Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-04, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. september 2014síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 5 • 5. september 2014 16 “TJANT” Á HVONN Tjant er ein verkætlan hjá Heðin Ziska Davidsen. Í longri tíð hevur Tjant verið ein “vanlig” jazz-kvartett við undirritaða á kontrabass, Heðin á gittara, Brandur Jacobsen á trummum og so einum tónleikara aftrat, ið hevur melodi/solo rollu. T.d. spælir Anders Hagberg sax og floytu á útgávuni “Tjant” frá 2003, og eisini hava bæði Óli og Ólavur Olsen havt henda leiklutin. Seinastu árini er Heðin farin at biksast meir við elektroniskum tónleiki, og hettar hevur flutt Tjant á heilt nýggjar leiðir. Instrumenteringin er nú: Heðin: Gittar (við nógvum effektum), elektronik og modularsynth. Mikael: Elbass (við nógvum effektum) og bass-synth. Brandur: Trummir. Per I Højgaard petersen (nýggjur 4. limur): El trummir/trummupads. Groovebaserað og soundscaping eru ikki serliga føroysk orð, men eru góð at lýsa tónleikin. Stuttir tónleikabitar (tema) leggja lunnar undir langar improvisatiónir, har onkur løg vóru upp móti 20 min. “TJANT” Í TØTING Tøting er eitt fantastiskt stað! Eldsálir í Gøtu hava leingi syrgt fyri heilt serligar umstøður til tónleik. Um aldarskifti var Losjan í Gøtugjógv karmur um slóðbrótandi virksemi hjá Grót, og hettar serliga huglagið hava tey tikið við sær til Tøting. Heilt óskiljandi er at land/kommuna ikki stuðlar hesum meir (yvirhøvur?) sum t.d. at seta ein løntan leiðara og geva teimum eina upphædd at skipa fyri konsertum. Góðir áskoðarar eisini, gevandi at spæla fyri teimum, og Grót hevði skipað fyri, at 2 bólkar aftrat spældu hetta kvøldið. Tann eini var ein næmingabólkur úr nærumhvørvinum, ið vísti, at næsta ættarlið eisini hevur tað, sum skal til, og so “Lyon & the Colourstorm”, ið eg tíverri ikki hoyrdi alla framførsluna hjá, men tað eg hoyrdi til ljóðroyndina og tær 20 min. eg fekk við, var framúr. SUMMAR­ TÓNAR 2014 24/6 27/6 FYRSTA KONSERTIN HJÁ MÆR Á SUMMARTÓNUM TÆR ÓKEYPIS SEINNAPARTKONSERTIRNAR ERU NOKK SERLIGA NIÐAN Í KLINGRUNA. FÓLKATÓNLEIKUR VIÐ KVONN Í UML. 1 TÍMA Mikael Blak