týsdagur 8. juni 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 106 - 8. juni 2004
Nr. 106 - 8. juni 2004
7
til Danmarkar at verða
viðgjørd.
Heldur ikki Bárður Niel-
sen er serliga fegin um
ráðstevnuna, sum tjóð-
veldisflokkurin og norður-
atlantsbólkurin hildu í
Keypmannahavn herfyri
og har føroyski blokkstuð-
ulin varð høvuðsmálið.
Hann staðfestir, at hóast
hann hevur er landsstýris-
maður í fíggjarmálum og
sostatt er ovasti politiski
myndugleiki í Føroyum í
fíggjarmálum, varð hann
ikki boðin at halda røðu á
ráðstevnuna.
– Vildu tey havt at vita,
hvat landsstýrið helt, hevði
verið natúrligt at bjóða
einum umboði fyri lands-
stýrið við.
– Tað heldur hann, var
eitt sindur undarligt, ser-
liga tá ið ávísir politikarar
úr Danmark vóru við.
Annars
viðurkennir
Bárður Nielsen at tjóð-
veldisflokkurin og norð-
uratlantsbólkurin
hevur
fullanrátt at hava eina slíka
ráðstevnu.
Men hann heldur ikki, at
tað er rætt at fara til Dan-
markar at viðgera føroysk-
an fíggjarpolitikk.
– Slíkt kjak hoyrir heima
í Føroyum og ikki ímillum
danskar politikarar og í
donskum fjølmiðlum.
Men Bárður Nielsen er
sannførdur um, at tjóð-
veldisflokkurin hevur bara
eittans endamál við eini
ráðstevnu, sum hesari:
– Tjóðveldisflokkinum
sat í samgongu í seks ár,
men hann kiksaði, tí vit
fingu hvørki sjálvstýri ella
ein sjálvberandi búskap og
blokkurin varð heldur ikki
skorðin burtur.
– Eg dugi heldur ikki at
síggja, hvussu blokkurin
kann verða skorðin enn
meiri í næstu framtíð.
Og tað, sum miseydnað-
ist í Føroyum, fer flokkur-
in til Danmarkar at fáa
danir at skerja blokkin fyri
okkum, ímóti politiska
viljanum í Føroyum.
Hann heldur, at við hes-
um tiltakinum er okkara
sjálvavgerðarrættur
á
fíggjarliga økinum partvís
tikin frá okkum og tað er
ógvuliga óheppið, sigur
landsstýrismaðurin.
Men tað er næstan sum
um at tjóðveldisflokkurin
vilja hava danir at leggja
seg út í føroysk viðurskifti.
– Hetta kann kom at
skapa spenningar ímillum
føroyskar
og
danskar
politikarar og ímillum
vanligar danir og føroy-
ingar og tað er ómetaliga
óheppið.
– Men tá ið slíkir upp-
lýsingar um at blokkstuð-
ulin og, hvat hann verður
brúktur til, koma upp,
noyðast danskir politikarar
at taka tað upp.
Undarligt
Bárður Nielsen vísir eisini
á, at tá í tjóðveldisflokk-
urin sat í samgongu í bestu
tíð í Føroyum nakrantíð,
vildi hann hava danir at
góðtaka eina skiftistíð upp
á 12-15 ár, fyri ikki at taka
grundarlagið undan før-
oyska búskapinum. Men
danir vildu bara geva 4 ára
skiftistíð.
Men nú, flokkurin er í
andstøðu, og tíðirnar eru
farnar at versna, heldur
hann, at blokkurin kann
skerast burtur uppá 6-8 ár.
– Í 2001 vóru umstøður-
nar at taka eina skiftistíð
uppá fýra ár munandi betri
enn tær eru at taka eina
skiftistíð upp á 6-8 ár nú,
sigur Bárður Nielsen.
Høgni Hoydal og
tjóðveldisflokkurin
dragsa føroyskan
politikk niður til
Danmarkar við ein-
um einasta endamáli
og tað er at øsa danir
upp ímóti føroying-
um, sigur løgmaður
RÍKISFELAGS-
SKAPURIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta er at draga innan-
hýsis føroysk viðurskifti
niður til Danmark, har tey
ikki hoyra heima.
Jóannes Eidesgaard, løg-
maður, heldur, at tað er
hugstoytt, at tjóðveldis-
flokkurin og norðuratlants-
bólkurin hava skipað fyri
ráðstevnu í Keypmanna-
havn, har føroyskur fíggj-
arpolitikkur og ríkisveit-
ingin vóru høvuðsmálini.
Hann ásannar, at tað er
ein partur av fólkaræðinum
at halda ráðstevnur so tað
hevur norðuratlantsbólkur-
in fullan fólkaræðiligan
rætt til.
– Men tað løgna við hes-
ari ráðstevnuni, var, at í
hesum føri var talan um at
leggja innanhýsis viður-
skifti í Føroyum fram fyri
danir at kjakast um.
Hann minnir á, hvussu
stórar trupulleikar, føroy-
ingar høvdu undir kreppuni
av, at danir løgdu seg uppí
alskyns, føroysk viður-
skifti, eisini viðurskifti,
sum vóru yvirtikin.
– Tí var dagurin 10. juni
1998 ein ógvuliga gleðilig-
ur dagur, tí tá gjørdu føroy-
ingar og danir eina avtalu,
sum staðfesti, at ábyrgdina
fyri búskapinum í Føroy-
um, lá í Føroyum.
Men tað, sum hendir við
hesari ráðstevnuni, er, at
føroysk málsøki verða drig-
in til Danmarkar at verða
umrødd.
– Hetta er beinleiðis at
skaða
áhugamálini
hjá
landsstýrinum, sigur løg-
maður.
– Blokkurin hevur stóran
týdning, serliga í dag, nú
vit dragast við hall á fíggj-
arlógini. Var blokkurin ikki,
var hallið á fíggjarlógini í
ár 800 milliónir og so vóru
vit í djúpari kreppu.
Á ráðstevnuni var ein
høvuðsboðskapur, at blokk-
urin var við til at hita før-
oyska búskapin. Og eftir-
spælið er tað, at danskir
politikarar siga, at er blokk-
urin til skaða fyri føroying-
ar, má hann endurskoðast.
– Tað er átaluvert, at ein
ávísur flokkur fer, uttanum
landsstýrið, til Danmarkar,
sáa iva um ein so týðandi
part av okkara búskapi,
sum blokkurin uppá 600
milliónir, er.
– Hvat vit brúka blokkin
til, kemur ikki dønum við,
Tað er staðfest í avtaluni frá
1998, at føroyingar hava
sjálvir fullu og endaligu
ábyrgdina av fíggjarpoli-
tikkinum.
Jóannes Eidesgaard sig-
ur, at sostatt er Høgni Hoy-
dal í fullari ferð við at bróta
eina týðandi avtalu við
danir, sum hann sjálvur var
við til at gera.
– Tað ger Høgni Hoydal
og tjóðveldisflokkurin við
at leggja føroysk málsøki
yvir til danir til kjak.
– Tað er eisini undarligt,
at nú tjóðveldisflokkurin
ásannar, at hann ikki fær
undirtøku fyri sínum poli-
tikki í Føroyum, so fer hann
til Danmarkar fyri at fáa
danskar politikarar at taka
undir við sær og sostatt at
fáa síni frama fyri sínum
sjónarmiðjum
ígjøgnum
bakdyrnar.
Vil skapa øsing
Jóannes
Eidesgaard
er
sannførdur um, at endamál-
ið við hesi ráðstevnuni var
ikki at fáa meiri vitan til
vega.
– Vit vita øll, at tann
spenta støðan ímillum Før-
oyar og Danmark bjargaði
tjóðveldisflokkinum í níti-
árunum. Men teirra stóri
trupulleiki í dag, er, at tað
er ov friðarligt ímillum
Føroyar og Danmark. – Tí
royna teir sjálvir av øllum
alvi at sáa split í ímillum
londini bæði og at festa eld
aftur í ósemjurnar ímilllum
Føroyar og Danmark
– Tað gera teir við at fara
til Danmarkar at seta sjón-
eykuna á blokkin til Før-
oya, fyri sostatt at seta kílar
ímillum
føroyskar
og
danskar politikarar.
– Men meiri álavarsamt
er tað, at hetta er eisini við
til at seta kílar ímillum
meiniga danan og føroy-
ingar.
– Tað leikaði rættiliga
hart á í kreppuni og mang-
an tordu føroyingar ikki at
viðurkenna, at teir komu úr
Føroyum. Men teir brota-
sjógvarnir løgdu seg og
seinastu árini hevur tað
verið rættiliga friðaligt
ímillum
Føroyingar
og
danir. Og serliga eftir, at
avtalan frá 1998, gjørdi
støðuna greiða, hevur at
kalla ongir samanbrestir
verið.
– Tí er tað ótrúliga átalu-
vert, at ein føroyskur
politikari setir sær sum mál
at seta kílar ímillum danir
og føroyingar, soleiðis sum
tjóðveldisflokkurin nú hev-
ur gjørt við hesi ráðstevn-
uni.
Løgmaður sigur, at tað er
heilt óskiljandi, at júst tjóð-
veldisflokkurin skal fara at
avreiða málsøki, sum eru
føroysk, niður aftur til
Danmarkar, tí hjá tjóð-
veldisflokkninum er tað
aðalmálið, at í Føroyum
skulu føroyingar ráða.
Hann vísir á, at í kjalar-
vørrinum á hesi ráðstevn-
uni hevur enntá eitt kjak í
Danmark tikið seg upp um
føroyskan skattapolitikk og
um frádráttin, sum føroysk-
ir fiskimenn fáa.
– Vit kunnu vera ymisk á
málið um fiskimannafrá-
dráttin. Men tað eru ikki
danir, sum skulu hava eina
meining um tað, tí skatta-
mál vóru yvirtikin í 1948.
–
Tjóðveldisflokkurin
hevur altíð tvíhildið um
føroyskan sjálvsavgerðar-
rætt. Flokkurin gekk á odda
at leggja donsku ríkisveit-
ingina í ein blokk, júst fyri
at fáa sjálvsavgerðarrættin
yvir honum.
Men nú ger flokkurin tað
beint øvugta, tí nú fer hann
aftur til Danmarkar at tosa
við danir um, hvat blokk-
urin verður brúktur til.
Jóannes Eidesgaard sig-
ur, at hann dugir ikki at
síggja nakað annað enda-
mál við hesum enn at royna
at skapa øsing ímillum før-
oyingar og danir og at seta
tjóðirnar upp ímóti hvørj-
um øðrum.
kjalarvørrinum á kreppuni.
– Tá gingu tjóðveldisfólk
á odda at skuldseta danir
fyri at leggja seg út í før-
oyskan politikk og at taka
føroyingar av ræði.
– Støðan var rættiliga
spent tá. Politiskt var stór
ósemja ímillum danir og
føroyingar. men eisini
imillum vanliga danan var
ein rættilig øsing ímóti
føroyingum.
Fingu alla ábyrgdog
allan myndugleika
Bjarni Djurholm sigur, at í
juni 1998 eydnaðist tað
kortini landsstýrinum at fáa
eina avtalu við donsku
støjrnina sum staðfestir, at
ábyrgdin fyri fíggjarpoli-
tikkinum í Føroyum, liggur
hjá Føroya Landsstýri.
– Í hesi avtaluni verður
staðfest púra greitt, at
ábyrgdin og myndugleika
fyri fíggjarpolitikkinum í
Føroyum liggur hjá lands-
stýrinum.
– Síðani hevur verið full-
komiliga friður í viður-
skiftunum ímillum Føroyar
og Danmark.
Men nú hendur so tað, at
tjóðveldisflokkurin
og
Norðuratlantsbólkurin fara
til Danmarkar at halda eina
ráðstevnu um føroysk við-
urskifti, har danski blokk-
stuðulin til Føroya er eitt
høvuðsmál.
– Sostatt er tjóðveldis-
flokkurin farin at sáa iva
um tann sjálvavgerðarrætt,
vit fingu í avtaluni frá
1998.
– Og tað er rættiliga hug-
vekjandi, at tað júst skal
vera tjóðveldisflokkurin,
sum fer so vítt, sigur Bjarni
Djurholm.
– Hetta er at draga før-
oyskan fíggjarpolitikk nið-
ur til Danmarkar, har hann
als ikki hoyrir heima og tað
er rætt og slætt landsskaði-
ligt virksemi.
Føroyingar eru eitt
oyðiland
Bjarni Djurholm sigur, at
høvuðsboðskapurin á hesi
ráðstevnuni hevur verið, at
føroyingar fáa hundraðtals
milliónir frá dønum um
árið, sum vit í roynd og
veru blaka burtur og at vit
eru eitt oyðiland.
– Hetta er tað saman sum
at fortelja dønum, at føroy-
ingar eru ábyrgdarleysir og
tað mátti ikki sømt seg.
– Men við hesi framferð-
ini, er Tjóðveldisflokkurin
sostatt í ferð við at avreiða
tað avtaluna, sum vit fingu
í 1998 og har tað er stað-
fest, at vit hava sjálvi
ábyrgdina av okkara fíggj-
arpolitikki.
– Hetta er onki minni enn
eitt bakbit ímóti teimum
avtalum, vit gjørdu við
danir í 1998, leggur hann
afturat.
– Tað er ringur fuglur, ið
drýtur í egið reiður, men
tað er júst tað, sum tjóð-
veldisflokkurin hevur gjørt.
Bjarni Djurholm sigur, at
í kjalarvørrinum á hesi
ráðstevnuni, hevur aftur ein
øsing tikið seg upp ímóti
Føroyum, bæði ímillum
politikarar
og
ímillum
vanliga fólki í Danmark.
– Og nú er enntá føroysk-
ur skattapolitikkur drigin
upp í kjakið og sjálvt før-
oyskir
fiskimenn
eru
drignir uppí. Hann sipar til,
at nú eru eisini danir farnir
at finnast at frádráttinum,
sum fiskimenn fáa.
– So langt er tjóðveldis-
flokkurin farin, staðfestir
Bjarni Djurholm.
Vilja skapa øsing
Bjarni Djurholm heldur, at
ráðstevnan hjá tjóðveldis-
flokkinum er ómetaliga
óheppin fyri føroyskan
politikk, serliga tá ið vit
minnast til, at framgongdin
í føroyska búskapinum er
við at venda og at tað tískil
liggja ovurhonds stórar av-
bjóðingar fyri framman hjá
landsstýrinum fyri at fáa
javnvág á fíggjarlógina.
– Samstundis verður av-
leiðingin tann, at vit nú
mugu at brúka drúgva tíð
og nógva kreftir upp á at
sannføra danir um, at vit
eru ikki so ábyrgdarleys,
sum hendan ráðstevnan
hevur málað á veggin
Bjarni Djurholm sigur, at
hendan ráðstevnan tænir
ongum endamáli enn at øsa
danskar politikarar og van-
liga fólki í Danmark upp
ímóti føroyingum.
Men hann ivast ikki í, at
júst tað er endamálið hjá
tjóðveldisflokkinum.
–
Tjóðveldisflokkurin
brúkar eitthvørt høvi til at
gera vart við seg polititiskt.
Vit sótu í samgongu í seks
á, men hjá tjóðveldisflokk-
inum var yvirtøku- soðið
rættiliga tunt, tí teir megn-
aðu ikki at yvirtaka eitt tað
einasta mál. Og tá ið tað fór
at sansa at, tók hann til
rýmingar úr samgonguni.
Bjarni Djurholm heldur,
at tað er tænir tjóðveldis-
flokkurin til lítlan sóma, at
hann nú fer til Danmarkar
at skapa sær ein nýggjan,
politiskan front.
– Endamálið hjá tjóð-
veldisflokkurin er at halda
fast um tað sera spentu
støðu, sum var ímillum
Føroyar og Danmark í
kreppuárunum og tí fara
teir nú til Danmarkar at
skapa øsing um blokkstuð-
ulin.
– Hendan áhaldandi mis-
nøgdin ímillum Føroyar og
Danmark eigur lívið í tjóð-
veldisflokkinuma
og
tí
royna teir aftur at skapa
øsing í Danmark ímóti Før-
oyum. Og tí er tað eisini
avgerandi fyri tjóðveldis-
flokkin at halda pottinum í
kóki.
– Og tá ið tað vísir seg, at
teir ikki fáa undirtrøku fyri
sínum politikki í Føroyum,
gera teir ikki mætari, enn at
teir fara til Danmarkar at
draga danskar politikarar
og danska almenningin upp
í. fyri at fáa tey at hjálpa
sær.
Annars siga tjóðveldis-
menn, at ongin røðari var
valdur útfrá politiskum
orsøkum og at endamálið
var einans at fáa vitan?
– Eg kann bara minna á,
at tann eini høvuðsrøðarin
(Hermann Oskarsson, blm)
var í uppskoti til at vera
valevni fyri tjóðveldis-
flokkin til løgtingsvalið.
Meiri er ikki neyðugt at
siga um tað, sigur Bjarni
Djurholm.
Avtalan
ímillum
Føroyar og
Danmark
um fígggar-
politikk
I hesari avtaluni
ímillum Danmark
og Føroyar verður
staðfest, at lands-
stýrið hevur
ábyrgdina av
fíggjarpolitikkin-
um í Føroyum
ARTIKEL 8
Ansvaret for den øko-
nomiske politik:
Den Danske Reger-
ing
og
Færøernes
Landsstyre er enige
om, at ansvaret for den
økonomiske politik på
Færøerne,
herunder
for fremtidig låneop-
tagelse og garanti-
stillelser, indenfor de
rammer som følger af
hjemmestyreloven,
ligger hos Landsstyret.
Herved er samtlige
begrænsninger
i
Landsstyrets låneop-
tagelser og garanti-
stillelser bortfaldet.
Brot úr avtalu frá 10.
juni
1998
ímillum
donsku stjórnina og
Føroya Landsstýriø
Høgni Hoydal skapar
øsing ímillum
føroyingar og danir
Føroyingar farnir undir
skaðiligt virksemi í Danmark
Vil hava danir at hjálpa sær við tí
sum ikki gekk í Føroyum
Í 2001 vóru betri umstøður
at taka eina skiftistíð uppá 4
ár enn tær eru at taka eina
skiftistíð uppá 6-8 ár nú,
sigur Bárður Nielse
– Tjóðveldisflokkurin livir av
at skapa øsing ímillum
Føroyar og Danmark og tí
royna teir aftur nú at øsa
danir upp ímóti føroyingum,
sigur Bjarni Djurholm.
– Tjóðveldisflokkurin livir av
at ósemjur eru ímillum
Føroyar og danir og tí royna
teir, hvat teir kunnu at festa
eld í aftur og tað er ógvuliga
átaluvert, heldur løgmaður
Tá ið Høgni
Hoydal sat í
landsstýrinum,
vildi hann hava 12-
15 ára skiftistíð í
sambandi við loys-
ingina frá
Danmark. Nú hann
er í andstøðu, og
tíðirnar eru farnar
at versna, heldur
hann, at 6-8 ár eru
nóg miki, sigur
Bárður Nielsen
RÍKISFELAGS-
SKAPURIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin
Tað er ikki rætt at
dragsa føroysk málsøki
Við sínum virksemi í
Danmark, er Tjóð-
veldisflokkurin farin
at øsa danir upp
ímóti føroyingum,
samstundis sum teir
eru í ferð við at máa
støðið undan eini
avgerandi avtalu
ímillum Føroyar og
Danmark
RÍKISFELAGS-
SKAPURIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta er onki minni enn
landsskaðiligt virksemi.
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður og varaløg-
maður er alt annað enn
fegin um ráðstevnuna um,
sum norðuratlantsbólkurin
helt á Christiansborg her-
fyri.
Hann leggur dent á, at
tjóðveldisflokkurin
og
norðuratlantsbólkurin hava
fullan rætt til at halda tær
ráðstevnur, teir vilja.
Men hann sigur, at við
hesum tiltakinum beinleið-
is eggjar tjóðveldisflokk-
urin dønum til at leggja seg
út í føroyskan politikk.
Bjarni Djurholm minnir
á tey sera spentu viður-
skiftini, sum vóru ímillum
danir og føroyingar í
C
M
Y
K
7
6