hósdagur 4. september 2014síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
5 • 5. september 2014
10
&
MARKNAÐUR
List
Inger Smærup Sørensen
1 Mýtan um tað svøltandi listafólkið tykist at
vera trupul at taka lívið av. Hugmyndin um, at
list trívist best í trongum korum, doyr ikki bara.
Ímyndin av listaflogvitinum, sum finglast púra
einsamalt í kalda og skitna kamarinum, verður
hangandi. Niðurlendski listamaðurin Vincent van
Gogh er eyðkendur fyri sítt ráa falsloysi í sínum
málningum, og enn eru fleiri, sum halda, at hesar
myndir kundi hann ikki málað, um hann ikki bæði
var svangur og kaldur. Listafólk, sum hvørki eru
svong ella køld verða tískil enn summatíðir mett
við eitt sindur av illgrunasemi.
2 Listabløðran er ikki brostin enn, og list verður
enn seld fyri óskiljandi høgar upphæddir. Sambært
artnet – einum listgrunni, sum eitt nú skrásetir
sølu av list – var bert í øðrum ársfjóðringi í ár
list seld fyri 36 milliardir krónur. Ein vøksur á
7% samanborið við sama ársfjórðing árið fyri.
Fyrra hálvár í 2014 lá Pablo Picasso ovast á
sølulistanum. Hesar 6 mánaðarnar vóru verk eftir
Pablo Picasso seld á uppboðssølum fyri slakar 2
milliardir krónur.
3 Enn eru summi sum ressast við, tá okkurt
listafólk talar móti hugsjónini um, at listafólk helst
skulu halda seg burtur úr pengaverðini. Svenska
listakvinnan Linn Fernstrøm, hevur seinastu
tíðina fingið pláss í útlendskum bløðum, tí hon
roynir at vísa aftur uppáhaldunum um, at hon
er ov handilssinnað. Sum hon tekur til, so er at
tað einki romantiskt at stúra fyri, um tað er nóg
mikið av peningini til at gjalda rokningarnar næsta
mánaðin. Hon sigur um seg sjálva, at hon hevur
ein fólkatokkistrupulleika, tí hon hevur fólkatokki,
hevur verið við í lýsingum og hennara verk verða
seld fyri høgan prís.
– Men tað er ikki tað sama, sum at eg havi tveitt
alla listarliga virðing frá mær, sigur hon.
4 Ben Kaufmann, ein gitin týskur
listaverkssølumaður, kvetti herfyri óvæntað við
ríkmannalívið í stórbýnum og vendi listarligu
pengaverðini bakið. Hann flutti á bygd til eina
nonprofitt listaverkætlan, tí hann heldur, at listin
fer at kvalast í tí pengamaskinu sum listin er
partur av. Tey eru nógv, sum stúra fyri teimum
ørandi upphæddum sum eru uppi í listini, tí pengar
hava sjáldan nakað við dygd at gera, men kortini
verða pengarnir avgerandi fyri, hvør list fær
týdning. Meyer Schapiro, listfrøðingur, ávarðaði
fyri mongum árum síðani, at týðandi munur er
á andsborna og handilsliga virðinum á einum
listaverki, og tað fær álvarsligar avleiðingar, um
tú ikki dugur at skyna á hesum muni. Nógv halda,
at sjálvt listasøvn ikki longur duga at skyna á og
at ræðumyndin, sum Meyer Schapiro stúrdi fyri,
longur er veruleiki.
5 Finska listakvinnan Terike Haapoja, sum hevði
framsýning í Norðurlandahúsinum í februar, heldur
at listin sjálv eigur at flyta seg frá at vera ein vøra.
At listin sjálv alla tíðina skal finna nýggjar formar,
nýggjar leiðir, sum kapitalistiska skipanin ikki bara so
kann kanna sær. Tí kapitalisman er ein valdsfaktorur,
og um listin ikki megnar at standa uttanfyri hendan
valdsfaktor, so er ikki talan um list, men um ein part
av sjálvari skipanini. Tað krevst sjálvandi, at eitt
samfelag hevur dyggan og vælvirkandi listastuðul,
um listafólk skulu arbeiða uttan at laga seg til tey
krøv sum marknaðurin setur.
6 Robert Hughes, listfrøðingur, hevur bæði á skrift
og í fleiri filmum knarrað um listammarknaðin og ta
ávirkan, sum tápuligir pengamenn hava á listaheimin.
Hesir filmar eru millum mest undirhaldandi, og
onkutíð óreinu, men eisini vitandi og knasandi gløggu
filmar, sum eg havi sæð um hetta evnið. Í einum
filmi verður hann biðin um at siga okkurt um hesa
standmyndina, sum Damien Hirst - yndisbarnið hjá
listasavnarum - hevur gjørt: ”Er tað ikki eitt satt
undur, hvat so nógvir pengar og so smáar listagávur
kunnu skapa? Tá eg síggi hetta, skilji eg, hvussu
onkur list ikki er annað enn eitt slag av sjálvprísandi
lortaspæli fyri tey ríku og tápuligu.”