Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-04, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. september 2014síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 5 • 5. september 2014 yrsti farrin av gráari tign hómast í annars so reyða fullskegginum. Handan lesibrillurnar dans­ar eitt íborið bros í tveimum livandi eyg­ um. Men tað svitast ikki henda týsmorgunin í juni. Maðurin er troyttur. Vit eru á Skálatrøð.   Í fabrikkini hjá Østrøm. Hesum søguliga, avgamla, bygningi í hjartanum í Havn, sum hevur fingið nýtt lív. Gomul arbeiðshøli eru vorðin spildurnýggir ment­un­ar­ karmar í mongum vási. Vit sita í køkinum hjá Studio Bloch.  Yvirav mær situr eigarin, Jónas Bloch Dani­el­ sen. Hann hevur allar orsøkir at vera errin. Hetta er fyrsta føroyska studio av sínum slag, sum vituliga kann kappast í altjóða høpi. Gomlu grótveggirnir, sum áð­ur vóru karmur um fiskaarbeiði hava víst seg at vera sum gjørdir til ljóðupptøkur við hægsta góðsku. Hetta er somuleiðis fyrsta studio í landinum (um tú ikki tel­ ur fyrrverandi útvarpsstudio við), ið hevur eitt flygil stand­andi á gólvinum, klárt til upptøku.   TÍÐIN BÚGVIN “Útgerð? Eg tími nógv betur at práta um seglbátin!” Jón­ as flennir og tú skilir, at seglbáturin er hansara ment­ala frírúm. Staðið, har hann sløkkir motorin og far­tele­fon­ ina og bara damlar suður við landinum; ja letur seg reka við streyminum í æviga dráttinum á Hestfirði, beint utt­anfyri heimbygdina Velbastað. Tað er nú eisini lætt at ímyndað sær, at vegurin til fyrsta føroyska tónleika studio í altjóða klassa hevur ikki verið uttan knoss. Kanska er tað, sum amerikanski krígs­generalurin Colin Powell segði. “Ein dreymur gerst ikki veruleiki við gandi; tað krevur sveitta, áræði og hart arbeiði.” Og kanska stríðsmaðurin Jónas – sum ein annar martathon rennari – rakti múrin í morgun, tá veruleikin vant enn ein beiskan dropa úr tí søta dreym­ in­um. Eitt hálvt kaffikrúss seinni er múrurin tó lagdur aft­ ur um. Væl og virðiliga. Jónas hevur prátað seg heit­ an. Og tað gerst tær greitt, at aftan fyri lætta lyndið og vinnandi smílið býr eitt visjónsríkt menniskja við ein­um vilja av stáli. Ein maður, ið ger mun. Ein borgari, sum hevur víðkað um og broytt tónlistarliga landslagið í Føroyum til tað betra. “Tú mást ikki gloyma Heina Lüt­ zen – ja Lützen familjuna – í hesum sambandi”. Leggur Jón­as dent á. Lützen familjan eigur Østrøm og tey høvdu ætlanir um at staðið skuldi gerast karmur um før­oyskt mentunarlív. “Tað var hann, ið ringdi til mín og bjóð­aði mær hesi hølini. Eg stóð júst á einum krossvegi og skuldi avgera, um eg skuldi verða verandi í Føroyum ella leita av landinum, eitt nú Danmarkar, har eg hevði fing­ið fleiri tilboð um trygg og væl lønt arbeiði.” Fyri Jón­as, ið altíð hevur droymt um at gera eitt studio í al­ tjóða klassa í Føroyum, var avgerðin kortini ikki so tor­ før. Tíðin var búgvin. Hann tók av tilboðnum frá Heina.   ÚTHEIMURIN Drátturin millum Føroyar og heimin har út gongur aftur í prátinum henda morgunin á Østrøm. Og tónleikurin hev­ur altíð verið eitt kall. “Hvør skuldi trúð tí; men tað eru altso 25 ár síðani, eg fekk mín fyrsta lønarseðil sum tekn­ikk­ari í Norðurlandahúsinum!” Sum blaðungur leitaði Jónas sær út í heim. Hann var 20 ára gamal, tá leiðin gekk til Avstralia á skúla at nema sær útbúgving sum ljóðteknikkari. Har útbúði hann seg og arbeiddi í hálvt annað ár, tá leiðin gekk aftur til Føroya. Men steðgurin á klettunum var bara eitt ár, har hann aftur starvaðist í Norðurlandahúsinum, inntil út­ longsulin so smátt aftur byrjaði at skrykkja í hann. Jón­ as fór til Danmarkar og arbeiddi fyri Danmarks Radio sum ljóðteknikkari og var eisini freelansari. “Hesa tíð­ ina  kom eg í samband við nógv fólk innan tónleikin. Hetta eru sambond sum eg framvegis dúvi uppá.” Tá tónlistarliga yrkisleiðin hjá Teiti stutt eftir ár­ tús­undskifti tók dik á seg í altjóða høpi, bjóðaði Teitur Jón­asi við sum teknikkara og sjaføri á ferðum í Evropa og serliga í USA. Aftan á seks sera spennandi og hendingarík ár við Teiti á ferð birtist longsulin so smátt eftir at seta fót und­ir egið borð og minka um talið á ferðadøgum, sum um hetta mundið fyltu tað allarmesta av álmanakkanum. “Eg føldi, tíðin var komin at grundleggja mítt egna. Eg var ferðatroyttur. So eg avgjørdi at flyta heim til Før­ oya.” At byrja við hevði Jónas studio heima hjá sær sjálv­ um. Hann var nú eisini vorðin nýforlovaður og hóast unn­ustan Annika Bolton Mortensen – tey giftust í 2011 – var sera lagalig og skilti væl, at tað at arbeiða við tónleiki er ikki sum arbeiði flest, so var dunið úr stov­uni frá guitarum og trummum á miðari nátt ikki júst ein haldbar loysn. Somikið skilti Jónas eisini sjálv­ur og skjótt hevði hann fingið sær til vega høli á Bryggju­bakka. Upptøkuhølini løgdu navn til rúgvu av før­oyskum útgávum árini sum komu, og studio virkaði eft­ir sama leisti, sum flest onnur føroysk studio hava gjørt gjøgnum tíðirnar; nevniliga sum eitt slag av kjall­ ara-studio við hølum, ið kundu brúkast, men ikki standa kurl við studio í heimsflokki. Við nýggja Bloch Studio eru fortreytirnar tó broytt­ ar. Og her grør um gangandi fót. Á eini langari hill á vegginum í køkinum standa ein perlurøð av fløg­um við bæði føroyskum og altjóða nøvnum. Sein­astu útgávurnar hjá ávíkavist Teitur og Eivør eru inn­spæld­ ar her. Íslendsku Mezzoforte vóru á gátt og norsku Vamp, ið hava selt hundraðtúsundtals fløgur, vitjaðu eis­ini fyri góðum ári síðani. Tað er kortini ikki bara sum at siga tað at fáa hjólini at mala soleiðis, at eitt studio við altjóða ætlanum ber seg í heimsins minsta høvuðsstaði. “Mín tanki við hesi ætl­an er, at eitt pluss eitt er trý – soleiðis at skilja, at við einum fyrsta floks studio í einum fyrsta floks um­ hvørvi,   kunnu vit røkka úrslitum, ið eru størri enn tað, vit annars finna fram til á einum rokniarki. Vit kunnu fáa útlendsk tónlistarfólk hendavegin og bjóða teim­um høli, sum standa mát við tað allarbesta; við karm­um, sum eru nakað heilt serligt. Her renna býur og náttúra saman í eitt. Samstundis hava vit okkara egna tónlistalív, sum fær sera góðar karmar at skapa TÁ EITT PLUSS EITT ER TRÝ F Niclas Johannesen “EG ERI PÚRA BLANKUR.” HANN SITUR Á BONKINUM. LJÓSIÐ FRÁ FARTELDUNI SKYGGIR Í BRILLUGLØSUNUM. EITT SLØÐ AV MJØRKADØLSKUM DAGSLJÓSI TRILVAR SEG UPP EFTIR STEINVEGGINUM. INN GJØGNUM OPNA KØKSVINDEYGAÐ HOYRIST EIN JAVNUR MELDUR AV BILUM, BÁTUM OG FUGLALÁTRI. TAÐ GUVAR ÚR EINSAMALLA KAFFIKRÚSSINUM Á STÓRA KØKSBORÐINUM. “FÁ TÆR. KOPPARNIR ERU HAR.”