hósdagur 4. september 2014síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
5 • 5. september 2014
20
um samkyndar vampýrar
øgan snýr seg um tveir ung
ar samkyndar føroyingar,
ið gerast góðir, men tíverri
gongur
annar
maðurin
burtur á sjónum, og eftir
hann situr hin og syrgir.
Tað gongur tó ikki rúm tíð
fyrr enn deyði maðurin gongur aftur
sum vampýrur. Hvørt kvøld vinnur
hann sær lívsorku við at súgva blóð frá
sínum livandi maka. Men hvussu leingi
kann hetta halda fram, og hvussu fer
nærumhvørvið og tey nærmastu at góð
taka ta óvanligu støðuna?
Forkunnuga søgan um føroyskar
samkyndar vampýrar, varð skrivað í
1884, men hevur ikki verið útgivin í Før
oyum fyrr enn nú. LGBT Føroyar, sum
gevur bókina út, metur, at tíðin nú er
búgvin til, at stuttsøgan sær dagsins
ljós í Føroyum. Rithøvundurin Hanus
Kamban hevur týtt søguna úr týskum
og listamaðurin Jón Sonni Jensen hevur
myndprýtt bókina. Men hvør var týski
Karl Heinrich Ulrichs, ið ikki minti heilt
um aðrir samtíðarmenn.
FYRSTI SAMKYNDI,
IÐ ALMENT SPRETTI
Karl Heinrich Ulrichs var føddur 28. aug
ust 1825 í Aurich, sum er í útnyrðings
partinum av Týsklandi. Tá á døgum var
Aurich býur í sjálvstøðuga kongaríkin
um Hanover.
Karl Heinrich Ulrichs varð útbúgvin
við lærda háskúlan í Göttingen í 1839.
Hann las fyrst løgfrøði og gudfrøði. Síðan
las hann víðari við fróðskaparsetrið í
Berlin. Har var hann liðugur sum søgu
frøðingur í 1848. Í 1849 byrjaði hann at
arbeiða sum løgfrøðilgur ráðgevi hjá
rættinum í Hildesheim. Har var hann
verandi, til hann var uppsagdur í 1857, tá
ið arbeiðsgevarin fekk frænir av hansara
kynsligu sannføring.
Í 1862 tók Karl Heinrich Ulrichs eitt
óvanligt og slóðbrótandi stig, hann for
taldi fyri familju, vinum og øllum heim
inum, at hann var samkyndur. Ulrichs
gjørdist sostatt fyrsti vesturlendski
persónurin, ið alment spretti sum sam
kyndur.
Karl tók hetta stig, tá hann gav út eitt
greinasavn, har hann hevði savnað sínar
roynir og sína gransking innan evnið.
Greinasavnið fekk heitið: Forschungen
über das Rätsel der mannmännlichen
Liebe (Gransking
í gátuni um kær
leika
millum
menn).
Karl Heinrich
Ulrichs var ein
sannur slóðbrót
ari, ein maður
langt
framman
fyri sína sam
tíð. Hann var so
langt framman
fyri, at einki orð
enn
var
upp
funnið fyri hans
ara
kynsligu
sannføring, tá ið hann spretti í 1862.
Sjálvandi vóru longu fleiri orð fyri
kynsligt samband millum tvey av sama
kyni, tí hetta samband er eins gamalt og
menniskjan. Men tað var ikki fyrr enn í
1869, at latínska orðið “homoseksuellur”
varð smíða og fyrstu ferð brúkt alment
av eysturríkska sálarfrøðinginum Karl-
Maria Kertbeny. Orðið lýsir kynsligu
sannføringina og ikki bara kynsligu
gerðina, sum higartil var vanligt at
viðgera og tosa um.
Í sínum fyrsta greinasavni hevur Karl
tó uppfunnið egið heiti fyri samkyndar
menn. Orð hansara er urning. Heitið tekur
hann frá samkynda grikska filosoffinum
Plato, sum í verkinum Symposium tos
ar um ymisk sløg av kærleika. Tvær
ymsar kærleikaguðinnum, ið báðar eita
Afrodita, umboða hesar kærleikar. Onnur
er einans fødd av griska guðinum Ura
nus, meðan hin er dóttir guðarnar Zeus
og Dione. Tí nýtir Ulrichs orðið “urning”
um samkyndar menn, og heiti “dioning”
um hinkyndir menn. Karl setur eisini
seinni orð á samkyndar kvinnur, tvíkynd
og tvørkynd.
Frágreiðingin hjá Ulrichs lýsir sam
kynd og samkyndleika sum natúrligan
fyri fyrstu ferð í nýggjari tíð. Hann royn
ir at byggja síni sjónarmið og sítt ástøði á
lívfrøðina. Harafturat vísir hann á egnar
lívsroyndir og royndir hjá øðrum sam
kyndum monnum, sum hann hevur havt
samband við. Í sínum verkum eggjar Ul
richs øðrum samkyndum at gera eins og
hann, at koma út og spretta.
Hesa tíðina vegleiðir og verjir Karl
somuleiðis aðrar samkyndar menn løg
frøðiliga. Teir eru ákærdir fyri brot á
§175, sum frá 1871 bannar samkyndleika
kring alt Proysaland, ið legi Hannover
undir seg í 1866.
Hetta bannið verður
ikki tikið av aftur í
Týsklandi fyrr enn í
1969. Líknandi lógir,
ið gera samkyndleika
millum menn til eitt
álvarsamt
lógarbrot,
eru galdandi kring alt
Evropa heilt til síðst
í 20. øld. Tað var ikki
vanligt at hava slíkar
lógir fyri samkyndar
kvinnur.
Karl Heinrich Ulrichs
kom sjálvur í kløtur við
lógarvaldið, tó ikki vegna ólóglig kynsligt
sambond ella brot á §175, men vegna
hansara orðaval og ritverk. Sum frá leið
vóru flestu verk hansara bannað í gamla
Proysalandi.
FYRSTI LGBT
STRÍÐMAÐURIN
29. august 1867 skrivaði Karl Hein
rich Ulrichs aftur søgu. Hesa ferð steig
hann fram fyri stóra fjøld av týskum
løgfrøðingum í München, har teir ár
liga hittust at fundast um løgfrøðilig
áhugamál. Karl helt eina søguliga røðu
um at veita javnrættindi til samkynd,
at verja hesi rættindi, og at enda bað
hann týsku løgfrøðingarnar stuðla eini
lógarbroyting, soleiðis at samkyndleiki
ikki longur skuldi vera eitt lógarbrot.
Hetta var fyrstu ferð í søguni, at
nakar veruliga vísti á tørvin hjá sam
kynda minnilutabólkinum at fáa somu
rættindi, sum hinkyndi meirilutin van
liga tekur fyri givið.
Stuðul fekk hann tó ikki frá starvs
feløgunum. Karl varð háðaður og róptur
niður av pallinum.
Karl Heinrich Ulrichs gavst tó ikki so.
Hann helt fram at berjast fyri rættind
um hjá samkyndum og ferðaðist nógv
kring alt Týskland. Í 1879 flutti hann tó
til Italia, har hann endaligt búsetti seg
í lítla býnum L'Aquila og andaðasti hin
14. juli í 1895. Karl Heinrich Ulrichs er
jarðaður í italska bynum.
Seint í lívi sínum skrivaði Ulrichs
soleiðis um sínar lívsroyndir: “Til mín
doyggjandi dag fari eg at minnast aftur
á við stoltleika, at eg megnaði at finna
dirvið at standa andlit til andlits við
bardagan mótvegis ódjórinum, sum í
allar ævir hevur sprænt eitur í meg og
menn við somu náttúru sum eg. Nógvir
menn hava kent seg noyddar at taka eg
ið lív, tí øll teirra lívsgleði varð giftað. Eg
eri avgjørt stoltur av, at eg fann dirvið at
taka tað fyrsta harða slagið av almenn
ari vanvirðing”.
FRAMSKYGDUR
RITHØVUNDUR
Ulrichs var ein sera virkin rithøvundur.
Eftir seg, hevur hann latið ein hóp av
bæði yrkisbókmentum og fagurbókment
um. Yrkingar, stuttsøgur, essays, skald
søgur og tíðindagreinar í hópatali.
Eitt av hesum verkum er stuttsøgan,
Manor. Talan er um ein av fýra ymiskum
stuttsøgum, sum vóru samlaðar í savn
inum Matrosengeschichten (Sjómanna
S
Í JULI 2014 VÓRU 130 ÁR LIÐIN SÍÐAN, TÝSKI RITHØVUNDURIN
OG RÆTTVÍSISTRÍÐSMAÐURIN KARL HEINRICH ULRICHS
FESTI STUTTSØGUNA MANOR Á BLAÐ.
Eiler Fagraklett
UMMÆLI
Hvør skrivaði 130 ára gomlu