Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-04, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. september 2014síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 5 • 5. september 2014 21 í Føroyum søg­ur) og útgivnar í Týsklandi í 1885. Stuttsøgurnar í savninum eita Suli­ telma, Atlantis, Manor og Der Mönch von Sumbö og tær fara fram í Nor­eg, Skotlandi og Føroyum. Flestu stutt­søg­ur­ nar í savninum hava eitthvørt við sam­ kyndar menn at gera, og kanska serliga Manor. Karl Heinrich Ulrichs hevur upplýst, at Manor var skrivað í tíðarskeiðinum 22. til 30. juli í 1884, meðan hann búði í út­legd í Italia. Við aldrinum gjørdist rithøvundurin upp­tikin av romantiska rákinum innan týsk­ar bókmentir, eins og hann gjørdist ser­stak­liga hugtikin av Norðurlondum og Norrønu gudalæruni. Hetta sæst væl aft­ur í Manor. Eingin veit við vissu at siga, men flestu serfrøðingar eru á einum máli um, at Karl Heinrich Ulrichs ongantíð sjálv­ ur var í Føroyum ella í hinum Norð­ur­ lendsku londunum, ið so ofta vera nevnd og viðgjørd í hansara seinna skaldskapi. Hinvegin er væl hugsandi, at hann hevur roynt sum frægast at lis­ið landakortini av Føroyum og Norð­ur­at­ lanshavinum, ið vóru til taks í hans­ara samtíð. Hetta síggja vit aftur í landa­ frøði­ligu lýsingunum av Føroyum. Eitt nú vil hann vera við, at 35 oyggjar eru í Føroyum, og at til ber at svimja dagliga í “flógvu aldunum” í Vest­mannasundi. Um hann sjálvur hevði vitjað á klett­ un­um, so hevði hann skjótt lært rætta talið av oyggjum, og at tað er alt annað enn lætt at svimja tvørtur um Vest­mannasund við sera sterkum streymi og køldum sjógvi. Kim Simonsen hev­ ur granskað nógv í før­ oysk­um samleika, og hvussu hesin samleiki verð­ur sæddur í okkara egnu eygum og við út­lendsk­um eygum. Hann vísir á, at í 19. øld gjørdist ímyndin av norðurøkinum og tí eisini Føroyum mun­ andi meira veru­leika­ fjarð enn áður. “Fólk sunnn­fyri fóru at til­ biðja norðurlendsku guda­lær­una og forn­søg­ urn­ar, og kvæðahejtur sum Sjúrður og sjálvt Sigmundur og Trónd­ur gjørdust hvørmansogn í Evropa” sig­ur Kim Simonsen. Hann leggur aft­ur­ at: “Ferðandi í Føroyum í 19. øld fagnaðu før­oy­ing­um sum ósek og rein fólk, ið livdu eitt autentiskt lív í samljóði við nátt­úruna.” (Atlantic Review, vári 2014). Hetta síggja vit aftur í Manor, har all­ ar tilvísingar til eitt nútíðar kristið sam­ fe­lag eru mest sum skúgvaðar til viks fyri eina gandakenda náttúruperlu, har gaml­ar konur duga gand, og vampýrar eru so at siga vanligir bygdagestir. “Mong staðarnøvn minna um tíðina, tá ið ongar kirkjur vóru í Føroyum, og tann gamla trúgvin ikki enn var burturtrokað, eitt nú Tórshavn á Streymoynni, sum eit­ur eftir Tóri, torunnar gudi” skrivar Karl í Manor. Søgur og sagnir um vampýrar eru elligamlar og finnast í flestum ment­ an­um. Søgurnar, sum vit kenna í dag, koma tó serliga úr Eysturevropa. Í 1819 skriv­aði John Polidori skaldsøguna The Vam­pyre. Hansara lýsing av vampýrum fekk stóra ávirkan á, hvussu fólk í 19. øld ímyndaðu og hugsaðu um vampýrar. Henda lýsing hevur uttan iva eisini ávirk­að hugaheim Ulrichs. Men tað er ikki fyrr enn Bram Stoker út­gav skaldsøguna Dracula í 1897, at hug­myndin um vampýrar, sum vit kenna hana í dag, veruliga varð skapt og kjølfest í okkara vesturlendska ment­un­ ar­arvi og gjørdist ein vanligur partur av vest­urlendskum skaldskapi. Á henda hátt er Karl Heinrich Ulrichs enn eina ferð framman fyri sína samtíð, tá hann gevur sína vampýrsøgu út heili átta ár áðrenn Bram Stoker. Í HANSARA DJØRVU FÓTAFETUM Hóast samtíðin royndi at banna og teppa hansara slóðbrótandi arbeiði fyri javn­rætt­indum hjá samkyndum, eins og hansara homoerotiska skaldskap, so køvdi hon hann ikki. Í dag hevur Karl Heinrich Ulrichs fing­ ið fast pláss í altjóða søgubókunum, og gøt­ur í München, Bremen og Hann­over eru uppkallaðar eftir djarva stríðs­mann­ in­um, ið gekk á odda og slóðaði fyri tí arb­eiði, sum eitt nú LGBT Føroyar virkar fyri í dagsins Føroyum. Akkurát 130 ár eftir, at hann ein­sam­ all­ur sat í lítlari italienskari bygd og droymdi seg burtur til Føroyar og skriv­ aði um ungar samkyndar menn og teirra lív á hesum fjarskotnu og vøkru oyggj­ um, fáa føroyingar endiliga høvi at lesa hans­ara stuttsøgu á føroyskum. stuttsøguna