hósdagur 4. september 2014síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
5 • 5. september 2014
øroya Listaháskúli – Faroese Academy of
Arts brúkar fjøldartilfeingi millum føroysk
listafólk, og fólk sum hava áhuga í at
stimbra undirvísingarumhvørvið innan
listafakini í Føroyum. Hann er stuðlaður av Føroya
Fólkaháskúla.
Fyri einum ári síðani tók ein arbeiðsbólkur stig til at
savna fólk sum høvdu áhuga í eini tílíkari verkætlan. Í
eitt ár hava ein arbeiðsbólkur og ein størri fylgibólkur
arbeitt við tí fyri eyga, at seta á stovn skúlan. 30. mars
í ár, var stovnandi aðalfundur hildin á Føroya Fólkahá
skúla. Føroya Listaháskúli - Faroese Academy of Arts
umfatar allar listagreinar undantikið tónleik. Tónleik
urin hevur sína egnu vælvirkandi skúlaskipan.
ENDAMÁLIÐ - UNDIR-
VÍSING Á HØGUM STØÐI
Endamálið hjá skúlanum er at bjóða skeið innan listalig
fak, ástøðisliga og í royndum. Avgerandi er at undirvís
ingin er á høgum støði.
Í Føroyum eru nógv, ung sum eldri, sum hava lista
ligar førleikar og hug til at fáast við tað listaliga. Summi
fara uttanlanda og taka listaliga yrkisútbúgving, meðan
onnur verða verandi í Føroyum. Føroya Listaháskúli
– Faroese Academy of Arts verður eitt umhvørvi har
hetta tilfeingi kann búnast. Har tað kunna bera til at fáa
undirvísing á høgum støðið. Tey, sum ætla sær av land
inum á ein hægri listafakligan lærustovn, skulu kunna
betra um sínar førleikar og harvið økja um møguleikan
at koma inn á listafakligu yrkisskúlarnar. Tey, sum
vera verandi í Føroyum, skulu kunna nema sær vitan
og menna førleikar við undirvísing á altjóða støði.
SÍLAN
Fyri at tryggja støðið á undirvísingini, skulla undirvís
ararnir lúka nøkur yrkislig førleikakrøv. Føroya Lista
háskúli – Faroese Academy of Arts hevur lýst eftir und
irvísarum og í fyrstu atløgu biðið fólk um at senda inn
sítt cv. Tey sum lúka treytirnar, eru síðani biðin um at
senda inn skeiðstilboð.
Tey sum hava sent inn cv, verða løgd í eitt cv-skjala
savn. Føroya Listaháskúli - Faroese Academy of Arts
byggjar á henda hátt við tíðini upp eitt skjalasavn yvir
listafakligar undirvísarar. Onnur eru vælkomin til at
venda sær til undirvísarar til onnur tiltøk. Dentur er á
at øll, sum lúka førleikakrøvini kunna vera í cv-skjala
savninum.
Í aðru atløgu senda undirvísararnir inn skeiðstilboð,
sum Føroya Listaháskúli - Faroese Academy of Arts
setur á skrá bjóðar út.
Ongin almen fígging, í reiðum peningi, er í løtuni;
tilfeingið, vit skapa umhvørvið við, er egin hugur og
arbeiðsmegi. Lønin hjá undirvísarunum er tískil skeiðs
gjaldið.
Sílan gerst sostatt í fyrstu atløgu skjalprógvaðu før
leikakrøvini til undirvísaran, og í aðru atløgu talið á lut
takarum, tað einstaka skeiði megnar at draga at sær, tí
skeiðsgjaldið er einasta lønin.
YNSKI UM FAKLIGAN
FELAGSSKAP OG UMHVØRVI
Føroya Folkáháskúli sýnur Føroya Listaháskúla - Faro
ese Academy of Arts ta stóru vælvild, at skeið kunna
vera hildin í hølunum hjá Føroya Fólkaháskúla. Skúlin
vil fegin kunna bjóða fram skeið um alt landið, og tekur
við fegni og takksemi ímóti, um onkur stovnur, fyritøka,
felag, sum hevur okkurt slag av verksmiðju ella venj
ingarhøli tøkt vil húsa skeiðum.
Ynskið er eitt umhvørvi har undirvísararnir kunna
hittast og samskifta, har onnur við áhuga í verkætl
anini kunna stuðla við teirra netverki og vitan, og har
næmingar kunna mennast í felagsskapi.
Lærarahópurin kann arbeiða tvørfakliga um áhugi
er fyri tí, og annars í felag menna námsfrøðiliga partin
við íblásturi frá hvørjum øðrum, námsfrøðiliga og lista
liga.
FAROESE ACADEMY OF ART
– EITT ALTJÓÐA PERSPEKTIV
Føroya Listaháskúli hevur eisini eitt enskt heiti, tí
vónin er at draga umheimin til okkara, soleiðis at bæði
undirvísarar og næmingar kunnu koma uttanífrá til
Føroyar.
Føroya Listaháskúli – Faroese Academy of Arts skal
verða eitt umhvørvi við undirvísing og skeiðsluttakar
um úr fleiri londum. Tað skapar fjølbroytni og listalig
ar felagsskapir tvørtur um landamørk. Føroya Listahá
skúli – Faroese Academy of Arts skal eisini verða eitt
stovnur, har umheimurin kemur til okkara.
FLATUR STRUKTURUR
Á stovnandi aðalfundi varð valt eitt stýri til at seta
Føroya Listaháskúla - Faroese Academy of Arts Lista
háskúlan á sjógvin. Í viðtøkunum stendur, at einaferð
við tíðini skal veljast ein stjóri, men fyribils eru tað lim
irnir í stýrinum, sum gera fyrireikandi arbeiði. Nevndin
hevur valt ikki at skipa seg við forfólki, men at sam
starva við fløtum strukturi. Hetta ger at serstakligu ym
isku vangamyndir koma í eitt fruktabart samanspæl:
Ein tílíkur samstarvsleistur krevur stórtøkni og gevur
í seinasta enda eitt úrslit, har eitt plus eitt er meira
enn tvey. Soleiðis hongur arbeiðshátturin hjá stýrinum
saman við, hvussu ynski er at skúlin skal menna seg:
Til eitt stórtøkið stað har eitt pluss eitt er meira enn
tvey.
UNDIR-
VÍSING
og felagsskapur
F
FØROYAR FÁA NÚ SÍN FYRSTA SKÚLA INNAN LISTAFAKINI,
SUM HEVUR STØÐI Í TÍ YRKISLISTALIGA. TILFEINGIÐ HJÁ
SKÚLANUM ER FJØLDARTILFEINGI MILLUM FØROYSK
YRKISLISTAFÓLK, ONNUR FÓLK SUM VILJA STUÐLA OG DYGGAN
STUÐUL FRÁ FØROYA FÓLKAHÁSKÚLA. LONGU Í JULI VAR
EITT SKEIÐ OG FYRI HEYSTIÐ ER EIN UMFATANDI SKRÁ.
Marita Dalsgaard
Føroya Listaháskúli – Faroese Academy of Arts
Stovnaður 30. mars 2014
Limirnir í fyrsta stýrinum:
Katrina í Geil, Joel Cole, Marita
Dalsgaard, Rakel Helmsdal,
Gunnar Nolsøe