hósdagur 4. september 2014síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
5 • 5. september 2014
Brandur Paturson og undirritaði sum sloppu at prýða.
Umframt tað sum síggjast kann á veggunum eru
eisini tónleika framførslur minst eina ferð um vikuna.
Framførslur ið fata um nøkur av stinnastu og fremstu
tónlistafólk landsins, umframt onnur minnið kend ið
bert vilja hava møguleikan av vísa sínar dygdir. Hetta
er staðið sum loyvir øllum, líkamikið hvussu roynd
ella óroynd tey eru. Tað hevur altíð verið ein sera
týdningarmikil partur av Sirkus.
Eisini hevur Sirkus húsa fleiri framsýningum,
yrkinga upplestrum, loppumarknaðum og hvør kann
gloyma árligu Tom Selleck kappingina, har bestu
yvirskeggini í landinum vera skýrd.
SAMSKIFTI Á ALNÓTINI
Men eitt er hvar tey hittast. Eitt annað er hvar
tey samskifta. Sjálvandi hendir nógv av hesum á
støðum kring landið, men tað sum nokk fær nýggja
unga bólkin av listafólkum at breðga frá tí eldra
ættarliðnum er teirra samskifti á alnótini. Serliga
finnast tað nógvar síður á Facebook sum eru skaptar
av ungum listfólkum til onnur listafólk. Síður so sum
‘Føroysk myndlist’, ‘Føroysk Fotolist’ og ‘Føroysk
videoløg’. Her kunnu tey leggja út myndir og sjónbond
av alskyns tingum sum tey hava gjørt ella eru í
gongd við og á hendan hátt ber til hjá teimum at fáa
ærligar afturboðanir á leiðini frá áhugaðum og lisnum.
Hóast hesar síður ikki eru til ung burturav, so sýnist
meginparturin av virkseminum at vera frá ungum.
Tað sum slíkar síður gera, er at leggja fólki lag á
at vera virkin og íðin, tí tey vita at um tey møguliga
kenna seg einsamallan har tey sita, so eru fólk kring
alt landi og í øðrum londum, sum fegin vilja vegleiða
teimum á rætta leið ella siga teimum frá um okkurt er
gott ella minnið gott og hví so er. Hetta eru nemliga
ein av fáu miðlunum har tað í somu løtu ber til at
fáa afturmeldingar. Afturmeldingar, sum kanska
ongantíð vóru komnar aðrastaðni. Og tað er eisini á
hesum síðum at forvitnislig samstørv vera fødd og
ein av orsøkunum til at restin av okkum hava okkurt
at fara til og fáa upplivingar, sum annars høvdu verið
torførar at fingið.
Her er tað eisini at tvørlistarlig samstørv kunnu
henda. Tveir ella fleiri persónar seta seg í samband
hvør við annan, grunda á tað tey hava sæð frá øðrum,
og skapa tí saman nakað sum ikki hevur verið at sæð
fyrr, og sum oftast á sera høgum støðið. Flest listafólk
hava nevniliga tørv fyri samskifti við onnur skapandi,
fyri at kunna tosa á jøvnum føti um sínar verkætlanir.
Tíverri finnast alt ov fá hølir har listfólk kunnu
leiða seg inn fyri bíligan penga og arbeiða tætt upp
at hvørjum øðrum, sum tó er ógvuliga vanligt at
síggja í londunum kring okkum. Tað er tí ómetliga
jaligt at síggja tað nýggjasta stóra listarliga átakið
– Listabumban! Kommunuskúlin skal gerast um
til arbeiðshølir fyri tey skapandi, og soleiðis geva
teimum eitt grundarlag, har tey kunnu finna sínar
javnar, finna samstørv og hava møguleikan at
sýna fram teirra ráa arbeiði fyri hinum, áðrenn tað
endaliga røkkur almenninginum.
Hetta verður við til at styrkja um listina, um
listafólkini og um listarligu upplivingarnar her í
landinum. Hetta kann vera við til at føroyingar kunnu
røkka einum hægri støði innan list. Hetta kann vera
við til at varpa nógv meir ljós á listina her í landinum
og í útheiminum, og ikki minst varpa ljós á Føroyar
sum skapandi tjóð. Vónandi verður hetta veruleiki og
vónandi kunnu landsins ungu listafólk sostatt fáa tað
uppmerksemi og tign sum teimum er uppiborið.
KOMMUNUSKÚLIN SKAL GERAST UM TIL ARBEIÐSHØLIR FYRI TEY SKAPANDI
u