hósdagur 4. september 2014síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
5 • 5. september 2014
VEGURIN
ER LANGUR
t royna at liva dreymar út á
gamalsaldrinum hava eg og
Johan kanska til felags. Frá
ungum árum havi eg altíð verið
áhugaður í fotografering og havi
eisini altíð tikið eina rúgvu av
myndum. Hjá mær hevur tónleikurin bara
fylt tað mesta. Men nú var tíðin og yvirskotið
endiliga til okkurt annað enn bara tónleikin.
Eg havi leingi havt brúk fyri at úttrykkja
meg gjøgnum okkurt, sum ikki snýr seg
einans um tónleik, men sum talar til aðrar
sansir eisini. Myndir tala til eyguni. Tað ber
til at vera meira eksaktur gjøgnum myndir. Í
nútíðarinnar miðlameldri eru fotomyndir tað
einasta, sum frystir løtuna. Tað er ein heilt
annar máti at miðla uppá, heldur Edvard,
sum blakaði seg út í at fortelja eina søgu í myndum
um eini umstrídd hjún.
Í myndabókini "Kærleiki og vónir" er ein røð av
svørt/hvítum fotomyndum, ið uppá gott og ónt lýsa
eina tíð í lívinum hjá teimum báðum Johan (a.k.a.
Johan í Kollafirði) og Rakul Dalsgaard júst tey árini,
har tey stríddust hart við myndugleikarnar fyri at
sleppa at gera Fámará til ein "frístað fyri djór og
skeivar eksistensir", sum tey sjálvi hava orðað tað.
Vildi lýsa, hvat tað er at vera menniskja
Sosialurin hitti Edvard í "mannfólkarúminum" hjá
honum í heiminum í Tvørgøtu, har hann hevur
alla sína útgerð, teldur, ljóðføri og annað, og
har hann hevur sitið og gjørt mesta arbeiðið við
tilrættisleggingini av myndabókini.
Hvat var tað, sum fekk teg til at fara undir júst
hesa verkætlanina?
– Eg hevði brúk fyri eini verkætlan, men ánaði ikki,
hvat eg skuldi. So møtti eg Johan og Rakul einaferð
í býnum. Eg veit ikki, men eg bleiv so inspireraður
av teimum, at eg ringdi til Johan aftaná og fekk eina
avtalu við hann um, at eg kundi fylgja teimum báðum
og avmynda tey, meðan tey royndu at realisera
verkætlanina í Fámara, sum tey júst vóru farin undir
tá. Og so fór eg bara í gongd.
– Eg visti jú einki um, hvat alt fór at enda við, tá
eg byrjaði, so tað var tilvildarligt, at tað bleiv ein so
dramatisk søga burturúr.
– Eg var ikki serliga áhugaður í teirra orrustu við
myndugleikarnar sum so. Fyri meg snúði tað seg um,
at eg fegin vildi lýsa tey sum menniskju. Eg vildi
onkusvegna greiða frá, hvat tað vil siga at vera
menniskja. So eg valdi at fylgja Johan og Rakul
í teirra dagligdegi og bara avmynda tað, tey
gjørdu, og teirra reaktiónir uppá tað, sum tey
upplivdu. At tað so var júst í einum tíðarskeiði
í teirra lívi, har tey gjørdust alt meira strongd,
sum tíðin leið, var ikki partur av eini tilvitaðari
ætlan, men tað gjørdi verkætlanina hjá mær
meira áhugaverda, at tað sæst so týðiliga aftur
á myndunum, hvussu tey høvdu tað. Einki er so
ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt.
Góðan stuðul frá øðrum
– Nógvar túsund myndir blivu tiknar, so tað
var ein stór avbjóðing, tá formur at enda skuldi
fáast á alt. Tað var eitt risa arbeiðið at leggja
bókina til rættis og velja, hvørjar myndir skuldu við, og
hvørjar ikki skuldu við, og fáa sett myndirnar saman,
soleiðis at alt virkaði sum ein heild. Tú kanst líta á, at
tað er hugsað nógv um hvørja einastu opnu í bókini.
– Eg valdi at býta bókina upp í partar, sum
tilsamans lýsa eina søgugongd. At hvørjum parti eru
knýtt orð – so sum t.d. "kærleiki", "vónir", "óró", "áræði",
"botnfall" osfr. Myndirnar í hvørjum parti endurgeva
onkusvegna týdningin í orðunum, sum ganga aftur fyri
hvønn partin, men kámast so hvørt, meðan onnur orð
fáa størri týdning.
– Hetta arbeiðið er jú ikki nakað, eg yvirhøvur eri
vanur við at gera. Eg havi bara gjørt tað, sum mær
dámar. Tíbetur fekk eg góðan stuðul frá Jóannes
Lamhauge og Steen Kristensen. Vit prentaðu eina
rúgvu av myndum út, og so byrjaðu vit at seta tær
saman á ymiskar mátar fyri at finna út av, hvat
hóskaði best til hvørt annað.
Ingun í Skrivarastovu hevur eisini fylgt Rakul og
Johan alla hesa tíðina, har hon gjørdi upptøkur við
videokamera. Hava tit bæði samstarvað á nakran hátt?
"UM TÚ ÍMYNDAR TÆR, AT LÍVIÐ ER SUM EIN 100-KRÓNUSEÐIL, OG TÚ HEVUR
BRÚKT MEIRA ENN HELVTINA AV HONUM, SO BYRJAR MAN AT HUGSA
VÆL UM, HVAT MAN SKAL BRÚKA RESTINA TIL." SOLEIÐIS SEGÐI JOHAN Í
KOLLAFIRÐI EINAFERÐ VIÐ MEG, OG TAÐ ER AKKURÁT TAÐ. ÁÐRENN MAN
VEIT AV, SO ER MAN KNAPPLIGA VORÐIN HÁLVGAMAL OG FINNUR ÚT AV,
AT NÚ MÁ MAN ALTSO GERA NAKAÐ VIÐ TAÐ, SUM MAN ALTÍÐ HEVUR
DROYMT UM, SIGUR EDVARD NYHOLM DEBESS, SUM FYRI STUTTUM GAV
ÚT SÍNA FYRSTU MYNDABÓK VIÐ HEITINUM "KÆRLEIKI OG VÓNIR".
Edvard Nyholm Debess
Elin Brimheim Heinesen
enn
A