hósdagur 4. september 2014síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 5. september 2014 · Nr. 100
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Sunnudagin 7. september, kl. 19.45
Undankappingardystur, Tórsvøllur
Føroyar vs
finnland
Rás2 sigur beinleiðis frá
landsdystinum Rás2 ger nógv burturúr,
at Føroyar nú fara í holt við eina nýggja
EM undankapping. Fyrsti dysturin verður
sunnukvøldið, tá Finnland kemur á vitjan.
Rás2 skrá
Fríggjadagin:
15-17: Upptakt við burturluting og Fótbóltspanelinum
Sunnudagin:
13-15: Endursending av seinnapartssendingini frá fríggjadegnum
15-16: Samrøða við Lars Olsen
17-19.45: Upptakt til landsdystin móti Finnlandi
19.45-22: Beinleiðis frásøgn Føroyar – Finnland
Sunnukvøldið verður hol sett
á nýggja EM undankapping,
tá Finnland vitjar á Tórsvølli.
Landsliðið hevur ongar fyrireikingar
havt uttan eina viku á Hotel
Føroyum. Tí skal Lars Olsen knógva
Finnland við »Fingerspitzengefühl«
Finnland knógvast við
upptakt fótbóltur
Tróndur Arge – Tórsvøllur
Mixu
Paatelainen,
lands
liðsvenjari hjá Finnlandi,
hevur fimm ferðir sæð sínar
menn spælt FIFA skrásettar
venjingardystir síðani vit
19. novembur spældu móti
Malta. Lars Olsen hevur
spælt ein ikki FIFA skrá
settan venjingardyst móti
Gibraltar, meðan dysturin
móti Malaga B bleiv avlýstur
fyrr í ár. Annars skulu vit
heilt aftur til novembur í
fjør, tá føroyska liðið tapti
3-2 fyri Malta.
Sostatt byrjar Lars Olsen
hesa EM undankappingina
við at velja eitt lið, sum hann
ikki hevur roynt seg við.
Miðvøllurin skal umskipast
nakað og helst verður eisini
nýggjur áleypari frá byrjan.
»Fingerspitzengefühl«
Føroyska liðið hevur verið
samlað á Hotel Føroyum
síðani
mánadagin.
Liðið
hevur ikki verið samlað síð
ani teir tíðliga í ár vóru í
Gibraltar og spældu óskrá
settan veningardyst.
Lars
Olsen,
føroyskur
landsliðsvenjari, sigur í sam
røðu við Rás2, at tað nyttar
einki hjá landsliðnum at
spæla venjingardystir, um
menn ikki eru í form. Tí er
eisini ógreitt hvussu nógv
hann hevur fingið burturúr
venjingarleguni, sum var so
tíðliga í ár, at spælarar ikki
eru kominir upp í snúningar.
Sostatt hevur Lars Olsen
ongan annan máta at velja
landsliðið enn við tí hann
sær og følir er rætt. Hann
má líta á sín sans og varhuga,
ella
»fingerspitzengefühl«,
sum týskararnir rópa tað.
Nógvir møguleikar
í verjuni
Gunnar Nielsen í mál, Jónas
Tór Næs á høgra bakki
og Viljormur Davidsen á
vinstra bakki. Hasir tríggir
byrjar helst inni, men verri
er at fáa eyga hvør skal
manna miðverjuna. Jóhan
Troest Davisen og Rógvi
Baldvinsson standa við frá
farnu undankapping. Odmar
Færø er tøkur aftur, og Sonni
Ragnar Nattestad og Hørður
Askham eru komir upp frá
U21 landsliðnum.
Rógvi Baldvinsson hevur
spælt á verjukenda miðvøll
inum og tykist ikki longur
verða ein møguleiki í mið
verjuni. Hann hevur góð
evnir at føra bóltin fram, og
hevur longu skoti fleiri mál
fyri landsliðið, men tykist í
løtum ov grammur í álops
spælinum fyri ein miðverja.
Onkur kundi kalla tað fyri
ein David Luiz trupulleika.
Skulu vit fylgja venjingar
dystinum
mikudagin,
so
tykist Lars Olsen hava eitt
gott eyga á Sonna Ragnari
Nattestad og Odmari Færø.
Teir eru báðir sterkir og
grammir í nærdystunum.
Jóhan
Troest
Davidsen
hevur annars spælt í mið
verjuni seinastu landsdystir
nar, men kundi sæð út sum
stóri taparin í hesum putli
spælinum.
Miðvøllurin
skal umskipast
Súni Olsen er givin, Heini
Vatnsdal er ikki úttikin,
Christian L. Holst hevur
repað seglini og skift Super
liguna út við trið bestu deild
ina í Danmark, umframt at
Fróði Benjaminsen og Hallur
Hansson ikki hava fingið tað
at rigga, tá teir spæla á mið
vøllinum saman.
So
er
spurningurin
hvussu
miðvøllurin
skal
skipast.
Til
innanhýsis
landsdystin, sum var á Tórs
vølli
mikudagin,
spældi
Róaldur Jakobsen á mið
vøllinum saman við Fróða
Benjaminsen, meðan Hallur
Hansson spældi á fram
rættaða miðvøllinum. Hetta
gjørdi so eisini, at Christian
L. Holst varð fluttur út á
vongin.
Helst
verður
Pól
Jóhannus
Justinussen
á
vinstra vongi. Har hevur
hann fingið nógv burtur
úr og gevur liðnum styrki
í nærdystum og í luftspæl
inum. Lars Olsen tykist
eisini hava eitt gott eyga á
Gilla Sørensen, sum helst er
skjótasti spælarin á lands
liðnum. Hann hevði tó eitt
vánaligt kappingarár í B36 í
fjør. Hann hevur nú skift til
AaB, men hevur verið skadd
ur og hevur ikki fingið nakað
av spælitíð. Tí er ilt at meta
um, um hann er klárur til at
byrja inni á landsliðnum.
Tað er fyrr borið fram, at
føroyska liðið helst skal hava
ein vong, sum ger nógvar
framrættaðar
renningar.
Tað plagdi at fella Símuni
Samuelsen í lut, men hann
er langtíðarskaddur. Gilli
er langtíðar loysnin upp á