj­um til Kongaliga teatrið. Tíverri kundi eg ikki taka av. Tað var ikki so at fáa frí hjá eini arbeiðsgentu. Tá kom samband okkara millum. Hann var frá Bogø. Eg fekk seinni pláss hjá einum ad­mi­rali, Andreas du Plessis de Richelelieu. Hetta ljóðar fínt, og tað var tað eisini. Ad­ mi­ralurin hevði vunnið nógvan pening í FØROYSK SØGA Í DANMARK: Engberg, ein rættur sjómaður.