hósdagur 4. september 2014síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
5 • 5. september 2014
nógv prosent eiga at fella til føroysku umsøkjararnar
og ein kann ikki dúva uppá nakran ávísan talsmann
fyri júst tína umsókn. Men um tín umsókn dumpar,
so fær hon ikki eitt óendaligt “NEI” stempul; tú kanst,
eins og um tú dumpar í støddfrøði í student, supplera
við meira kunning, tillaga og betra umsóknina og so
senda avstað einaferð, tvær ferðir ella tríggjar ferðir
afturat. Ella finna handklæði fram. Stórsti einkulti
trupulleikin, ið flestu umsøkjarar renna seg í er tíð.
Grunnarnir báðir krevja, at søkt verður fleiri mánar
frammanundan, tí verkætlanin skal ikki verða byrjað
áðrenn stuðulsumsóknin er viðgjørd og svarað.
Tískil má ein umsókn sendast
í minsta lagi seks mánaðar
frammanundan at verkætlanin
skal fara at bakkastokki. Og skal
ráð verða til eitt “NEI”, so skal
umsóknin sendast minimum eitt
ár frammanundan. Við okkara
veiðumentaliteti í huga, er hetta
ein av treytunum, sum føroyskir
umsøkjarar hava torført at lúka.
Í veruleikanum er einki hokus
pokus í uppgávuni at søkja
um stuðul úr norðurlendsku
grunnunum. Er hugskotið gott
og kjølfest í norðurlendskum
mentanarsamstarvi snýr
restin av arbeiðnum seg um
at orða eina sannførandi
verkætlanarlýsing og svara
uppá teir spurningar, ið
umsóknarblaðið setir. Harumframt skulu øll tølini
fáast til vega; ein fíggjarætlan skal gerast við
metingum av inntøkum og útreiðslum, og báðir
grunnar krevja, at hon er realistisk og javnvigar.
Um ein søkir frá Nordisk Kulturfond útihýsir tað
ikki, at ein eisini kann søkja frá Kulturkontakt Nord
og umvent, men grunnarnir tosa saman og vita av
hvørjum øðrum. Ein frymil, ið brúktur verður er, at í
mesta lagi 80% av einari verkætlan skal verða fíggjað
úr norðurlendskum grunnum, og fyri at fáa írestandi
20%, má bankast á dyrnar hjá Mentanargrunni
Landsins, og øðrum viðkomandi grunnum, stovnum
og sponsorum. At fáa fyrsta stuðulin í hús er stórsta
avbjóðingin, men tað hevur sera stórt signalvirði at
stuðul er fingin til vega frá nationalum grunnum, tí
tað prógvar, at verkætlanin er forankrað lokalt og at
onnur trúgva uppá hana.
EITT SINDUR AV YVIRFISKING
Við hesum vælmeinandi ráðunum til møguligar
nýggjar umsøkjarar, vendi eg aftur til byrjanina fyri
at kanna, um føroyska veiðan eftir norðurlendsku
mentanarkrónunum hevur verið burðardygg. Hygga
vit eftir tølunum frá 2009-2013 vísir tað seg, at
føroyskir umsøkjarir hesi fimm árini hava megnað
at fiska 260.000 kr í miðal úr Kulturkontakt Nord,
meðan talið er nakað hægri fyri Nordisk Kulturfond,
nevnliga 286.200 kr í miðal um árið. Í prosent merkir
hetta, at føroyskar umsóknir fáa 0,9% av teim 30
mill. kr í Kulturkontakt Nord, og 1,1% av teim 25
mill. kr í Nordisk Kulturfond. So her er eitt sindur av
yvirfisking í mun til fólkatalið, tí Føroyar standa fyri
0,2 % av samlaða fólkatalinum í norðurlondum. Men
hetta er jú bara turrislig tøl. Ágóðin av stuðlinum
avmarkar seg ikki til Føroyar júst tí talan er um eitt
norðurlendskt meirvirði. Hartil vísa kanningar, at fyri
hvørja mentanarkrónu fær ein fimm aftur í virði.
Tillukku til tín, kæri lesari, sum hevur megnað
at lesa greinina á tamb uttan at fáa herindi av
umsóknarvamli – tú hevur klárað fyrstu forðingina.
MYNDIR: BIRGIR KRUSE
WOYZECK<3MARIE (PLAKAT: HEIÐRIK Á HEYGUM)
WOYZECK<3MARIE VERKÆTLANIN byrjaði í 2010 tá norska Ida
Løken, svenska Öllegård Groundstroem og Kjartan Hansen møttust
á Sjónleikahúsinum í Luleå har Kjartan lærdi til sjónleikara. Tey
avtalaðu at arbeiða fram ímóti einum samarbeiði. Úrslitið gjørdist
at føroyska palllistaliðið Det Ferösche Compagnie produceraði
henda serstaka sjónleik, sum 9 norðurlendskir leikarar o.o.
framførdu í Føroyum, Danmark og í Norra á sumri 2013.
Næsta verkætlan "Äventyret" liggur fyri framman.
LeikREAD 2013
(Frá LeikREAD venjing - Annika Johannesen(fo), Páll Danielsen(fo), Simon Boberg (dk) -
myndafólk: Birita Malunardóttir)
Ein internorðurlendskur reading festivalur har Leikarafelag Føroya annahvørt ár
samstarvar við at promovera tað besta leikritið frá norðurlendsku londunum.
Kjartan Hansen er verkætlanarleiðari og umboðar eisini Føroyar í felagsskapinum
Nordisk Teater Union, ið eigur konseptið.