Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. september 2014síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. september 2014 · Nr. 100 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 15 Thai­landi, har hann hevði skapt nýggjar vinnu­vegir. Hann hevði eisini verið við til at stovna Østasiatisk Kompagni, sum í síni tíð var ein av størstu donsku fyritøkunum, eisini við støði í Thailandi. Vit vóru 18 tænastufólk. Eg var har í seks ár og endaði við at gerast “kammerjomfru for Hendes Nåde.” Vit vóru trúlovaði í 9 ár og fóru so heim til Havnar at verða vígd. Hetta var í 1918. Tá ið Ingberg var á heimleið úr Spanien og var komin í Ermasund við brúðarútstýrinum, sum hann hevði keypt í Spania, varð skipið torp­e­derað av einum týskum kavbáti. Hann bjarg­aði sær við neyð og deyð. Tað einasta hann hevði við sær í land var brúðarútstýrið og ein kaffikanna. Vit blivu gift í Havnar kirkju. Hetta var eitt rættiligt føroyskt brúdleyp. Kirkjan var smekkfull, og uttanfyri var skotið fyri brúð­ ar­par­inum. Vit høvdu bert 14 dagar saman, tá ið hann fór út aftur at sigla. Systir mín, Katrina, búði í Troense, og hon lá deyðsjúk av sponsku sjúkuni. Hví hon var í Troense veit eingin. Kanska hevur hon havt húspláss. Troense er nú ein partur av Svendborg sunnast á Fyn men liggur á oynni Tåsinge. Katrina vildi so fegin síggja mammu enn eina ferð. Tískil fór hon fyrstu ferð í lívinum til Danmarkar. Eg fór við henni til Troense . Har keyptu vit hús fyri 12.500. Katrina doyði og gjørdist bert 20 ára gomul. Umstøðurnar at ferðast Spurd um ferðaviðurskiftini millum Føroyar og Danmark fyrst hon minnist, greiðir Henri­etta frá ferð við rutuskipinum Sleipner: Jeg rejste på 2. klasse. Mændene havde fæl­le­s­stue, hvor de sov sammen, men de skulle spise i kvindernes soverum. Det var ikke behageligt, der var mange søsyge, luften var ikki særlig god, og toiletforholdene var elen­dige. Damperen gik altid ind til Leith í Skotland, hvor man lossede og lastede i halv- anden dag. Dengang tog turen 6 dage, nu kun 3 dage. Det kunde til tider være et skrækkeligt vejr. I Thorshavn ankrede vi op i bugten og blev så roet i land. Henrikka hevði, tá henda samrøðan var gjørd, búð 42 ár í Troense, men henni dámdi fram­vegis at fara til Føroya. Sum hon segði: “Jeg maa se klipperne”. Hon hevði eingi systk­in í Føroyum, so hon búði umborð á ferða­mannaskipinum. Í Føroyum fekk hon føroyskan mat, sum spik og grind og grunningshøvd. Men henni dámdi væl at koma aftur til Troense, har hon var væl kend. Her lógu eisini systirin og mamm­an jarðaðar. Kom eisini í býráðið Henrikka luttók eisini í almenna lívinum. Hon var við í Reyða Krossi undir týsku her­ set­ingini. Eisini var hon við bý­ráð­num. Fyrst kom hon inn sum eyka­limur, síðan sum valdur lim­ur. Men at vera kvinna í politikki var ikki bara lætt tá. Men hon kundi eis­ini gera bart, sum tá ið hon á einum fundi segði: “Behandl mig som en af jeres egne, jeg er gammel sømandskone og vant til at høre lidt af hvert.” Men hon lat væl at samstarvinum í komm­unu­stýrinum. Hon var í nevndum, sum høvdu hennara áhuga. Millum hesi vóru almanna­mál. Hon kom eisini at áseta grund­ stykk­ið til nýggja ell­is­ heim­ið. Hon var kon­ ser­va­tiv men helt seg vera líka fram­burðs­ sinn­aða sum nakar so­ci­al­demo­krat­ur. Droymdi, at maðurin var bjargaður Maður Henrikku fekk sítt egna skip. Saman við einum reiðara í Marstal, keypti hann skip­ið Gerda. Hetta var í seglskipatíðini, so tað kundi ofta vera buldrasligt. Eina ferð hevði Henrikka ikki hoyrt frá skip­inum í tveir mánaðir. Tá varð roknað við, at skipið var burturgingið við mann og mús. Men Henrikka kundi kortini ikki gevast at vóna. Ein dagin sat hon við vindeygað heima, og hon sær telegrafboðið koma móti hús­in­ um. Boðið ringir á hurðina og rópar: Værs’go’ – ja undskyld jeg bryder tavs­ hed­pligten, men de er reddet”. Hon hevði annars sjálv droymt, at teir vóru bjargaðir. Skipið var rikið allan vegin um Atlantshavið, og teir vóru deyðanum nær, tá teir komu til Plymouth í Onglandi. Undir krígnum hvørki sá ella hoyrdi hon nak­að til mannin. Tá kríggið byrjaði, var hann stadd­ur í amerikanskum sjógvi, og hann fór í amerikanska krígstænastu. Hann sigldi við einum veitingarskipi í Kyrra­hav­in­ um í kríg­num móti Japan. Hetta var støðan hjá nógvum sjómonnum, tá ið Danmark varð hersett av Týsklandi. Tá vóru nógv donsk skip, sum valdu ikki at fara í danska havn, og sum tí ikki komu heim aft­ ur, fyrr enn kríggið var av fimm ár seinni. Ingberg var altíð á langferð, men Hen­ rikka sigldi ofta saman við honum, so hon kom víða um. Tá ið hann doyði í 1951 var hann skipari á einum tangaskipi hjá Esso. Tey vóru barnleys. Systirin misti mannin undir fyrra heims­bar­daga Hálvsystir Henrikku, Kristina, fór eisini til Dan­markar og varð gift við Julius Krohn. Hann var skipari á einum koldampara, sum varð torpederaður undir fyrra heimsbardaga. Juli­us kom ikki aftur í aftur. Hon giftist ikki aft­ur og fluttu við sínum báðum døtrum inn til Henrikku, sum ofta var einsamøll, tí mað­ ur­in var so nógv burtur. Døtur hennara vóru Nina Oona og Evelyn Krohn. Kristina var omma Susanne Krohn, sum gift­ist við Oscar Djurhuus, abbason Poul Juel Djur­huus, sum var beiggi Hans Andreas og Jan­us. Ein onnur ommudóttir, Janne, lýsir ommu­systr­ina sum eitt konubrot: I mange år boede min mormor og Hen­ rikka under samme tag indtil min mormor døde i 1970. Efter den tid boede Henrikka alene i mange år, inden hun flyttede til Køb­ en­havn, hvor hun levede sine sidste år hos en ven­inde. Hun døde i 1983 lige inden hendes 90-års fødselsdag. Henrikka var en sej dame, hun havde sine meningers mod – hun blev valgt til sog­ne­ råds­formand, hun passede det store hus og store køkkenhave. Ingberg havde en sejlbåd og en jolle liggende i Pilekrogen, som vi nær­ mest boede i, når Ingberg var hjemme. Hun op­rettede også Søfartmuseet i Troense og der kan man se mange af Ingbergs effekter fra den tid. Ja, hetta var so enn eitt íkast til søguna um fólk í Havn. Komandi partur: Í komandi parti verður greitt frá fyrstu kvinnunum í kommunupolitikki. Barndómsheimið hjá Henrikku var úti á Reyni. Mitt í myndini eru Mettustova og beint yvir av, í húsinum longst burtur á myndini, búði Óli Rikk. Húsini hjá Henrikku og Engberg fingu navnið Tjaldur. Sjálv var hon kend sum frú Tjaldur. Johanna Maria, sum var ættað úr Søldarfirði Kristina, systir Henrikku Henrikka við minnum úr Føroyum.