Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-04, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. september 2014síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 5 • 5. september 2014 – Nei, als ikki. Vit hava bara verið tveir óbundnir eygleiðarar, sum hava fylgt teim somu fólkunum tætt um somu tíð. Men vit hava hvør sítt fokus, haldi eg, uttan at vita heilt, hvat verkætlanin hjá Ingun leggur mestan dent á, so vit hava arbeitt heilt hvør sær. Tó sæst Ingun á onkrari mynd í bókini hjá mær. Tað var næstan ógjørligt at sleppa undan. Tað vóru løtur, har Rakul og Johan væl skiljandi tyktust so inniliga troytt av at hava okkum rennandi, og tað sæst uttan iva á onkrari mynd eisini. Hart at vera eitt ótillagað menniskja Bleiv bókin so, sum tú vildi hava hana? – Ja, eg má siga, at eg eri sera væl nøgdur við úrslitið. Eg havi hoyrt fólk siga, at tey halda, at tað er ein poetisk bók, og tað gleðir meg. Eg kann illa biðja um annað. Hvat hevur tú so fingið burturúr sjálvur, meira persónligt? – Tá tú fylgir fólki so tætt, so kanst tú ikki halda teg heilt neutralan, hóast tú roynir. Tað eri eg persónliga, sum síggi alt gjøgnum linsuna. Eg havi valt, hvørjar myndir eg vildi taka fram. So tað er sjálvandi mín persónliga eygleiðing og mínar persónligu viðmerkingar og sjónarmið, sum koma til sjóndar í myndunum. – Tað, sum eg sá, var, hvussu ringt tað er at vera menniskja. Serliga fyri tey, sum eru øðrvísi, og sum ikki passa inn í fýrakantaðu kassarnar í samfelagnum. Vit eru nøkur, sum finna okkum í tí og bara liva okkara lív í hesum kassum, men tað er sera ringt fyri tey, sum ikki duga tað. Ber til at siga, at myndabókin hjá tær snýr seg um tað ótillagaða menniskjað? – Fínur spurningur, sigur Edvard og smílist hugsunarsamur. – Tað kanst tú gott siga. Við hesi bókini vóni eg at fáa fólk at seta spurning við, um tað er gott ella ikki gott at tillaga seg. Sjálvur haldi eg, at vit hava brúk fyri slíkum "outside'arum" sum Johan og Rakul. Um tey ikki gjørdu tað, tey gjørdu... um tey ikki høvdu dirvið og dreivið til at stríðast fyri tí, sum tey trúgva uppá, so vóru vit "på skideren", haldi eg. Vit eru noydd at hava slíkar fyrimyndir, sum ikki bara góðtaka, hvussu myndugleikarnir ella vinnan vanliga virkar, men sum vilja gera okkurt øðrvísi. Tað eru sovorðin fólk, sum flyta nakað her í samfelagnum, og sum fáa okkum onnur at hugsa. – Men eg mátti eisini koma til niðurstøðuna, at tað avgjørt ikki er lætt at fella uttanfyri samfelagið eins og Johan og Rakul. Hóast nógv tóku undir við teimum – eisini millum høgtstandandi fólk, polittikkarar o.o. – so svíkja tey flestu, tá á stendur. Eingin torir at gera nakað veruligt við tað, sum forðar fólki í at náa sínum dreymum. Eingin broytir mannagongdirnar. Tí eru tey, sum vilja berjast við autoritetarnar, sera einsamøll. Og tí endaði henda søgan eisini sum ein syrgisøga. – Og tó... Tá ein hurð letist aftur, letur ein onnur seg upp. Menniskjuni yvirliva kortini og finna sær nýggjar leiðir. Júst hesi orðini: "Nýggjar leiðir" endi eg bókina við, har man sær eina mynd av skeltinum á smáttuni í Havn, har sum Johan og Rakul búgva nú, til tey flyta av landinum. Á skeltinum stendur: "Johan Dalsgaard, Vegurin Langi 1" – og soleiðis er. Vegurin fyri framman hjá Dalsgaard-hjúnunum at náa dreyminum er uttan iva langur enn. Men hvør veit? Kanska eydnast tað. KÆRLEIKI OG VÓNIR, © 2014 eMyndatøkur: Edvard Nyholm Debess RITSTJÓRNAÐ: Edvard Nyholm Debess, Steen Kristensen og Jóannes Lamhauge · MYNDATÓL: Leica M8 LAY-OUT, REPRO OG PRENT: Føroyaprent ÚTGEVARI: Mentunargrunnur Studentafelagsins, Tórshavn 2014 · ISBN 978-99918-75-15-6 Myndabókin fæst til keyps í øllum bókhandlum í Føroyum og kann eisini bíleggjast við at skriva til t-post: edvard@end.fo JÓHAN Í KOLLAFIRÐI