hósdagur 4. september 2014síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 5. september 2014 · Nr. 100
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Føroyar – Finnland 0-9 Føroyar og Finnland hava
spælt tvær ferðir fyrr. Liðin vóru í bólki saman í EM 1996
bólkaspælinum. Finnland vann 4-0 á toftum og 5-0 í
Finnlandi. Jari Litmanen skoraði tvey av málunum, men
núverandi landsliðsvenjarin, Mixu Paatelainen, skoraði trý.
Jari Litmanen er kendasti fótbóltsspælarin, sum Finnland hevur
fostrað. Hann hevur spælt flestar landsdystir fyri Finnland (137),
og hann er samlaður toppskjútti fyri felagið við 32 málum. Hann
hevur spælt landsdystir yvir fýra áratíggju. Hann spældi sín fyrsta
landsdyst í 1989 og spældi sín seinasta landsdyst í 2010.
»Fingerspitzengefühl«
fótbóltur upptakt
hetta, men spurningurin er
um tað er rætt at brúka hann
frá byrjan longu nú.
Hin møguleikin er, at
Rógvi Baldvinsson spælir á
verjukenda miðvøllinum við
Fróða, meðan Halur Hansson
og Christian L. Holst spæla á
framrættaða miðvøllinum og
á vonginum.
Jóan Símun út,
men hvør inn?
Tað tykist greitt, at Jóan
Símun Edmundsson dettur
út úr uppstillingini. Hann
fekk bara átta minuttir móti
Eysturríki í seinasta dyst
inum í farnu HM undan
kapping. Hann bleiv upp
runaliga
ikki
úttikin
til
landsliðshópinum orsaka av
skaða. Hetta vísti seg seinni
ikki at vera so álvarsligt, og
tí er hann nú við aftur.
Til innanhýsis landsdyst
in byrjaði Páll A. Klettskarð
inni. Hetta kundi verið eitt
gott boð. Hann byrjaði eisini
inni móti Eysturríki, men
hevur ikki havt eitt gott
kappingarár í ár fyri KÍ.
Hin
møguleikin
er
Klæmint Olsen úr NSÍ, sum
hevur skotið fleiri mál í
landskappingini, men hevur
øðrvísi dygdir enn Páll, sum
luttekur meiri í uppspæl
inum, meðan Klæmint er
klassiskur 9’ari, ið hevur
sínar dygdir í brotsteiginum.
Arnbjørn Hansen byrjar
ikki inni fyrr enn hann kem
ur í form, men hann hevur
eitt ótrúligt evni til at levera
í landsdystum og í Evropa. Tí
er hann ein góður møguleiki
frá bonkinum. Tað prógvaði
hann millum annað móti
írlandi og Svøríki á Tórsvølli
í farnu undankapping.
Finnland nummar 55
Finnland liggur í dag numm
ar 55 á FIFA styrkilistanum.
Teir fingu níggju stig í farnu
HM undankapping. Flestu
stigini komu í dystum móti
Hvítarusslandi og Georgia.
Tó kom eitt flott stig í hús,
tá Finnland spældi javnleik
1-1 móti ongum minni enn
Spania.
Flestu av spælarunum eru
at vinna í Norðurlondum,
Týsklandi, Póllandi, umframt
stjørnuna Roman Eremenko,
sum saman við einum øðrum
spælir í Russlandi.
Finska landsliðið roynir
at spæla bólt mest møguligt.
Vit vóru í tveimum førum
kappingarførir móti Svøríki,
sum í dag liggur nummar
30 á FIFA styrkilistanum. Er
tað nakað at meta eftir, so
er góður møguleiki fyri, at
okkara klára at geva finska
landsliðnum skarpan gang á
Tórsvølli sunnukvøldið.
trondur@sosialurin.fo
»Fingerspitzengefühl«
1 gløggskygni, varhugi
2 gott vit og skil mit ~ við vit og skili
3 snodd, tev
Hópurin hjá Finnlandi:
Lukas Hradecky Brøndby IF (DEN)
Niki Mäenpää VVV Venlo (HOL)
Jesse Joronen Fulham FC (ENG)
Veli Lampi HJK (FIN)
Sebastian Sorsa HJK (FIN)
Kari Arkivuo BK Häcken (SWE)
Jere Uronen Helsingborgs IF (SWE)
Joona Toivio Molde FK (NOR)
Juhani Ojala FC Terek Grozny (RUS)
Niklas Moisander AFC Ajax (HOL)
Perparim Hetemaj AC Chievo Verona (ITA)
Alexander Ring FC Kaiserslautern (GER)
Tim Sparv FC Midtjylland (DEN)
Markus Halsti Malmö FF (SWE)
Teemu Tainio HJK (FIN)
Joni Kauko FSV Frankfurt 1899 (GER)
Roman Eremenko PFC CSKA Moskva (RUS)
Kasper Hämäläinen Lech Poznan (POL)
Teemu Pukki Celtic FC (SCO)
Riku Riski Rosenborg BK (NOR)
Joel Pohjanpalo Fortuna Düsseldorf (GER)
Eero Markkanen Real Madrid Castilla (ESP)
Petteri Forsell IFK Mariehamn (SWE)
Hópurin hjá Føroyum:
Gunnar Nielsen
Teitur M. Gestsson
Tórður Thomsen
Jónas Tór Næs
Viljormur Davidsen
Jóhan Troest Davidsen
Sonni Ragnar Nattestad
Hørður Askham
Bárður Hansen
Rógvi Baldvinsson
Odmar Færø
Ári Mohr Jónsson
Alex Mellemgaard
Fróði Benjaminsen
Hallur Hansson
Kaj Leo í Bartalstovu
Brandur H. Olsen
Róaldur Jakobsen
Pól Jóhannus Justinussen
Gilli Sørensen
Christian Lamhauge Holst
Páll Klettskarð
Klæmint A. Olsen
Arnbjørn Hansen
Myndir: Álvur Haraldsen