hósdagur 4. september 2014síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
5 • 5. september 2014
LEIKLUTURIN HJÁ LISTINI
Í SAMFELAGNUM
– Vit sakna listafaklig umhvørvi í Føroyum, fortelur
stýrið. Føroyar framleiður frálík listafólk og stórur
partur av teimum virkar í løtuni í høvuðsheitinum
uttanlanda. Vit ynskja eitt umhvørvi sum mennur
listina, mentannini og samfelagnum at frama. Eitt um
hvørvi her í Føroyum, við luttøku uttan úr heimi og
her í Føroyum. Harvið legst nakað eftur her í Føroy
um. Netverkið innanlendis mennist og er tengt at ein
um størru útlendskum netverki. Við at gera ein skúla
í Føroyum flyta vit listina nærri at føroyska samfe
lagnum – hon gerst sjónligari – bæði í prosess og prod
ukti.
Tá ið listafólkini eru til staðar í samfelagnum, so er
listin sjálv eisini.
KRØV TIL UNDIRVÍSARAR:
• Prógv um minst trý ára útbúgving á Bachelor-
støði við denti á listafakligt háttalag.
• Prógv um minst trý ára listarligar
arbeiðsroyndir, har arbeitt hevur verið
burturav við listagreinini.
• Skrivlig viðmæli frá minst trimum lærarum
á skúlanum og/ella viðurkendum listafólkum
innan ávísu listagreinina.
HIGARTIL GÓÐKENDIR LÆRARAR:
Gunnvá Zachariasen, Janus Dam Guttesen, Rói
Patursson, Joel Cole, Jóhan Martin Christiansen,
Katrina í Geil, Kristina Sundar Hansen, Marita
Dalsgaard, Meduna Dalsgaard, Mikkel T. Chris
tensen, Pernille Falch Heinesen, Rakel Helmsdal,
Ray Manseman, Sakaris Stórá, Stanley J. Shetka,
Súsanna Tórgarð, Vígdis Petersen, Petur Pólson,
Guðrið Poulsen og Óluva Johannessen.
BROT ÚR HEYSTSKRÁNNI:
Bókmentir
Eitt summarskeið: “LivaSkriva2 – Kenn tínar
persónar sum tínar bestu vinir” við Rakel
Helmsdal og Róa Paturssyni
LivaSkriva3 v/ Petur Pálsyni og Rakel Helmsdal
LivaSkriva4 v/ Petur Pálsyni og Rakel Helmsdal
Sjónleikur – øll
“Rødd & rørsla” v/ Súsonnu Torgarð
Modernaður teaturtekstur og kompositiónir v/
Gunnvá Zachariasen
“Viewpoint 1 - á byrjunnarstøði” v/ Gunnvá
Zachariasen
Arkitekturur
“At ivast meðan vit ganga og at ganga meðan vit
ivast” v/ Jóhan Martin Christiansen
“At byggja land” v/ Medunu Dalsgaard
Myndlist
“Qroquistekning – nakinmodell” v/ Janus Dam
Guttesen
Førleikastig1, Leirlist, v/ Óluvá Johannesen
Leir, lætt og luftigt. v/ Óluvá Johannessen
Filmslist: Filmsgerð v/ Sakaris Stórá
Sniðgeving
“Prýð teg við egnum sniði” v/ Pernille Falch
Heinesen
“Sansalig binding” v/ Katrinu í Geil
Tá ið listafólkini eru til staðar í
samfelagnum, so er listin sjálv eisini.
Fjøldartilfeingi:
Crowd sourcing
Fjøldartilfeingi er føroyska orðið fyri crowd sourcing, og merkir at mátin
tað verður arbeitt við ein verkætlan uppá er at fáa tænastur, hugskot
ella innihald frá einum stórum bólki av fólki, sum ynskja at stuðla, fram
um at hava fólk í føstum starvi ella veitarar har tað skal gjaldast fyri tí
veitarin letur.
Einasta peningaliga orka Føroya Listaháskúli – Faroese Academy of Arts
hevur, er skeiðsgjald fyri undirvísingina.