Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-04, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. september 2014síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 5 • 5. september 2014 tón­leik í. Ikki bara eg, men vit øll, kunnu fáa fyrimunir av hesum. Hetta ger okkum øll ríkari.” Jónas hevur av álvara tosa seg heitan. Hann minnir ikki sørt um mara­ thon rennaran, sum sær málið í eygsjón. BROYTTAR FORTREYTIR  Tón­leikavinnan er nógv broytt seinastu árini. Nýggja tøkn­in hevur gjørt tað møguligt hjá fólki at sita heima við eini farteldu og forrita tónleik. Ein avleiðing er, at fleiri av teimum stóru traditionellu studionum kring heim­in hava snarað lykilin um. Men Jónas óttast ikki hesa gongdina. “Eg trúgvi, tað fer altíð at vera tørvur á klassiskari dygd. Tosa vit um mat, so eta nógv fólk fast­food. Men talið á gourmet matstovum er eisini vaks­andi. Eg ynski, at tann tónleikurin, sum kemur úr Bloch studio smakkar meiri av gourmet enn fastfood. Vit hava ið hvussu er karmarnar til at framleiða tónleik við hægstu góðsku. Tað er hetta, sum eg brenni fyri.” Nógv hevur eisini verið prátað um kreppu, har fólk nóg illa rinda fyri nýggjan tónleik. Kortini hevur ong­an­ tíð verið framleiddur so nógvur tónleikur sum júst nú. “Fyri meg eru grundvirðini tey somu. Skal nakað eydn­ ast, so mást tú vera nærlagdur; gera tær ómak. Tað snýr seg um tann góða sangin, artistin, ið hevur eina søgu at siga okkum; list sum vit kunnu spegla okkum í og vera stolt av, sum fólk og tjóð. Eg vil fegin, at tónleikur, sum verð­ur upptikin í hesum hølunum, er nakað, vit kunnu vera stolt av um 50 ár eisini.” Jónas nevnir í hesum sam­bandi Hanus G. Johansen. “Vit hava 50 løg liggjandi klár at innspæla við Hanusi, har hann hevur sett tóna til yrkingar hjá eitt nú Poul F. Hvørt betur enn annað! Vón­andi fer at bera til at innspæla hesi løgini og útgeva tey. Tað er ið hvussu er mín vón.”  Vit hava sitið tveir tímar. Døgurðatímin nærkast. “Ja, Skálatrøð er ein fantastikur blettur á jørð. Men tað hev­ur sjálvsagt sínar avbjóðingar at fáa útlendsk nøvn hig­ar. Størsta forðingin er ferðaseðlaprísir. Eg havi fyri stutt­um fingið trý avboð frá tónlista- og fjølmiðlafólki, ið ætlaðu at koma higar. Orsøkin var, at flogferðaseðilin til Føroya kostar ov nógv. So tey valdu heldur at fara til Bornholm, Týskland og Skotland. Hetta er stórt spell og ein trupulleiki, sum má loysast. Tað nyttar ikki bara at siga, at vit vilja hava fólk hendavegin. Vit mugu vísa tað í verki. Og er tað nakað, sum fólk skilja, so eru tað ferða­seðlaprísir.”   ALTERNATIV TILTØK Fyri einum mánaði síðani var konsert við klav­er­leik­ ar­an­um Jóhannesi Andreassen í sjálvum Bloch Studio og næstur á skránni eru klassiski guitarleikarin Ólavur Jak­ob­sen og seinni aftur danski floytuvirtousurin Mich­ala Petri. Jónas sigur, at allatíðina verður hugsa um nýggjar hættir at nýta Studio Bloch á. Hetta við stud­io konsertum er eitt av mongum tiltøkum, sum eru í úmbúna. “Ja, vit taka upp og filmað framførslurnar. So har er møguleiki at arbeiða víðari við tí. Seinni í ár verður so farið út í stóru høllina at skipa fyri popp til­ tøk­um har. Fyrst á skránni verður Marius. So tað gleða vit okkum eisini til.”  Tríggir tímar eru farnir. Notatblokkurin liggur eftir í køkinum. Vit standa nú í sjálvum studionum. Vit eru í størsta upptøkurúminum. Her hanga guitarar á vegg­in­ um, flygil stendur á gólvinum og tvey Hammond org­ul standa upp móti veggginum. “Hesir veggirnir eru bara heilt fantastiskir. Hoyr her!” Jónas fer yvir í ein krók og klappar. “Hoyrir tú! Her er ongin munur á! Eg standi fimm metrar frá tær og tú hoyrir ikki mun! Her ljóð­ ar líka allastaðni! Ongin bassfella! Ongir keðiligir fre­ kvensir! Hesir steinveggirnir eru gull verdir!” Púra blankur? Nei, so avgjørt ikki. Jónas stendur mitt í sínum dreingjadreymi. Hann hevur sjálvur skapt hann. Og tú skilir hann so hjartans væl, tá hann sigur: “Eg elski hetta studio!” Sagt um Studio Bloch “Bloch er eitt av mínum avgjørdu yndis studioum her á jørð.” – Gulli Briem / Mezzoforte “Farnu 20 árini hevur Vamp tikið upp 13 fløgur í ymsum Upptøkuhølum. Studio Bloch hevur verið ein heilt serlig uppliving á allar hugsandi hættir. Serliga góð upptøkurúm og útgerð. Hetta er avgjørt eitt stað, vit vilja vitja aftur.” – Øyvind Staveland, Vamp