Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. juni 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 106 - 8. juni 2004 Nr. 106 - 8. juni 2004 11 Ein oddagrein okkara um viðgerðina av blokk- inum á ráðstevnu á Christiansborg herfyri er fallin onkrum fyri bróstið. Vit hava á blaðnum einki ynski um at forða nøkrum bólki, flokki ella einstaklingum at upplýsa um blokkin ella at skipa fyri orðaskifti um blokkin. Hinvegin fara vit til einaoghvørja tíð at tilskila okkum rætt til at gera viðmerkingar til tað, sum fer fram í føroyska og danska samfelagnum. Av tí, sum fyrilá frá nevndu ráðstevnu, fingu vit ta fatan, at ein av boðskapunum frá ráðstevnuni var, at blokkurin einvíst er skaðiligur fyri før- oyskan búskap, og at hetta nú var greitt fyri donskum politikarum. Tað næsta ein kundi væntað, var eitt danskt initiativ til at minka blokkin enn meira. Við støði í hesum vístu vit á, at avgerðin um blokk ella ikki blokk eigur at liggja í Føroyum og onga aðrastaðir. Vit eru als ikki ósamd um, at blokkurin kann vera skaðiligur, um hann ikki verður nýttur rætt, men hetta var ikki evnið fyri okkara oddagrein. Tað, sum vit vildu siga, var, at vit halda tað vera skeivt, at føroyskur politikkur verður fluttur niður á Christiansborg. Hetta er skeivt uttan mun til hvør, ið ger tað. Vit hava als einki ímóti einum orðakifti um blokkin heldur enn um nakran annan politiskan spurn- ing. Men vit halda, at okkara orðaskifti eigur at vera her og ikki uttanlanda. Skal hetta orða- skifti fara fram uttanlanda, so eiga øll sjónar- mið at verða løgd fram fyri eitt nú danir. Hava danskir sakkønir, í hesum føri m.a. nakrir danskir toppolitikkarar sum Marianne Jelved og Frank Jensen, sjónamið uppá blokkin og onnur viðurskifti okkum viðkomandi, so eru tey vælkomin til Føroya at leggja síni sjónar- mið fram og at hoyra øll føroysk sjónarmið. Vit hava jú eftirfylgjandi sæð fleiri núanserað sjónarmið um blokkin - sjónarmið, sum bæði Marianne Jelved og Frank Jensen kundu havt stóra gleði av at hoyrt frá einum breiðari forum í Føroyum. Tað skal tí vera áheitan okkara á tey, sum í framtíðini ætla sær at taka slík orðakifti upp, um at gera tað til part av okkara egna gerandisdegi í Føroyum og ikki sum tað sýnist tilætlað at vera brúkt politiskt á einum donsk- um palli við tí øsing og slagsíðu, sum vit av royndum vita slíkt kann fáa og hevur fingið áður. DAGSINS MEINING Sosialurin Orðaskiftið til Føroya takk VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Vár Berghamar Jacobsen Bergur Debes Joensen Maud Vang Hansen Undan einum vali og í sam- felagskjaki annars verður nÓgv tosað um at betra um viðurskifti í samfelagnum. Her hava børnini og tey ungu ein serligan týdning. Góðir skúlar til børnini verður raðfest høgt. Lat okkum hygga at teimum ungu tónleika- spírunum! Tey eru góðar fyrimyndir. Tey visa vegin fram. Tey hava hegni, tey læra at hava gott arbeiðs- lag, og gera hvør sítt fyri at náa úrslitum- og stórum fe- lagsmálum sum konsertir, har alneyðugt er við góðum samstarvsevnum. Tónleikabørnini ríka okkum lívið bæði í heim- um, í skúlum, í miðlum, á pallum, í felagshúsum, á ellisheimum, í kirkjum og samkomum, á gøtum, á festivalum og stórum til- tøkum, ja hvar sum helst, og í øllum samfelagsløg- um. Umframt alt hetta hava næmingar úr Musikkskúl- unum prógvað at tey eru sera væl fyri og hava vunn- ið nógvar prísir uttan fyri landaoddarnar. Og eru her- við góð umboð fyri Føroy- ar. Best hevði verið um øll børn fingu hendan møgu- leikan at menna síni tón- leikaligu evni, og at fáa eitt gott arbeiðslag frá barns- beini, sum fer at fylgja teimum gjøgnum alt teirra vaksna lív. Tey læra tíðliga, at tey duga, og harvið fáa tey eina góða sjálvsfatan, og eitt gott støði at byggja eisini annan lærdÓm á. Hetta mátti verið nóg góð grundgeving fyri at lata skúlan halda fram á tí stigi, hann er á í dag, so heldur enn vaksa um teir longu bíðilistarnar, lat okkum arbeiða fyri at minka um teir. Nú verður arbeitt við at savna inn so nógvar undir- skriftir sum gjørligt, fyri harvið at stuðla Musikk- skúlanum og føroyskum tónleikalívi. Vit spara so lítið – men missa so nógv Johan Petersen Í hesum døgum fer fram undirskriftsinnsavnan til frama fyri eykajáttan til musikkskúlaskipanina, so hendan ikki verður skerd. Men orsøkin til ógvusligu skerjingarnar, hóast játtan- in í ár er á sama støði ella enntá nakað hægri enn seinasta ár, er niðurskurð- urin hjá undanfarna lands- stýri av blokkinum við 400 mió. kr. Syrgiligu útlitini hjá musikkskúlanum við upp- søgnum og niðurskurði í frálærutíðini hjá nógvum musikkskúlalærarum og við tí fylgju, at uml. 200 næmingar færri fara at fáa musikkfrálæru, hevur skelkað foreldur at musikk- skúlanæmingum. Savna undirskriftir Í eini roynd, at fáa broytt út- litini, verða tí undirskriftir savnaðar inn, til tess at gera vart við álvaran. Orsøkin blokkniður- skurðurin Men samstundis sum hesar royndir verða gjørdar, eigur at verða hugt at, hví vit eru komin í hesa truplu støðu. Jú, samstundis sum undan- farna samgonga hækkar lønirnar og tessvegna veit, at fíggjarkrøvini verða størri, lækkar hon saman við Miðflokkinum blokk- stuðulin við 400 mió. kr. og tekur soleiðis grundarlagið vekk undan bæði lønar- hækkingum og so nógvum av samfelagsins tænastum. 200 mió. í halli Við 200 mió. í halli á løg- tingsfíggjarlógini eru ikki nógvir møguleikar hjá núverandi samgongu at fáa endarnar at røkka saman. Var blokkurin ikki skerdur, hevði fyri tað fyrsta verið javnvág á fíggjarlógini og harafturat 200 mió kr. at gjørt gott við, m.a. eisini til musikkskúlan. Ongin atkvøða til flokkar, sum vilja forkoma musikkskúlanum Væntandi fer ongin av teimum mongu, sum hava skrivað undir áheitanina um eykajáttan til musikk- skúlan, at atkvøða fyri Tjóðveldisflokkinum, Fólkaflokkinum, Sjálv- stýrisflokkinum og Mið- flokkinum, sum við at skerja blokkstuðulin 400 mió. kr. eru um at hava for- komið tí frálíku musikk- skúlaskipan, sum seinastu nógvu árini er bygd upp. Blokkniðurskurðurin svíður hjá musikkskúlanum! Jógvan Jacobsen landsnevndarlimur Unga Tjóðveldisins Árliga danska heildar- veitingin hevur nakrar óhugnaligar fylgjur við sær. Fólkaræðið er í vanda, tá sonevndir ó- heftir fjølmiðlar og land- sins stjórn forfylgja politiskum mótstøðufólki fyri at siga sína meining. At danska heildarveit- ingin er skaðilig, er lítið at ivast í. T.d. verður prís- støðið kunstiga hildið uppi við teirri avleiðing, at føroyingar verða tað minni kappingarførir. Men heildarveitingin er eisini skaðilig á aðrar hættir. Forstjórin í Før- oya Banka, Jørn Astrup Hansen, segði herfyri, at danska heildarveitingin gjørdi kreppuna miklu størri, enn hon annars hevði verið. Jørn Astrup slapp at siga sína mein- ing uttan at verða spiltur niður í sand og øsku afturfyri. Hermann Oskarsson segði í sama høpi, at danska heildarveitingin ikki verður brúktur til at fremja nakra vælferð í Føroyum. Heldur verður blokkurin brúktur til at gera einstaklingar ríkar við. Men Hermann Os- karsson, ein føroyingur, slapp ikki líka væl sum danin Jørn Astrup Han- sen. So skjótt sum boðskap- irnir hjá m.o. teimum báðum komu út um Føroya land fóru fólk at øsa seg upp. Nakað óhugnaligt fór í gongd í Føroya landi. Ein øðilig útspilling fór í gongd. Føroyska stjórnarsamgongan og tíðindabløðini bæði Dimmalætting og Sosial- urin umframt onnur fóru at spilla føroyingin Her- mann Oskarsson út fyri at siga sína meining. Tað løgna er, at danin, Jørn Astrup Hansen, slapp undan allari útspill- ing, hóast hann bein- leiðis segði, at blokkurin er skaðiligur. Føroying- urin, Hermann Oskars- son, bleiv spiltur niður í sand og øsku, bara fyri at siga sína meining á flat- londum. Av hesum komi eg til eina óhugnaliga niður- støðu. Blokkurin er skaðiligur fyri fólkaræði og fyri talufrælsið. Dimmalætting og Sosial- urin saman við landsins stjórnavaldi hava spilt ein føroying niður í sand og øsku fyri at siga sína meining alment. Men ein dani sleppur at gera sum hann vil. Hetta er bæði rasistiskt og politisk forfylging. Forfylging av einum per- sóni, sum verður fataður sum politiskur mótstøðu- maður. Og keldan til hesa rasistisku politisku for- fylging er, sum vera man, blokkurin. Alt hetta málið snýr seg um donsku heildar- veitingina til Føroya lands. Og henda heildar- veitingin hevur skapt eina sterka rørslu ímóti, at fólk, føroyingar, skulu sleppa at siga sína mein- ing alment. Hvør skuldi trúð, at blokkurin førdi til rasismu og politiska for- fylging? Hvar er tað per- sónliga frælsið nú? Er hetta prísurin, vit lata, fyri at taka ímóti 615 milliónum krónum um árið? Um so er, so haldi eg, at tað er uppá tíðina, at umhugsa um vit yvirhøvur ynskja hesar pengar. Meiningin við blokkin- um var alla tíðina - sam- bært sambandsfólki í hvussu so er - at tryggja eitt minstamát av vælferð í Føroya landi. Men nú mugu vit ásanna, at blokkurin onga vælferð tryggjar. Heldur tvørtur ímóti. Sjúrður Skaale Týsdagin 25. mai skipaði Norðuratlantsbólkurin fyri ráðstevnu á Christiansborg um búskapin í tí sokallaða "ríkisfelagsskapinum". Eg var við til at skipa fyri ráðstevnuni. Og tað, vit løgdu mestan dentin á, var at fáa eina fjølbroytta skrá, soleiðis at evnið kundi lýs- ast úr ymsum sjónarhorn- um. Tilsamans 12 røðarar vóru. Tað vóru serfrøðing- ar, fakfólk og politikarar úr Føroyum, Grønlandi og Danmark. Endamálið var at fáa vitan. Einki annað. Eingin røðari var valdur av politiskum orsøkum. Øll vóru vælkomin. Har- umframt fingu t.d. starvs- fólk og leiðsla í fíggjar- málaráðnum persónliga innbjóðing við teldubrævi. Men haðani kom tíverri eingin. Hinvegin komu fleiri umboð fyri bæði danskar ráðharrastovur og grønlendska landsstýrið. Ráðstevnan eydnaðist av- bera væl. Framløgurnar vóru áhugaverdar og kjakið livandi. Jan loypir á Eftir ráðstevnuna hava fleiri fólk, sum ikki vóru til staðar, kritiserað hana við púra vitleysum pástandum, sum allir eru tiknir úr leys- ari luft. Nógv av hesum kritikki - t.d. frá fólki sum Virgar Dalsgaard og Rolf Guttesen - er sjálvsagt ikki verdur at gera viðmerkingar til. Men mikudagin brúkar fremsti pennaførari Javn- aðarfloksins, Jan Müller, oddagreinina í floksblað- num til eitt álop á hesa ráð- stevnu, har heldur ikki Jan tók lut. Jan sigur at: "Tað hevur alt tað, vit vita, verið ein óskrivað meginregla, at føroyskir fólkatingsmenn, staddir í Danmark, eru loyalir móti einumhvørjum sitandi landsstýri." Til hetta er fyrst at siga, at tað ikki passar. Jóannes Eidesgaard var t.d. ikki loyalur móti landsstýrinum, tá samráðingar vóru um føroyskt fullveldi. Hann var bara loyalur móti Nyrup og danska Javnaðarflokkinum. Og so má eg spyrja: Hví var tað óloyalt móti sitandi landsstýri at bjóða hesum 12 óheftu fólkunum at tosa um búskap? Jan sigur eisini at "Tað hevur verið siðvenja, at føroyskir fólkatingsmenn nýta ikki sín fólkatingssess til tess at seta danir upp ímóti politiskum mótstøðu- monnum í Føroyum." Hví heldur Jan tað vera at seta danir upp ímóti polit- iskum mótstøðumonnum í Føroyum at bjóða hesum 12 fólkunum at halda fyri- lestur? Er tað tí hesi 12 fólkini eru óreiðilig og suspekt? Jan sigur tað vera langt frá at boða frá ósemjum og til at "skipa fyri ráðstevnu við tí endamáli aktivt at máa støðið undan politikk- inum hjá eini samgongu." Var hetta endamálið? Tað kenni eg einki til. Og hví er tað at fáa vitan á borðið tað sama sum at máa støðið undan samgonguni hjá Jan og teimum? Og hvat er tað fyri politisk stevna, sum ikki tolir kjak og vitan? Álop á blokkin... Jan sigur at "tað er ikki fair at fara aftur um bakið á løgtingsmeiriluta og lands- stýri at ávirka danir í einum máli, har sitandi samgonga hevur ein heilt annan og púra greiðan politikk." Ávirka danir? Aftur um bakið á landsstýrinum? Hvat ólukkan billar Jan sær inn? Tey 12 fólkini bóru ikki fram politiskt bílagdar fyrilestrar. Jan sigur, at "Andstøðan hevur við álopinum á blokkin niðri í Danmark av álvara lagt sjógv millum seg og samgonguna." Andstøðan? Var tað nú andstøðan, sum skipaði fyri ráðstevnuni? Álop á blokkin? Hvat er hetta fyri slutur? Hví er tað eitt álop at biðja fakfólk, serfrøðingar og politikarar siga sína hugsan um eitt mál? Jan svingar seg eisini upp til at gera hesa djúptøku analysu: "At verða mett sum ein illloyal andstøða er nakað av tí versta, sum kann henda fyri eina and- støðu. Tað er eisini sera ósunt fyri fólkaræðið og álitið millum flokkarnar á tingi." Er andstøðan í Føroyum nú "illoyal" tí Norðurat- lantsbólkurin hevur skipað fyri eini ráðstevnu? Er Jan blivin klikkaður? Og er tað nú brádliga "ósunt fyri fólkaræði" at 12 fólk leggja fram sína vitan? Hvat er tað fyri slag av fólkaræði, Jan Müller tosar um? Fanatikarin Jan Müller Jan Müller hevur enn eina- ferð avdúkað seg sjálvan sum ein blindan, politiskan fanatikara. Hóast hann ikki var á ráðstevnuni, og hóast hann bara kennir til ein evarska lítlan part av tí, sum varð sagt, spýr Jan bæði gor og gall útyvir fyriskiparar og luttakarar. Tað, Jan Müller í veru- leikanum ger, at loypa á sjálvt talufrælsið. Hann hevur onga sakliga grundgeving fyri eini ein- astu av sínum ákærum. Hann finnur seg bara ikki í, at óheftir serfrøðingar og fakfólk hava sagt okkurt, sum ikki passar í hansara og Javnaðarfloksins kramm. Og so skulu tey steðgast! Tey eru ódemo- kratisk! Tey eru illloyal! Ja, tey eru enntá skaðilig fyri fólkaræðið! Sannleikin er, at tað, at sjónarmið verða borin fram, er sjálv fortreytin fyri fólkaræðinum. Tey, sum hótta fólkaræð- ið, eru tey, sum vilja steðga orðaskiftinum. Tey, sum ikki vilja hava óhefta upp- lýsing, men politiskt stýrda upplýsing. Tey, sum hótta fólkaræð- ið, eru hvørki Norðurat- lantsbólkurin ella tey 12 fólkini, sum løgdu fram á ráðstevnuni. Tey, sum hótta fólkaræð- ið, eru fanatikarar sum Jan Müller. VIÐMERKINGAR Er Jan Müller blivin klikkaður? Blaðstjórin á Sosialinum ger enn eitt fúlt álop á fólkaræðið Blokkurin er skaðiligur Rúna Sivertsen Tónleikur mennir børn. Tey børn, ið sleppa at læra at spæla á ljóðføri, læra eisini betur tað bókliga. Børn, ið spæla ljóðføri, verða eisini betur fyri sosialt. Og trupul børn gerast góð í sær, tá tey sleppa at læra seg at spæla. Hetta er prógvað við royndum, sum eru gjørdar í eitt nú Kana- da. Eisini ein stór kanning av 172.000 børnum, gjørd í OECD londunum, vísir hetta sama. Sukur darvar Børn, ið eta nógv góðgæti og drekka sodavatn, verða illa fyri og læra verri. Olga Hentze, kostráðgevi sigur, at børn, ið eta nógv góð- gæti og sukur, gerast rast- leys og hava ilt við at kon- sentrera seg. Á eini summarlegu í Ís- landi hava tey fastar slikk- dagar. Starvsfólkini har siga, at børnini eru mun- andi forstýrisligari tann dagin, tá góðgæti er á skránni. Ulrike Steuerwald, barnalækni sigur, at vit um fá ár fara at síggja børn við sjúkum, sum fyrr bara sóust hjá eldri fólkum. Or- søkin er góðgæti, sodavatn og alt ov feitur matur. So tit foreldur! Latið 100 krónur um mánaðin til tónleikaundirvísing til børnini og gevið teimum tað minni at eta góðgæti fyri. 500 børn = 600.000 krónur. Úrslit: Klókari, glaðari og frískari børn. Tey børn, ið ikki fáa 100 krónur, frá mammu ella pápa, ommu ella abba, um mánaðin til góðgæti, eru sjálvsagt ikki við í hesum roknistykki. ES: Ein sodavatn um dagin = 300 krónur um mánaðin. Gevið børnum tónleik – takið góðgæti frá teimum C M Y K 11 10