hósdagur 4. september 2014síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
5 • 5. september 2014
LISTA
HEIMUR
TEIRRA
Jón Sonni Jensen, listamaður
tór og spennandi framstig eru at hóma á tí
unga føroyska listapallinum í løtuni. Men
hetta eru í veruleikanum onki nýtt. Tað
núverandi unga ættarliðið hevur verið
virkið í longri tíð, og nýggj ung leggjast
alsamt og sterkt avtrat. Tó sýnast nógv
av okkum føroyingum ikki at vera varug við hetta,
og undrast má tí, hví so er. Hugsast kann at hetta er
orsakað av einum manglandi varping í miðlunum av
júst hesum unga og evnaríka skarinum. Hugsast kann
eisini at tað bert ongin áhugi er fyri teimum, men
soleiðis burdi tað ikki verið og lovandi broytingar eru
á sjónarringinum, sum benda á at tey ungu veruliga
koma at taðka meir og meir fram komandi árini.
Tá hugsað verður um hvat er at hoyra og lesa
um tann listarliga heimin í landinum, so hoyra vit
almikið um framsýningar og framførðslur hjá teimum
somu stóru føroysku listafólkunum sum leingi hava
verið at hoyrt um, og hvussu nýggj spennandi tiltøk
eru at uppliva í teimum somu støðunum, so sum í
Norðurlandahúsinum og Listaskálanum. Men óvitandi
fyri tey flestu, so hendir ein ørgrynna av øðrum
tingum eisini. Ting sum uppá allar hættir sýna eina
nýggja síðu av list. Ein nýggjan hátt at síggja heimin
og Føroyar, og lívið sum heild. Og tað er áhugavert!
Tí er tað harmiligt at meir ljós ikki verður varpað
á tey ungu. Eg fari tí at greiða eitt sindur frá um
heim teirra. Hvussu, hvar og hví hann virkar. Og
samstundis hví tað er av týdningi at vit øll burdu vita
um hann.
TEY UNGU FÁA ÍBLÁSTUR
FRÁ HVØRJUM ØÐRUM
Tað unga listarliga umhvørvið er eitt sera skapandi
og spyrjandi umhvørvi. Hetta eru einstaklingar og
bólkar, sum leita sær nýggjar leiðir í sínum útláti, og
hetta sýnist at vera ein serstakliga tilvitað leitan,
fyri at kunna taka føroysku listina eitt stig longri inn
í nútíðina og framtíðina. Men hetta er ikki bert eitt
søkjandi stig, sum skal vísa føroyingum hvussu ein
eisini kann avmynda og umboða Føroyar, men ein
stremban eftir at vísa øllum heiminum hvussu vit
føroyingar kunnu lýsa og umboða hann frá einum
føroyskum sjónarmiði. Og tað er júst hetta íðna útlátið
sum ger tey ungu so søkjandi og opin fyri øllum.
Undirritaði kann sjálvur játta hvussu lætt og
vælkomandi tað kann vera at vera ein partur av
hesi fjøldini. Hetta eru ikki fólk ið brýggja seg um
at prógva eitt elitert sinnalag. Hetta eru heldur
einstaklingar, sum við opnum og forvitnum ørmum
taka ímóti øðrum einstaklingum, sum vilja royna seg.
Tí tey ungu fáa nemliga íblástur frá hvørjum øðrum
og eru ótrúliga hugaði at hjálpa hvørjum øðrum við
at finna leiðina fram, soleiðis at ein og hvør kann
finna sína serligu rødd í eini verð har tey vita, at júst
hetta kann vera ógvuliga torført. Og hetta hjálpandi
andarúmið kenst serliga í teimum støðunum har tey
ungu hittast og samskifta.
ANDARÚM Í SIRKUS
Eitt av hesum støðunum er Sirkus Föroyar niðri í
Vágsbotni í Havn. Sirkus Föroyar lat upp í 2009 og
stigtakarin til hetta var Sunneva Háberg Eysturstein,
sum vit eisini kenna frá útvarpi og G! festivalinum.
Sirkus átakið var nakað sum birtist í Íslandi, og aftaná
sítt uppihald har, gjørdi Sunneva av at stovnað eina
‘deild’ her í Føroyum. Bæði her á landi og í Íslandi
hevur Sirkus átakið verið so væl umtókt at tað
skapti veruligan áhuga uttanlanda. Tað eina árið var
hetta íslendska konseptið enntá temabarrin á árligu
tignaðarligu Frieze listamessuni í London. Sirkus í
Íslandi lat tó dyrnar aftur í 2007 og tann føroyska
deildin er sostatt tann einasta ið stendur eftir.
Turkis littur veggur, sprøklut tapet, kopar diskur,
stølpar við leopardmynstri, eitt hav av plast blómum,
ein ørgynna av pappírsklippum og list á veggunum,
figurar á hyllunum og jólaperur ið hanga árið runt.
Ásannast má at Sirkus er eitt heilt serstakt stað. Eitt
stað har okkurt er til øll. Um tær dámar myndlist,
tónleik, sniðgeving, ófrávíkiligan hugna ella bara
eina øl. Tù kanst vera vísur í at tú nokk skalt finna
okkurt av hesum tingunum í Sirkus. Av tí at hendan
hugaliga kafé og barrin í hugnaliga Vágsbotni húsar
so mongum, so eru tað eisini nógv ymisk fólkasløg í
koma har. Og serstakliga kenni eg meg vísan í at siga,
at fleiri teirra eru listafólk frá øllum økjum. Hetta er jú
eitt sjálvsagt stað sum titrar av íblástri og andarúmi.
Sunneva H. Eysturstein hevur tilvita, líka síðan
Sirkus opnaði, valt at inndraga listina sum ein
livandi part av staðnum. Ung listafólk eru sloppin at
myndprýða veggirnar frá fyrsta degi. Upprunaliga var
ein veggjamálningur av søgnini um geitabukkarnar
og trøllið sum livdi undir brúnni at síggja í fleiri ár í
trappunum. Og onnur spennandi verk, av úrvaldum
listafólkum, vóra at síggja á vesunum og økinum
rundan um barrina. Nýliga fekk Sirkus so nýggj verk
á veggirnar, her ímillum vóru tað listafólk so sum
ungu
S