hósdagur 4. september 2014síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
5 • 5. september 2014
6
MENTANARSÍÐAN
Barna
Beinta Johannessen
Tove Jansson var elsta barnið í eini
listafólkafamilju. Pápin var finn
landssvenski myndahøggarin Viktor
”Faffan” Jansson og mamman svenska
myndakvinnan og teknarin Signe
Hammersten-Jansson. Um sumrarnar
var familjan í skergarðinum. Hetta var
eitt umhvørvi, sum hevði nógv at týða
fyri Tove, tá ið hon seinni tilevnaði
Mumidal.
EIN SONN
LISTAKVINNA
Tað gjørdist klárt frá byrjan,
at Tove eisini ætlaði at vera
listafólk. Hon gavst í skúlanum
longu sum fimtan ára gomul
og fór á listafólkaskúla. Í 1930-
og 40-árunum var hon ein
væl umtóktur skemtiteknari í
blaðnum Garm og hevði eina
røð av djørvum myndum úr
gerandislívinum í Finnlandi
undir krígnum.
FYRSTA BÓKIN
Fyrsta mumibókin Småtrollen
och den store översvämningen kom út
í 1945. Tove tók ein lítlan figur, sum
hon hevði nýtt til skemtitekningarnar
í Garm, og nýtti hann sum høvuðsper
són í fyrstu bókini. Í Garm æt figururin
Spelkni; nú gjørdist hann mumitrøllið.
Tove, sum higartil mest hevði
fingist við myndlistina, sigur, at
í fyrstuni var tað mest eitt spæl
at skriva, men at tað sum frá leið,
gjørdist líka umráðandi fyri hana sum
at mála.
ÁTTA BØKUR
AFTURAT
Tað komu heilar átta bøkur afturat
um lívið í Mumidali, frá Kometjakten
(1946) til Sent i november (1970). Kring
familjuna í dalinum, har sjálvsagdi
miðdepilin er Mumimamman,
savnast so við og við ein hópur av
øðrum íbúgvum: Spelknadiddan,
Sniff, Mumrikur, Lítla Mý, filifjonkar,
hattagnagarar og heimilar – hvør við
sínum eginleikum og serliga livihátti.
GANDAKALS
HATTURIN GJØRDIST
GJØGNUMBROTIÐ
Gandakalshatturin (Trollkarlens
hatt (1948)) gjørdist veruliga
gjøgnumbrotið hjá Tove Jansson sum
barnabókahøvundur. Bókin varð týdd
til enskt, og hetta gjørdist byrjanin
til, at mumibøkurnar fóru víða um
heim. Tær eru týddar til 35 mál og eru
framførdar bæði sum sjónleikur og
opera, og teknifilmarnar
um mumitrøllini eru enntá
at síggja á føroyskum
í sjónvarpinum hjá
Kringvarpinum!
IKKI BARA
FYRI SMÁBØRN
Tá fólk hoyra Mumi
nevnt, hugsa tey kanska
einamest um teir fittu
figurarnar í teknifilmunum
til (smá)børn. Men Tove
Jansson hevur í bókum
sínum um Mumidal
skapað ein serligan heim,
líka so gandakendan og hugtakandi
fyri vaksin sum fyri børn. Sum ein
ummælari í barnablaðnum STROK so
ramliga skrivar í ummæli sínum av
bókini Trøllavetur:
… Nú hugsa tit sikkurt Mumi? Hvør
tímir at lesa hatta? Men nei! Henda
bókin er til 10 ár og uppeftir, og eg
rokni ikki við, at ein sum er undir 10
ár hevði klárað at lisið hana. Eg haldi
heldur ikki, at ein undir 10 hevði skilt
bókina yvirhøvur ...
Marjun A. Behrens, STROK 3, 2012
Tey, sum eru yngri enn 10 ár, kunnu
tó ugga seg við, at tað eisini finnast
fleiri mumibøkur til teirra. Seinastu
árini eru nevnliga komnar út nógvar
bøkur við Mumitrøllunum í ymiskum
formatum: klaffabøkur, orðabøkur,
myndabøkur, pappbøkur, fald-út-bøkur
og aðrar við – og fleiri teirra eru eisini
á føroyskum.
Les um
Mumitrøllini
á føroyskum
Nú eru allar bøkurnar í bókarøðini um Mumidal eftir Tove Jansson at fáa á føroyskum
Átta bøkur eru í klassisku røðini eftir
finnlands-svenska rithøvundan Tove Jansson.
Fyrsta bókin kom út á føroyskum í 2010, og nú eru
seinastu tvær bøkurnar útkomnar.
Tove Jansson (1914-2001) hevur fingið
eina langa røð av heiðurslønum, millum
aðrar Nils Holgarson-plakaten 1953, H. C.
Andersen-medaljen 1966, Mårbackpriset
1972, Finlandspriset 1993 og Svenska
Akademiens stora pris 1994.
Halastjørnan kemur - Gandakalshatturin
Endurminningar hjá Mumipápa - Vandamikið hásummar -
Tað ósjónliga barnið - Trøllavetur - Pápin og havið -
Seint í novembur
Karl N. Hansen
hevur týtt alla bóka
røðina til føroskt.