Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-04, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. september 2014síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 5 • 5. september 2014 ðrenn nærri verður farið inn á veiðu­ úrtøkuna hjá føroyska mentanar­farinum sømir tað seg at greiða eitt sindur nærri frá hesum grunnunum, talan er um. Nordisk Kulturfond hevur virkað síðani 1966 og øll limalondini rinda inn í grunnin, soleiðis at samlaða stuðulsupphæddin er 25 mill. krónur. Føroyar eru, eins og Grøland og Åland, sjálvstýrandi økir, sum einki rinda í stóra felagskassan, men kunnu søkja á jøvnum føti við limalondini, so útgangsstøði má sigast at verða lagaligt fyri okkum. Nordisk Kulturfond hevur umsiting í Keypmannahavn. Hin stóri norðurlendski mentanargrunnurin er Kulturkontakt Nord, og fyrsta avbjóðingin hjá umsøkjarum er at kenna mun á hesum báðum og seta seg inn í ymisku endamálsorðingarnar, ið grunnarnir virka eftir. Klárar ein hetta, er ein komin væl á leið. Kulturkontakt Nord hevur uml. 30 mill. krónur at luta út á hvørjum ári og hevur virkað síðani 2007. Áðrenn grunnurin varð settur á stovn, var mentanarlandslagið skipað í einstakar listagreinar við fleiri smáum stovnum og egnari umsiting. Við politiskum ynski um at spara uppá umsitingarliga partin og hartil stimbra til nýhugsan millum umsøkj­ ar­arnar, varð Kulturkontakt Nord sett á stovn við einari umsiting í Sveaborg, einari lítlari oyggj uttanfyri Helsinki. NÝHUGSAN TVØRTUR UM LANDAMØRK OG LISTAMØRK Felags fyri báðar grunnarnar er, at alt samskiftið fyrigongur seg umvegis teirra heimasíður, at allar umsóknir skulu verða talgildar og at umsóknirnar hava ein sterkan norðurlendskan profil. Tað norður­ lendska skal sostatt ikki verða ein tilvildarlig “add-on” neyðloysn, men verða ein integreraður partur av menningarætlanini og samstarvinum frá byrjan av. Tað nyttar ikki at søkja um stuðul til eina verkætlan, um hon ikki er byrt út frá ynskinum um at arbeiða tvørtur um landamørk og listamørk. Nýhugsan er eisini eitt metingarvirði, ið báðir grunnar leggja stóran dent á. Sostatt detta tær meira siðbundnu verkætlaninar ofta burtur ímillum. Sum dømi kann nevnast, at ein turné fyri ein føroyskan tónleikabólk í norðurlondum vildi haft torført við at fingið stuðul, um ikki turné’in inniheldur eitthvørt nýhugsað ele­ ment, sum leggur eitt meira varandi samstarv ella netverk eftir seg og spreiðir nakrar nýggjar ringar á vitjaða staðnum. Í mínum starvi sum verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsinum eri eg komin í samband við nógv listafólk og fyriskiparar, sum hava eitt gott hugskot, men fáa eitt serligt slag av kultur-útsletti á kjálkarnar, hvørja ferð fígging skal fáast til vega fyri at fremja hugskotið. Tað finnst tíverri eingin heiluvágur ella salva frá Apotekinum, sum grøðir útslettið. Tvinnir eru kostirnir; annar er at kasta handklæðið í ringin beinavegin og hin er at bretta upp um ermar og seta seg væl inn í treytirnar, sum hóast torskildar tó eru væl greinaðar á heimasíðuni. Tað er eingin persónur, ið hevur djúpri innlit enn tað, ið longu er tøkt á heimasíðuni, og í so máta er tað “fair-play” frá byrjan: øll hava sama útgangsstøði og platform at fyrihalda seg til. EINKI HOKUS POKUS At hugskotið má verða gott, fyri ikki at siga genialt, er ein sjálvfylgja, men ein má ikki verða bilsin, um fleiri onnur genial hugskot liggja í umsóknarbunkanum og kappast við títt. Tískil mást tú duga væl at selja hugskotið við væl orðaðum og sannførandi vend­ingum. Og tora at reypa av egnum avrikum. Tín umsókn verður vigað út frá summinum av umsóknum, sum nevndin av serfrøðinum skal taka støðu til. Her er eingin frymil, sum sigur, at so og so Á Urd Johannesen HER FYRI HEVÐI NORDISK KULTURFOND EINA SONEVNDA POP-UP SKRIVSTOVU Í NORÐURLANDAHÚSINUM FYRI AT VEITA KUNNING TIL FØROYSK LISTAFÓLK OG FYRISKIPARAR. HØVUÐSENDAMÁLIÐ VAR AT FÁA FLEIRI OG BETRI UMSÓKNIR ÚR FØROYUM TIL TÆR UMLEIÐ 25 MILL. KRÓNURNAR, GRUNNURIN LUTAR ÚT Á HVØRJUM ÁRI. MEN HVUSSU HEVUR FØROYSKA VEIÐAN Í HESUM NORÐURLENDSKU GRUNNUNUM HILNAST HESI SEINASTU ÁRINI? FØROYSKA VEIÐAN Í NORÐUR­ LENDSKU grunnunum