Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-04, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. september 2014síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 5 • 5. september 2014 17 “NEW JUNGLE ORCHESTRA” Í NLH Enn ein ókeypis konsert kl. 15 í Norðurlandahúsinum, og enn einaferð var nærum fullsett. Hesuferð vóru tó fleiri føroyingar, kanska serliga tónleikarar, ið vildu hoyra New Jungle Orchestra. Ein livandi interaktiv framførsla, har tónleikarar til tíðir gingu út millum áskoðarar. Glaður tónleikur, ið øll kunnu liva seg inn í. Eg hevði 11 ára gamla sonin við, og hann fekk líka so nógv burtur úr sum eg. Ein týðandi partur av summartónum er at inspirera og skapa samband millum tónleikarar í Føroyum og uttanlands. Hendan konsertin er eisini eitt gott dømi um hetta. M.a. vóru fleiri av framførdu verkunum skrivað av føroyingum. “DUO HARPVERK” Í KUNNINGAR­STOVUNI Í NÓLSOY Eg fekk tann heiður at skriva eitt verk til bólkin “Duo Harperk” í ár. Dugnaligu limirnir í bólkinum eru amerikanska Katie Buckley (harpa) og Frank Aarnink (slagverk) úr Hollandi. Tey búgva bæði í Íslandi, og hava framført á Summartónum fleiri ferðir. Tíverri lá ikki fyri hjá mær at vera til staðar til frumframførsluna í Norðurlandahúsinum, so eg tók Ternuna til Nólsoyar nakrar dagar seinni, har konsert var í kunningarstovuni. Útgerðin hjá Duo Harpverk fylti so nógv, at tey komu við tveimum “rugbreyðum”, og tá alt var sett upp, var ikki pláss fyri meir enn 20 fólkum. Góð konsert, við verkum eftir Eivør, Teitur, Páll Sólstein, Andras Olsen og sum áður nevnt undirritaða. Av tí at konsertin var í Nólsoy, tók eg alla familjuna við, og vit fingu ein fantastiskan dag í góðveðrinum. Enn eitt pluss við Summartónum, at ein kann ferðast runt alt Føroyar at hoyra góðan tónleik. “YGGDRASIL” Í NORÐURLANDAHÚSINUM Konsertin var tann fyrsta í eini røð av Yggrdasil framførslum hesa vikuna. Fríggjakvøldið verður tann heilt stóra í Norðurlandahúsinum, tá ballettin “Tey fýra tornini” verður framførd, og tað ávirkaði eisini hesa konsertina. Umleið helvtin av løgunum vóru úr verkinum, ið pápi mín, Kristian Blak, hevur skrivað. Íblásturin, og grundin undir verkinum, er yrkingin “De fire tårne” eftir William Heinesen. Eg gleði meg at spæla fríggjadagin við dansararum og fleiri tónleikarum, og eisini er hettar fyrstu ferð at eg havi havt møguleika at arbeiða saman við beiggja mínum, Sámal Blak, ið er pallsmiður. MYND: PHILIPPE CARRÉ 30/6 6/7 11/8 Í ÁR, VAR Í NORÐURLANDAHÚSINUM. ÆTLAÐAR FERÐAFÓLKI, OG HENDAN HÓSDAGIN VÓRU NÓGV KOMIN VAR OPINBART AKKURÁT NAKAÐ FYRI TEY. HUGNALIG LØTA.