týsdagur 8. juni 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 106 - 8. juni 2004
Nr. 106 - 8. juni 2004
5
Fríggjadagin 4.juni
var endabresturin av
stóra tiltakinum
"Havnin ein býur har
børnini trívast". Bæði
børn og vaksin hugn-
aðu sær óført, og tað
sást týðuliga, at
børnini vórðu glað
um, endiliga at sleppa
at sýna fram tað, sum
tey høvdu vant í so
langa tíð.
BARNAGARÐSBØRN
Eydna Skaale
Eydna@sosialurin.fo
Veðurforsagnirnar undan
fríggjadegnum vóru ikki
tær bestu, og fríggjamorg-
unin var veðrið eisini keði-
ligt, men tá til stykkis kom,
sá tað út til, at veður-
gudarnir hóast alt stuðlaðu
børnunum í teirra fram-
førslu. Og hon eydnaðist
eisini sera væl. Nógv fólk
var samankomið at lurta,
bæði avvarðandi at børnun-
um og eisini dagrøktar-
mammur, pedagogar við
yngri barnagarsbørnum og
ein hópur av øðrum høvdu
leitað sær oman í Grasa-
garð.
Har var sangur og spæl,
og eg má undrast, at børnini
vóru so still og konsentrer-
að ígjøgnum alla fram-
førsluna. Tey sungu ymisk-
ar sangir um várið, til
onkrar sangir gjørdu tey
tekin ímeðan tey sungu og
tey høvdu eisini evnað sær
instrument, sum tey nýttu
til onkran sang.
Sangurin rungaði eftirí,
og tað sást veruliga, at
teimum dámdi sangirnar.
Eitt tekin um, at tey hava
havt tað gott og fingið nak-
að burturúr úti á verkstøð-
unum. Tað sást eisini, at
teimum dámdi at framføra,
og at vera í fokus hjá øllum
áhoyrarunum. Har var einki
sum líktist framførðslótta,
ístaðin nutu tey tað og
hugnaðu sær óført..
Fyri lættari at halda skil á
øllum børnunum, høvdu
tey øll eitt toystykki bundið
um høvdið, og bólkarnir
høvdu so ymsar litir, so
bæði børnini og tey vaksnu
allatíðina sóu hvør hoyrdi
til hvar. Í hvørjum bólki var
so eisini ein pedagogur, ið
bar eitt flagg við sama liti.
Eitt sera gott hugskot.
Eftir sangin í Grasagarði,
gingu børnini skrúðgongu
oman í býin, og tey hildu
tað vera fantastiskt, at mið-
býurin var stongdur fyri
allari ferðslu, bara fyri
teirra skyld. Tað sást týðu-
liga hvussu errin tey vóru
av at verða tikin í so stórum
álvara.
Niðri á Vaglinum helt
borgarstjórin eina stutta
røðu um hvussu alt var, táið
hann var barn, og so sluppu
børnini upp á gólv. Eisini
her vórðu tey ógvuliga kon-
sentrerað og fylgdu væl
við, hvat tey skuldu gera og
nær tað skuldi gerast, og
tey kvóðu so tað rungaði
eftirí. Stevið var kanska
ikki av tí allarbesta, men
tað gjørdi minni.
Alt í alt, var hetta eitt sera
gott og væleydnað tiltak, og
ein ikki minni góð og
vælegnað framførðsla, sum
veruliga prógvaði, at børn-
ini hava fingið nógv burt-
urúr hesum døgunum.
Norðurlendsk
summarstevna
fyri sálarsjúk í
Føroyum
Mánadagin 7 juni byrj-
aði ein summarstevna
fyri sálarsjúk í øllum
Norðurlondum. Tað er
Sinnisbati, ið skipar
fyri stevnuni, ið verður
hildin í Vágunum.
Sinnisbati er nevnd-
arlimur í stóra, norður-
lendska
felagnum
"Nordisk Forening for
Sosial
og
Mental
Helse", ið hvørt ár
hevur eina summar-
stevnu. Í ár eigur Sinn-
isbati so tørn at skipa
fyri. Í 1993 varð stevn-
an somuleiðis hildin í
Føroyum, og tá var
hon sera væleydnað.
Luttakarar úr Ís-
landi, Norra, Føroy-
um, Álandi, Svøríki,
Danmark og Finnlandi
verða við á stevnuni,
sum endar sunnudagin
13. juni.
Føroyskir luttakarar,
sum hava verið við á
tílíkum stevnum siga,
at hetta tiltakið hevur
borið teimum nógv
gott og virðismikið,
bæði
likamliga
og
sinnisliga.
eys
Ársins song-
rødd 2004
funnin
Leygarkvøldið 5. Juni
var seinasta umfar av
sangkappingini ársins
songrødd funnin, og tá
avtornaði gjørdist tað
Barbara Abrahamsen
úr Havn, sum vann.
Hon sang "Come what
may"
úr
filminum
Moulin Rouge.
Kristley Hansen úr
Kollafirði varð numm-
ar tvey við sanginum
"White Flag" hjá Dido.
Nummar trý bleiv
Eyðstein Jacobsen úr
Hvalba. Hann sang
"Angels" hjá Robbie
Williams.
Fyrireikararnir eru
longu
farnir
undir
næstu kapping, og teir
arbeiða í løtuni við at
fáa samstarv í lag við
Svf, um at gera send-
ingar til Ársins Song-
rødd 2005.
eys
Børnini áttu býin
Hópuppsagnir í Sørvági
Seinastu dagarnar
hevur flag til húsa-
tekju verið grivið við
Mjáuvøtn. Talan er
um friðað øki, og tí
má flagið ikki takast
haðani uttan loyvi
NÁTTÚRUFRIÐING
Edvard Joensen
Frammi við Mjáuvøtn hava
menn seinastu dagarnar
tikið flag av einum friðað-
um øki. Flagið skal brúkast
til húsateking.
– Tað er ikki loyvt, sigur
sýslumaðurin í Vestmanna,
og biðið er heldur ikki um
loyvi. Festarin hevur fingið
átalu fyri grevsturin.
Tað er á einum festi hjá
Jarðarráðnum, at grivið er.
Hetta er komið fyri fyrr,
sigur Ivan Klein Olsen,
Streymoyar
sýslumaður.
Einki mál er tó reist í
hesum sambandi, men fest-
arin hevur fingið at vita, at
tað má ikki endurtaka seg.
Økið er friðað, men kann
tó veltast til landsbúnaðar-
endamál, greiðir sýslu-
maðurin frá. Men í hesum
førinum er talan um tilfar
til húsabygging, og húsa-
bygging er als ikki loyvd á
økinum. Tó eru loyvi givin
til at byggja hús á økinum,
sum bygd verða í beinleiðis
sambandi við landsbúnað.
Sum til dømis seyðahús,
sigur sýslumaðurin.
Friðingin merkir, at ikki
er loyvt at taka sand, eyr,
mold, ella á annan hátt
órógva djóra- ella plantulív
á økinum. Alt skal liggja í
sinum nátúrliga uppruna og
ikki órógvast av manna-
ávum.
Tá flag verður tikið,
verður samstundis órógvað,
hóast tað, at tað ivaleyst
skjótt grør aftur, ásannar
sýslumaðurin.
Hetta økið við vøtnini
hevur fyrr verið í brenni-
deplinum í samband við
náttúrufriðing. Seinast var,
tá grivið varð á sandinum
niðanvert Leynavatn uttan
loyvi frá friðingarnevndini.
Tá vórðu boð givin um at
leggja grevsturin aftur.
Taka flag av friðaðum øki
Umleið 30 ársverk eru
færri at forvinna á
havnarlagnum í Sør-
vági, nú kryvjivirkið
hjá Sørvágs Laksi er
afturlatið og alt fólkið
koyrt til hús
ALIVINNA
Edvard Joensen
Sørvági:
Eini 30 fólk gjørdust
arbeiðsleys í Vágum í sein-
astu viku, tá laksakryvji-
virkið í Sørvági lat aftur.
Einki verður sett út aftur
fyrr enn komandi vár, sigur
stjórin á Sørvágs Laksi.
Gardar Joensen, stjóri á
Sørvágs Laksi sigur, at teir
ganga nú einir fýra mans
eftir og rigga av. Tað skal
gerast eftir ávísum reglum
fyri at fáa karantenutíðina
at galda, sigur hann.
Teir hava tømt fjørðin, og
í ár munnu eini 3.000 tons
vera tikin, sigur hann. Teir
eru slopnir av við allan
fiskin, men prísurin hevur
ikki verið nakað serligur.
Eina stutta tíð var hann
oman fyri 20,- krónur, men
tað vardi ikki leingi. Skal
tað bera til at ala laks, skal
prísurin helst liggja um tær
20,- krónurnar ella meira,
sigur Gardar Joensen.
– Tá nú avriggað er, fara
maskinur og onnur gøgn
helst at verða standandi og
bíða eftir, at lív kemur íaft-
ur. Tað hevði helst verið
ringt at sloppið av við nak-
að kortini, tí tað er nokk
ikki so stórur áhugi fyri at
keypa, heldur hann.
Hóast allar reglur um
karantenu verða hildnar, er
eingin trygd fyri, at sjúka
ikki kann stinga seg upp-
aftur, tá farið verður at seta
út av nýggjum, ásannar
Gardar Joensen. Men hetta
er so ein vági, hann verður
noyddur at liva við, um
ætlanin er at halda fram við
aling, sigur hann.
Um framtíðarútlitini sig-
ur Gardar Joensen, at um
loyvt verður at koppseta, og
kvotur verða lagdar á í ES,
kann tað henda, at prísurin
verður so mikið høgur, at
tað kann loysa seg at ala
aftur. Onnur boð hevur
hann ikki í løtuni.
Hvat er vorðið av teimum
umleið 30 fólkunum, sum
gjørdust arbeiðsleys í sein-
astu viku, veit hann ikki
rættiliga, sigur stjórin á
Sørvágs Laksi. Men tey
ganga helst fyri einki enn,
væntar hann.
Aliringarnir á sørvágsfirði eru nú tómir, og alt virksemi verður
riggað av eftir greiðum, ásettum reglum. Einki verður sett í
aftur ringarnar fyrr enn í fyrsta lagi komandi vár
Mynd: Edvard Joensen
Flagið er grivið av frammi við Mittastavatn. Tað skal brúkast til at tekja við. Men hetta er ikki
loyvt, tí økið er friðað, sigur sýslumaðurin, sum er formaður í friðingarnevndini
Mynd: Jens Kristian Vang
Kvinnurnar ætla at
blanda seg álvarsliga
upp í kommunalpol-
itikkin í Vágum í
framtíðini. Farið
verður undir upplýs-
andi fundarrøð í
vikuni
KOMMUNAL-
POLITIKKUR
Edvard Joensen
Vágar:
Vágakvinnur ætla sær av
álvara at gera seg gald-
andi í kommunalpolitikk-
inum. Tær hava skipað ein
bólk, sum fer undir kunn-
ingarherferð at upplýsa
um
kommunalpolitikk
sum heild, og serliga um,
hvat kvinnur vilja í hesum
sambandi.
Ein bólkur, sum nevnir
seg Kvinnubólkurin í
Vágum, hevur tikið stig
til eina fundarrøð í oynni,
har dentur verður lagdur
á, at kvinnur tosa um
kommunalpolitikk.
Fundirnir verða hildnir
í øllum teimum størru
bygdunum í Vágum, og
fyrsti fundurin verður í
Gamla Skúla í Sandavági
fríggjakvøldið 11. juni
klokkan 19.00. Síðan
verður
ein
fundur
í
kommunuhúsinum
í
Sørvági mikukvøldið 16.
juni klokkan 20.00, og
tann triðji verður í komm-
unuhúsinum í Miðvági
mikukvøldið
23.
juni
klokkan 20.00.
Marjun í Kálvalíð í
Miðvági er ein teirra, sum
hevur tikið stig til hetta
tiltakið.
Hon sigur, at ætlanin er
at fáa kvinnur, sum hava
luttikið í kommunalpolit-
ikki, at siga frá hesum ar-
beiði, eins og ætlanin eis-
ini er at fáa tær, sum ætla
sær at stilla upp til komm-
unuvalið í heyst, at greiða
frá, hvat teirra hugsjón er,
hví tær stilla up, hvat tær
kunnu meira enn tey, sum
frammanundan
sita
í
bygdarráðunum, og so
framvegis.
Dentur verður lagdur á
at fáa so breiða geograf-
iska umboðan sum gjør-
ligt, siga tær, sum skipa
fyri fundarrøðini í Vágum
um kvinnur í kommunal-
politikki.
Vilja vinna
Vágar
Jónhild Jørgensen Miðvági er ein teirra, sum fer at siga frá
um kvinnur í kommunalpolitikki. Hon hevur sjálv luttikið í
kommunalpolitikki í Vágum, og hevur seinasta skeiðið
verið formaður í Felagskommununi í Vágum
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
5
4