týsdagur 8. juni 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 106 - 8. juni 2004
Nr. 106 - 8. juni 2004
9
MARKNAÐARRÁK
Bjarta arbeiðsmarknaðar-
frágreiðingin
úr
USA
fríggjadagin og semjan
millum
OPEC-limirnar
hósdagin, um at økja olju-
framleiðsluna, fingu láns-
brævarentur og partabrøv at
hækka. Rentan á donsku 2-
og 10 ára statslánsbrøvun-
um hækkaðu í ávikavist
2,8% og 4,57%.
Frágreiðingin staðfesti,
at heili 248.000 arbeiðs-
pláss vóru sett á stovn í mai
mánaða í mun til tey vænt-
aðu 225.000. Síðan ársbyrj-
an eru nú 1,2 milliónir
nýggj arbeiðsplass stovn-
sett; serliga innan fram-
leiðsluvinnuna. Hetta stað-
festir, at amerikanskar fyri-
tøkur endiliga hava fingið
álit á búskaparvøkstin, sum
byrjaði seinast í 2001.
Góð búskapartøl og onn-
ur tíðindi, ið hava fingið
lánsbrævarenturnar
at
hækka, hava í seinastuni
fingið partabrøv at lækka
av ótta fyri komandi rentu-
hækkingini. Hesuferð hátt-
aðu partabrøvini sær tó
øðrvísi, tí marknaðirnir
hava innroknað rentuhækk-
ingina í USA, ið mest sann-
líkt verður framd 30. juni.
Oljuprísurin, ið seinastu
vikurnar hevur havt stóra
ávirkan
á
virðisbræva-
marknaðirnar, er vorðin
meiri støðugur nú OPEC-
limirnir hósdagin samdust
um at økja framleiðsluna
við 2 mió. tunnum um dag-
in og 0,5 mió. afturat um
neyðugt. Hóast yvirgangs-
atsóknir mótvegis oljuút-
búnaði kann ávirka olju-
prísin í stutta tíðarbilinum,
so stavar høgi oljuprísurin
grundleggjandi frá stóra
vøkstrinum í heimsbúskap-
inum. Serliga er eftirspurn-
ingurin úr USA og Kina
øktur. Tískil kan ikki
væntast, at príslegan á olju
fer at lækka munandi í
næstum, hóast oljuprísurin
lækkaði 9% í farnu viku av
OPEC tíðindunum.
Fá búskapar- og rokn-
skapartíðindir verða hesa
vikuna. Tískil verður tað
heldur gongdin í oljuprísin-
um og røða hjá Grennespan
hósdagin, ið kunnu ávirka.
Lækkingin í oljuprísinum í
farnu viku kann føra við
sær eina stuttíðar mót-
rørðslu, og ein slík kann
føra við sær lækkandi
partabrøv og lánsbræva-
rentur. Rákið í láns- og
partabrøvunum frá farnu
viku skal tó væntast at
halda fram.
Alsamt fleiri arbeiðslpláss verða sett á stovn
Vika 24, 2004
www.kaupthing.fo
HUGLEIÐINGAR
Dánjal Petur Højgaard,
skrivari í Felagnum Høganes
Í tínum lívi setur tú tær
nøkur mál. Nøkur teirra
verða nádd, men onnur
ikki. Hvussu bleiv so við
sjóferðini
við
sluppini
Høganes, ið byrjaði fyri 20
árum síðani?
Hin 4. juni í 1984 varð
Felagið Høganes stovnað.
Stigtakarar vóru Hans Petur
Weihe, Martin Olsen - ið
báðir eru farnir foldum frá -
og undirritaði. Endamálið
var at varðveita seinastu
sluppina í Eysturoynni sum
eitt sjógripasavn uppi á
landi. Og á henda hátt eis-
ini at sýna forfedrum okk-
ara virðing. - Teimum, ið
við sluppunum sum vinnu-
tóli, beinleiðis lyftu før-
oysku tjóðini úr miðaldar-
ligari landbúnaðartíð, og til
nútíðar fiskivinnutíð.
Í 80-árunum tyktist nær-
um onki ógjørligt. Vit fóru
til verka við góðum treysti.
Felagið fekk nógvar limir.
Bygdirnar skiftust um at
taka arbeiðstørn leygardag-
ar, soleiðis at skipið bleiv
avmonterað og ruddað. Tað
gekk rímuliga væl at fáa
fígging tilvega, soleiðis at
vit kundu løna skipshand-
verkarum at innrætta skipið
eftir tekning av Dia Nielsen,
arkitekti. Í trý ár var arbeitt
umborð við innrætting og
umvæling. So kundu vit so
smátt hava framsýningar
umborð. Fyrst á Eystan-
stevnu. Um maritim viður-
skifti, um skaldskap í sam-
bandi við sjóvinnu. Síðani
listaframsýningar.
Eisini
kom t.d. Tróndur Patursson
- mæti listarmaðurin og
ferðamaðurin - umborð at
greiða okkum frá um ferð
sína við Shu-Fu, bambus-
flakanum, yvir um Havið
Kyrra. Jú, manga góða løt-
una fingu vit umborð á
Høganesi, tað er vist. - Okk-
urt fekst hóast alt fyri
stríðið, vit høvdu. Átti her
helst eisini at nevnt lippu-
steikina, ið Maria, kona
Martin, sála, hjúklaði um
okkum við, aftaná at Eyst-
anstevnu-framsýningin var
liðug og skuldi takast niður.
Meðan bíðað varð eftir øki
at seta skipið á, máttu vit
royna at hava tiltøk um-
borð. Her komu ungfólk
okkum til hjálpar. Við Just-
in Philbrow og Kára Sverr-
issyni á odda stovnaðu tey
bólkin TÓNASJÓN, ið
hevði til endamáls at skipa
fyri tónleikatiltøkum og
sjónleiki
umborð.
Tey
høvdu fleiri framførslur og
vandu eisini umborð. So
við og við fingu tey sam-
band við føroyska tónleika-
heimin kring landið. Kristi-
an Blak og øll tey góðu tón-
leikafólkini kring hann.
Norðurlandahúsið, ið hvørt
ár fekk listafólk til Føroya
at framføra. Vit upplivdu so
at siga allar tónlistagreinar:
fólkatónleik, jazz, klassisk-
an, rokk, samiskan joik,
kingo, indianskan sang - og
alt harímillum.
So komu døpru 90-árini.
Skuldu vit halda uppat við
virkseminum? - Kortanei!
Hildið varð áfram. Mitt í all-
ari neyðini kundu vit fram-
vegis her á Skálafjørðinum
stytta okkum stundir við
forvitnisligum dygdarkon-
sertum av alskyns slagi.
Túsundárið skifti. Ikki
bert til tað betra. Vit upp-
livdu óhapp og herverk. -
Skuldu vit gevast av tí
grund?- Aftur eitt »korta-
nei«! »Nei, vit seta stubbar-
nar í jørðina og berjast ikki
minni«, sum kappakvæðið
sigur.
Virksemið
umborð
á
Høganesi helt fram. Og tað
vaks eisini. Eldri sjómenn
hittust har seinnapartar á
degi. Eitt ungdómsfelag
aftrat varð stovnað við
endamálið at ung kundu
hittast og hugna sær saman
umborð. Skipið varð eisini
nýtt sum undirvísingarhøl-
ið innan sjóvinnu hjá fram-
heildsdeildunum
við
Runavíkar og Tofta Skúla.
Strongt hevur verið á at
fáa eina loysn á málinum
við at fáa øki til skipið.
Hetta gongur tó framvegis
striltið.
At fara og samanbera sjó-
ferð okkara við ferðina hjá
Oddyseus, er kanska at taka
munnin ov fullan. Men
hann fekk so eisini eina
ferð, ið kom at vara nógv
longri, enn væntað og ætl-
að. Hóast tað, so kom hann
á mál. - Og tað ætla vit
eisini!
Felagið Høganes
rundar tey 20
At alivinnan í Føroy-
um er í svárari
kreppu, er neyvan
nøkur loyna, og við
nýggjastu hagtølun-
um hjá Fiskaaling í
huga, er líkt til, at
nógv fólk, ið starvast í
alivinnuni, verða
uppsøgd
ALIVINNAN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað sær einki út hjá før-
oysku alivinnuni. Ein sam-
anrenning av ILA-sjúku og
vánaligum prísi á heims-
marknaðinum hevur sett
síni spor, og tey útvið 800
fólkini, ið starvast innan
føroysku alivinnuna, eru í
vanda fyri at missa arbeiði.
Næstan einki smolt
sett út
Eitt gott tekin um vánaligu
støðuna í alivinnuni, er
markanta afturgongdin í
nøgdini av smolti, ið verður
sett út. Í 2002 vóru ikki
færri enn 18 milliónir
laksasmolt sett út, meðan
metingarnar hjá Fiskaaling
fyri í ár siga, at tað neyvan
verður meiri enn einar 2
milliónir av laksasmolti sett
út í ár. Hetta er tað lægsta
talið av smoltið, ið verður
sett út, síðani 1986. Í fjør
vóru 7.5 milliónir laksa-
smolt sett út, so ikki kann
sigast annað, enn tað hevur
gingið ógvuliga skjótt tann
skeiva vegin.
Tøkan av laksi fer í
botn
Við tað at smoltið vanliga
verður tikið innan tvey ár
eru farin, er eyðsæð, at tey
næstu árini verður nógv
minni virksemi á teimum
ymisku
kryvjivirkunum
kring landið. Nýggjar met-
ingar, ið Fiskaaling hevur
gjørt vísa eisini, at tøkan av
laksi fer at minka munandi
næstu árini. Í kruvdari vekt
var tøkan størst í 2001, tá ið
41.000 tons av laksi vóru
tikin, og hetta talið er mink-
að eitt sindur fyri hvørt ár,
ið er farið aftur um bak, so-
leiðis at tað væntandi verða
tikin 34.000 tons av laksi í
ár. Hyggja vit so eitt lítið
sindur longur fram í tíðina,
er fallið í tøkuni væl størri.
Lítla útsetingin av smolti
hevur við sær, at tað kom-
andi ár væntandi ikki verða
tikin meiri enn okkurt um
20.000 tons, og árið eftir í
2006 einans 6.000 tons.
Nógv arbeiðspláss í
vanda
Við omanfyri nevndu met-
ingum í huga, er lítið at
ivast í, at tað verða nógvar
uppsagnir í vinnuni. Serliga
kann roknast við, at tað er
innan fyri kryvjing og
framleiðsluna av liðugt-
vøru, at nógv verða upp-
søgd. Í einum tilmæli, sum
Vinnuhúsið lat gera fyrr í
ár, stendur at lesa, at okkurt
um 500 fólk arbeiða innan
fyri hesar báðar partar av
føroysku alivinnuni. Aðra-
staðnis í blaðnum stendur
at lesa, at Sørvágs Laks júst
hevur sagt fólki úr starvi,
og væntast kann, at tað
sama fer at henda kring alt
landið.
Útflutningsvirðið
minkar nógv
Vánaliga gongdin í alivinn-
uni fer sjálvsagt eisini at
ávirka útflutningin av laksi.
Seinastu árini hevur før-
oyska alivinnan útflutt fyri
einar 800 til 900 milliónir
krónur um árið. Í ár fer út-
flutningsvirðið neyvan at
minka nevnisvert, men
næstu árini sær verri út. Ein
forsøgn, sum Føroya Hav-
búnaðarfelag hevur latið
gjørt, vísir, at komandi ár
fer
føroyska
alivinnan
neyvan at útflyta fyri meiri
enn slakar 500 milliónir
krónur, og í ár 2006 verða
vit heilt niðri á 100 milli-
ónur krónum. Hesar met-
ingar eru gjørdar út frá
teirri nøgd, ið væntandi
verður tikin komandi árini,
og roknað er við einum
marknaðarprísi upp á 20
krónur fyri kilo. Í løtuni
liggur miðalprísur beint
undir 20 krónum fyri kilo.
Líkist kreppuni í
nítiárunum
Kreppan í alivinnuni í dag
minnir ikki sørt um krepp-
una, sum alivinnan var í
fyrst í nítiárunum. Men av
tí at vinnan er nógv størri í
dag, kenst kreppan eisini
svárari í samfelagnum.
Orsøkin til kreppuna í
nítiárunum var vánaligir
prísir og sjúka, og tað er
júst tað sama, sum ger seg
galdandi í dag. Nógvir alar-
ar fóru á húsagang tá, og
søgan fer óivað at endur-
taka seg. Hvussu stór
kreppan verður hesaferð, er
tó nógv tengt at, hvussu tað
fer at ganga við at fáa bast
sjúkunum,
og
hvørjar
karmar, ið landsins mynd-
ugleikar og fíggjarstovnar
fara at geva føroysku ali-
vinnuni.
Vit royndu til fánýtis at
fáa eina viðmerking frá
Havbúnaðarfelagnum
til
støðuna í føroysku alivinn-
uni, men vónandi kemur
hon í næstum.
Føroya Fiskimanna-
felag
Óli Jacobsen
7. juni 2004
Til
Jóannes Eidesgaard,
løgmaður
Bárður Nielsen,
landsstýrismaður
Vit vilja við hesum heita á
løgmann og landsstýris-
mannin í fíggjarmálum um
at seta eina kanning í verk,
hvørt formaðurin í Búskap-
arráðnum hevur hildið seg
innan sínar heimildir í sam-
band við luttøkuna á fund-
inum, sum var í Norðuratl-
antsbólkinum á Fólkatingi
herfyri um blokkstuðulin,
og tað, sum er farið fram
aftaná.
Sambært lógina um Bú-
skaparráð er uppgávan hjá
ráðnum at fylgja við bú-
skaparligu gongdini í sam-
felagnum og at ráðgeva um
búskaparlig viðurskifti.
Men lógin sigur einki
um, at ráðið hevur nakran
sum helst politiskan mynd-
ugleika, sum formaðurin
sjálvur tykist at halda, at
fáa sínu sjónarmið gjøgn-
umførd. Tað er væl saktans
upp til tann til eina og
hvørja tíð valda politiska
myndugleika, hvørt hann
fylgir
ráðgevingini
frá
ráðnum ella ikki. Vit rokna
við, at Búskaparráðið hevur
ikki annan status enn aðrar
ráðgevandi nevndir, sum
t.d. Fiskivinnuráðið.
Orsøkin til hesa kæru er
leikluturin hjá formannin-
um í Búskaparráðnum í
teirri donsku uppílegging í
innanhýsis føroysk viður-
skifti, sum vit júst hava sæð
í hesum døgum.
Hetta kom greitt fram í
Berlingske Tidende sein-
asta fríggjadag, har for-
maðurin í fíggjarnevndini
hjá danska fólkatinginum,
Kristian Thulesen Dahl,
nýtir skattaskipanina hjá
føroyskum sjó- og fiski-
monnum sum páskot fyri
kravi um at endurmeta
danska blokkin til Føroya.
Hetta minnir sera nógv
um ta uppílegging í føroysk
viðurskifti, sum vit sóu
undir kreppuni fyrst í 90-
unum, tá tað eisini vóru
fiskimenn, sum stóðu fyri
skotum.
Tá høvdu vit eina kenslu
av, at donsku krøvini vóru
bíløgd úr Føroyum. Men í
hesum førinum er tað púra
greitt, at tað eru føroyskir
myndugleikar, sum standa
aftanfyri, og at tað er teim-
um fyri at takka, at málið
kemur fram á hendan hátt.
Endamálið er greitt um-
vegis danskar myndugleik-
ar leggja trýst á teir før-
oysku á einum øki, har vit
einsamallir hava ræðið, og
hetta er í sær sjálvum ein
sera álvarslig hóttan ímóti
føroyska suverenitetinum
ella sjálvræðinum.
Tað framgongur greitt av
greinini í Berlingske Tiden-
de, at tað er Hermann Osk-
arsson í sínum eginleika av
at vera formaður í Búskap-
arráðnum, sum er upprunin
og orsøkin til henda ágang
móti føroyskum sjálvræði.
Umframt tað er grund til
at halda, at tað er hann, sum
hevur
forsýnað
sovæl
danskar fjølmiðlar sum
politikkarar við teimum
faktuellu
upplýsingum,
sum eru í málinum. Hetta
er gjørt á ein slíkan eintátt-
aðan hátt, at tað verður
uppfatað av dønum sum
»afsløring af lønfesten«,
sum um nakað er gingið
fyri seg, sum ikki tolir
dagsins ljós. Hetta verður
gjørt saman við eini sera
vanvirðandi umrøðu av før-
oyskum fiskimonnum.
Vit ætla ikki at koma inn
á sjálva argumentatiónina
her, hóast nógv kundi verið
sagt. Men tó hetta: Sjálv-
sagt vilja vit ikki leggja
okkum út í eitt kjak um
blokkin. Men vit ætla ikki
at góðkenna, at tað verður
róð uppundir, at tað skulu
vera fiskimenn, sum eru or-
søkin til, at føroyskur bú-
skapur ikki er sjálvberandi.
Og tað serstakliga teir
fiskimenn,
sum
geva
størsta íkastið til búskapin.
Hetta sigur nakað um støð-
ið og mannagongd i hesi
sak.
Men vit meta tað at vera
sera álvarsligt, at ein týð-
andi almennur embætis-
maður alment á ein slíkan
hátt beitir danskar leiðandi
politikkarar eftir okkum
við slíkum hóttanum, tá
embætismaðurin ikki sjálv-
ur fær føroyskar myndug-
leikar at »makka rætt«. Vit
meta tað at vera sera iva-
samt, um ein slík manna-
gongd kann vera innanfyri
hansara heimildir sum for-
maður í Búskaparráðnum
við teirri vekt, sum liggur
aftanfyri,
tá
sjónarmið
verða sett fram í hesum
eginleika.
Vit meta tað eisini at vera
ivasamt, um verandi for-
maður í Búskaparráðnum
yvirhøvur situr har lógliga.
Í lógini um Búskaparráð er
ásett, at formaðurin fyri
ráðið ikki kann hava »leið-
andi starv innan meginfyri-
sitingina«. Sum kunnugt er
formaðurin
samstundis
stjóri á Hagstovuni, sum
enntá húsast í Fíggjarmála-
ráðnum. Hetta meta vit eis-
ini at vera eitt álvarsmál, tí
ivamál á hesum øki kann
seta enn eitt spurnartekin til
tey tilmæli, sum Búskapar-
ráðið kemur við.
Vit vóna at frætta aftur
sum skjótast, so álit aftur
kann skapast á landsins
myndugleikar, íroknað Bú-
skaparráðið.
Hundraðtals arbeiðspláss hvørva
Kæra um formannin í Búskaparráðnum
VIÐMERKING
Fleiri hundraðtals arbeiðspláss eru í vanda, nú føroyska alivinnan er í svárari kreppu
Savnsmynd
C
M
Y
K
9
8